So binda vit frið eina løtu 🙂
Category: Svimjing.com
Prát í Morning Swim Show um føroyska og danska svimjing
Her ein samrøða millum meg og Jeff Commings hjá SwimmingWorld, um føroyska svimjing, Pál Joensen, Magnus Jákupsson, danska svimjing og annað. Nokk so irriterandi at Skype-sambandið var so vánaligt, og so sat eg fastur í tí enska eisini, nakrar ferðir. Tað kann bara blíva betri 🙂
YouTube loyvir nú rásum við 100+ haldarum at ‘Live Streama’
Lesið her á YouTube Creators: YouTube víðkar nú tilboðið at kunna stroyma beinleiðis, til allar tær rásir ið hava minst 100 haldarar, og sum annars ikki hava forbrotið seg inn á copyright og tílíkt. Áðrenn hetta kravdust minst 1000 haldarar.
YouTube rásin hjá svimjing.com hevur sum er 54 haldarar, so vit mangla bara 46 til at kunna bjóða eisini veruligt, offisielt YouTube ‘live stream’. So tað er bara at trýsta á reyða knøttin, um tit ikki longu hava gjørt tað 😉
Gott nýggjár
Gleðilig Jól
12-12-2012
Í samband við dagin í dag, 12-12-2012 klokkan 12:12, verður víst á 12 tíðindi, ið nevna talið 12.
- Hestoy’s 12
- Og nú 12 met í Íslandi
- Tað skulu ganga 12 ár millum hvønn føroying á OL?
- 3-2 um Lív E. Eidesgaard hin 12. september 2011
- Pál føroyskt met í 400 frí (3:40.12), men droppaði finaluna (Istanbul 2009)
- Birita Debes 50 rygg á World Cup í Berlin 2012 (12. pláss)
- South Africa selects 12 for London 2012
- Sweden selects 12 women, 2 men for the Istanbul 2012 World Championships
- 12-Story High Water Balloon Drop
- 12-year-old survives being under water for 15 minutes
- 35 Feet Dive Into 12 Inches Of Water
- Live Shark Attack Experiment to start in T-minus 12 hours
Ja, so hevur man roynt tað við
Úthongdur og útspiltur í Sosialinum, fyri at hava ‘misnýtt’ Pál. Hatta er so syrgiligt at eg tími ikki ein gang at muta ímóti – um ætlanin er at vit skulu fáast burtur úr føroyskari svimjing, so er tað fyri mín part heilt væl á leið; tí við vinum sum hasum er best at sleppa sær vekk.
Vit verða nakað seinir við frásøgn frá 1500 í dag
Omma doyði hósdagin, og farið verður tí í kapellið seinnapartin. Men her skuldu verið allir møguleikar hjá tykkum at fylgt við allíkavæl, við annaðhvørt at fara í høllina í Bellahøj, ella hyggja at live stream frá klokkan 16 føroyska tíð, ella bara checka upp uppá tíðir og tílíkt á www.svimjing.com/live.
Magnus svimur finalu í 100 firvald umleið klokkan 17:21 føroyska tíð, og Pál 1500 umleið klokkan 17:35.