Altjóða lívbjargingarfelagsskapurin ILS og heimsheilsufelagsskapurin WHO skipaðu nú hin 25. juli 2021 fyri fyrsta altjóða degi til fyribyrging av druknivanlukkum, við tiltøkum um allan heim. Í Føroyum gekk tað heldur stillisliga fyri seg, men vóna vit at verða betri til eisini hetta í framtíðini.
Continue reading ILS og WHO felags um altjóða dag til fyribyrging av druknivanlukkumCategory: Lívbjarging
Vísdómsorð frá Rowdy Gaines um korona og svimjing
Trífaldaði Olympiski meistarin tosar her við amerikansku sjónvarpsrásina CBS, um hvussu týdningurin av at kunna svimja – ella at kunna læra at svimja – undir tryggum umstøðum, uppvigar tann sera lítla vandan fyri at kunna verða smittaður við korona í svimjihyli. Forrestin eitt áhugavert hagtal sum tey nevna har – at førleikin at kunna svimja, minkar um vandan fyri at drukna við 88 prosentum.
Fyrsti olympiski meistarin í svimjing valdi hendan ítrótt tí at pápin druknaði
Ungarski Alfréd Hajos valdi sum 13-ára gamalur at vilja verða góður svimjari, eftir at pápi hansara druknaði í Donau-ánni. Sum 18-ára gamalur varð hann fyrsti olympiski meistari yvirhøvur, á hesum modernaðu olympiskum leikum, tá ið hann í Olympisku Leikum í Athen í 1896 vann tvær av teimum trimu opnu greinunum, sum vóru 100 og 1200 metrar 13 hitastig køldum sjógvi, har avbjóðingin við teirri triðu greinini var, at hetta alt varð svomið sama dag.
Continue reading Fyrsti olympiski meistarin í svimjing valdi hendan ítrótt tí at pápin druknaðiST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkur
Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við enska heitinum “World Drowning Prevention Day”.
Lesi t.d. her í Dhaka Tribune
Continue reading ST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkurGóð ráð til tín sum svimur á sjónum
Nøkur góð ráð frá átakinum “Bevæg dig for livet” hjá Dansk Svømmeunion og DGI, um trygd í sambandi við svimjing á sjónum.
Heimsráðstevnan í lívbjarging 2021 útsett til 2023
Altjóða lívbjargingarsambandið ILS boðaði í morgun frá, at heimsráðstevnan í fyribyrging av druknivanlukkum er útsett, frá at vera í Colombo á Sri Lanka í oktober 2021, til heldur at vera sama stað í 2023. Orsøkin er støðan við korona.
Spanskur kappsvimjari deyður av venjing at halda andanum
La Vanguardia skrivar her um eina syrgiliga søgu í Malaga í Spania, har 19-ára gamli Ramiro Tossone fekk trupulleikar, tá ið hann nú leygardagin undir venjing vandi at halda andanum. Lívbjargararnir komu sum skilst beinanvegin til og fingu hann á sjúkrahús, tá í kritiskari støðu, har læknarnir tó tíverri ikki fingu hjálpt um støðuna, so at hann nú doyði í gjár seinnapart, mikudag.
ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021
Altjóða lívbjargingarsambandið ILS hevur í morgun kunngjørt, at HM í lívbjarging sum skuldi verða í Riccione í Italia í september 2020, nú heldur verður í Riccione í september/oktober 2022. Lesið her á ilsf.org umframt offisiella brævið.
Eftir ætlan skuldi val-aðalfundur verða í sambandi við hetta HM í 2020, men er hann nú fluttur til heldur at verða í sambandi við altjóða lívbjargingarráðstevnuna sum verður í Sri Lanka í 2021. Og HM sum skuldi verða í Marokko í 2022, verður nú heldur í 2026.
Continue reading ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021ILS útsett HM 2020 í lívbjarging til í 2021 ella 2022
Lesið her á ilsf.org
The ILS has considered the worsening position in Italy, Europe and around the world which has deepened considerably in recent days. In the interests of the health and well-being of all participants of our events, the ILS has decided that the Lifesaving World Championships 2020 will not take place in September 2020 and will be postponed until 2021 (or even 2022).
Stoyping av druknaðari kvinnu gjørdist ‘mest mussaða andlit í søguni’
Ein óhugnalig men tó áhugaverd søga: Andlitið á lívbjargingardukkum er ofta stoyping av tí hjá eini ókendaðari ungari kvinnu sum druknaði í París í 1880-unum. Hon var so vøkur at patologurin valdi at gera eina stoyping av andlitinum, sum varð víðakend og avritað ótalligar ferðir, eisini tá fyrstu framleiðarar av lívbjargingardukkum skuldu brúka eina til “Resusci Anne” (sum vit í SSF kenna sum Mini Anne). Og tí handan morbida viðmerking sum eg ikki sjálvur havi funnið uppá, at hendan “L’Inconnue de la Seine” eigur ‘mest mussaða andlit í søguni‘.