Týski felagsskapurin fyri lívbjargarar hevur staðfest eitt beinleiðis samband millum at børn koma í vanda í vatni, og tað at foreldrini eru ov upptikin av sínum fartelefonum til at uppdaga nakað. Lesið her í The Guardian


Týski felagsskapurin fyri lívbjargarar hevur staðfest eitt beinleiðis samband millum at børn koma í vanda í vatni, og tað at foreldrini eru ov upptikin av sínum fartelefonum til at uppdaga nakað. Lesið her í The Guardian
Hóast Grønland og Føroyar hava umleið sama fólkatal, so eru tað nógv fleiri druknivanlukkur í Grønlandi, og her serliga av slagnum har eitt fólk í báti druknar.
Continue reading Óhugnaliga nógvar druknivanlukkur í Grønlandi
Svimjisamband Føroya var herfyri vertur fyri árliga fundinum hjá Nordic Life Saving Group, og valdi tá heldur serstakt at hava fundin í Koltri. Hetta var fyrstu ferð at ein slík ráðstevna hevur verið fyriskipað í Koltri, og gjørdist tað ein ógloymandi túrur hjá øllum luttakarum.
Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara”
Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og undirtøku frá svimjifeløgum, svimjihallum, skúlum kring landið umframt øðrum stovnum og kommunum.
Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.
Continue reading Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy
Svimjisamband Føroya skipar vikuskiftið 17. til 19. februar 2017 fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har Sørin S. Djurhuus kemur at undirvísa. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, eftir at vit í vetur yvirtóku eisini hendan part av okkara lívbjargingarskipan frá dønum.
Continue reading Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017