Tíðindi nummar 2000

Ja, so komu vit hertil eisini. Greinin her er ‘noda nr 2000’, sum merkir at her nú hava verið skrivaðar tilsamans 2000 greinar á www.svimjing.com, síðani heimasíðan kom á netið tann 1. mars í 2007. Og faktiskt heilar 1000 síðani eg tann 31. oktober í fjør skrivaði ‘tíðindi nummar 1000‘. Tíð at fara at hyggja at nøkrum hagtølum …

Í fjør vóru lyklatølini, at heimasíðan hevði verið vitjað tilsamans 73.588 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 3.03 síðum í part. Altso einar 3679 vitjanir um mánaðin, har villasta vikan var EJM-vikan í Beograd, tá ið 2144 vitjaðu heimasíðuna

tidindi_nr_1000

Well, nógv er hent síðani tá, til nú tá ið Pál Joensen vann sína fyrstu World Cup stevnu í Moskva síðsta leygardag, og setti sítt fyrsta norðurlendska met á stuttgeil, fyri síðani í dag at vinna silvur á World Cup í Stockholm, og aftur seta norðurlendskt met.

Nú eita tølini, at heimasíðan hevur verið vitjað tilsamans 157.564 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 2.8 síðum í part, at tilsamans 449.601 síðum. Og har villasta vikan mest sannlíkt er annaðhvør runt World Cup í Stockholm í fjør, tá ið 3464 vitjaðu heimasíðuna, ella tann beint nú, tá ið Pál svimur World Cup í Stockholm og Berlin.

Tíðindi nr 2000

Hasin grafurin er eftirhondini so langur og flatur vegna teir lutfalsliga stóru spíðsarnar, sum koma tá ið okkara svimjarar svimja úti í heimi, og vit øll sita og fylgja við á serliga www.svimjing.com/live. So her er ein sum vísir gongdina per mánaða.

Tíðindi nr 2000 (2)

Heilt ókey gongd haldi eg, at vera komin upp á umleið 5000 vitjarnir hvønn mánaða, næstan líka mikið tíð á árinum 🙂

Vit koyra á víðari, og vænta nakrar góðar vikur eisini restina av árinum, umframt í januar. Vit hava jú Berlin eftir, umframt landsdyst Føroyar-Ísland, Norðurlendska JuniorMeistarakapping í Bergen og EM í Istanbul í desember, áðrenn vit í januar hava alt hatta við Potsdam og venjingarlegu í Íslandi í senn. Og so bara meira og meira, til eg veit ikki nær.

Um nakar ivast í hvat vit ynskja okkum, so hevur www.svimjing.com enn einki búmerki. Heimasíðan er púra uttan inntøku, har eg persónliga gjaldi fyri heimasíðupláss, og so havi røsk fólk sum beiggja mín Bartal at hjálpa mær frívilligt. Og eg eri altso ikki komin hartil enn, at eg persónliga vil gjalda tær nógvu 1000 krónurnar, sum eitt professionelt búmerki kostar 🙂

(Bartal hevur roynt at tekna okkurt… men eg eri ein líka so kritiskur ‘keypari’ av grafikki, sum eg eri vánaligur til sjálvur at tekna)

“LIVE” síðan klár til World Cup

So skuldi www.svimjing.com/live verið klár til World Cup, við bæði “live timing” og “live streaming” frá svimjistevnunum í Moskva, Stockholmi og Berlin, umframt møguleika at chatta, síggja føroysk videobrot, og lesa feskastu ‘tweets’ frá stjørnunum.
Continue reading “LIVE” síðan klár til World Cup

Hvat er hatta har til høgru?

Vangeneugden 15,4 kmTit hava sikkurt lagt til merkis handan har kassan til høgru, við ymiskum SMS-líknandi frá kendum svimjinøvnum. Hatta er ein nýggj lista-funka hjá Facebook-líknandi Twitter, har man kann gera sín egna lista við ‘tweets’ frá útvaldum Twitter-brúkarum, at koyra á egna heimasíðu. Í hesum føri er altso talan um listan “svimjing/svimjing” hjá mær, har eg leggi afturat øll tey kendu svimjinøvn sum eg yvirhøvur kann finna, og har vit so kunnu lesa sum t.d. nú, at Cullen Jones og Dara Torres halda við NY Yankees, og at belgiski langteinarin Tom Vangeneugden eftir øllum at døma hevur vant 15.4 kilometrar í morgun (!).

Svimjing.com og Hvíta Húsið brúka nú somu heimasíðuskipan

Hygga síggj, Obama & co hava valt at skifta til somu ókeypis ‘open source’ heimasíðuskipan á www.whitehouse.gov, sum vit nú síðani mars 2007 hava brúkt til www.svimjing.com. Ikki tí, Drupal verður eisini brúkt av til dømis Lucas Art, Robbie Williams, Stanford, CNN, MIT, Harvard, BT og TV2 Sport. Men ‘the President of the Free World’ er nú nakað heilt serligt, fyri ‘the Vice-President of the Faroese Swimming Federation’ 🙂

Svimjing.com nevnd á SwimmingWorld.TV

OK, eg giti at onkur føroyingur hevur ein fingur við í spælinum, ella kanska onkur av okkara norðurlendsku frændum, sum eftirhondini rættiliga regluliga kaga inn á hesa síðu. Men svimjing.com er altso fyribils ein av bara níggju “International Language Blogs”, sum tey á SwimmingWorld.tv kalla fyri “some of the best blogs in different languages” 🙂

svimjing_foreign_blog

Svimjing.com dagførd

Heimasíðan her er nú dagførd til nýggjastu útgávu av Drupal, umframt at eyka mótulini eisini eru dagførd. Har var ein lítil trupulleiki við nýggjastu útgávu av ‘pathauto’, sum er eyka mótulið ið gevur greinunum her menniskja-lesilig leinki, heldur enn bara nummør, og tann útgáva varð tí skift út aftur við eina meira stabila. Sigið endiliga frá, um okkurt ikki riggar sum vanligt.

Spam á svimjing.com

Tey morgunfrísku hava longu sæð tað í morgun, at onkrir kinesarar í nátt stovnaðu konto og løgdu spam á síðuna, við leinki til allan møguligan lort. Heimasíðan hevur til nú verið so mikið opin, at ein og hvør kundi stovna sær eina konto, og síðani byrja at skriva á henni, og tí var tað mest ein spurningur um tíð, áðrenn onkur misbrúkti møguleikan.
Continue reading Spam á svimjing.com

Orsaka um hetta virkar sum ein hetz

IMG_0975Grundleggjandi trupulleikin er, at FINA ikki enn hevur meldað greitt út, hvørjar avleiðingarnar eru av listanum við góðkendum draktum, til dømis viðvíkjandi metum og kravtíðum. Og tí fara øll at gita og kjakast um avleiðingarnar, í øllum førum til FINA hevur gjørt málið eitt sindur greiðari.

Og so blívur man kanska eitt sindur ‘heitur’ eisini sjálvur, tá ið man nú er í gongd, og øll onnur allíkavæl skelda 🙂
Continue reading Orsaka um hetta virkar sum ein hetz

So er svimjing.com 2 ár

Vit byrjaðu á vári 2007 við at hita upp til Oyggjaleikir á Rhodos, og hava síðani upplivað stórhendingar bæði har og á NJM í Føroyum, á donskum meistarastevnum, EJM í Beograd, World Cup í Stockholmi og EM í Rijeka. Umframt á øðrum stevnum, so sum Reykjavík International og Køge Open, umframt sjálvsagt her heima hjá okkum sjálvi eisini. Fyri so nú at skula til Oyggjaleikir og HM í summar, við sannlíkindi fyri eisini har at fáa okkara bestu úrslit nakrantíð.

svimjing_com_stats
Continue reading So er svimjing.com 2 ár