Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu

Sum fleiri av tykkum sikkurt longu hava uppdagað, so hevur heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya í dag skift ham. So skundið tykkum yvir á www.ssf.fo, og lesið til dømis nýtt bræv frá formanninum, um ferðalið til Södertälje og Rijeka, um nýggja landsliðsnevnd, talentliðsvenjing og alt møguligt annað. Nýggja heimasíðan hjá SSF bjóðað m.a. at man kann fáa tíðindi hagani sum RSS, og eg skal tí sum skjótast fara at koyra eisini ta síðuna her á høgra bredda, á sama hátt sum flot.info, fsvim.com, isf.fo og svimjiskulin.com

SSF nýggja heimasíðu
Continue reading Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu

Svimjing.com podcast #1

Ja, tað mátti jú koma, nú vit hava hótt við tí fleiri ferðir. Hetta fyrsta podcast er um hví vit nú royna okkum við einum podcast, um komandi EM í Kroatia, og um alt hitt spennandi sum hendir í føroyskari svimjing, komandi vikurnar. Eisini eitt vet um ‘Klaksvík National’ stevnuna í morgin.

Tað er ikki vist at tað verður akkurát hendan tænastan frá soundcloud.com sum vit fara at brúka í framtíðini, men Bartal helt at teirra avspælari var so flottur, og eg komi ikki yvir at eg ikki kann finna nakað flottari. Og orsaka at her ikki eru ‘jinglur’ og tílíkt sum hoyra útvarpi til… tær koma seinni 🙂

Continue reading Svimjing.com podcast #1

Tíðindi nummar túsund

Greinin her er ‘noda nummar 1000’, sum merkir at tað nú hava verið skrivaðar tilsamans 1000 greinar á svimjing.com, síðani heimasíðan kom á netið tann 1. mars í 2007. Hesar 20 mánaðirnar hevur heimasíðan verið vitjað 73.588 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 3.03 síðum í part. Altso einar 3679 vitjanir um mánaðin, har villasta vikan var EJM-vikan í Beograd, tá ið 2144 vitjaðu heimasíðuna. Og tølini vaksa stútt, so at tað t.d. vóru 4307 vitjanir nú í oktober mánaða 🙂

tidindi_nr_1000

Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB

Havi siti og spæl eitt sindur við Zoho DB, sum er ein skipan til at gera dátugrunnar online, til dømis til at kunna sláa upp føroysk svimjiúrslit. Nú er ikki so nógv hent enn í hesum svimjiári, men her eru so øll úrslitini til nú, har til ber at sortera t.d. eftir hvør sum hevur fingið flest FINA stig, og at filtrera t.d. ein svimjara burtur úr rúgvuni.
Continue reading Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB

Heimasíðan dagførd

Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so eri eg (Rókur) ikki 100% vísur í at tað gekk heilt væl, enn. Trúgvu gestirnir síggja onkran mun uppi í høgra horni beint nú, sum eg má royna at rætta uppá, og so má man líkasum royna alt hitt eisini. Og fráboðanir í telduposti rigga slettis ikki, av tí at tað mótulið ikki finst til hesa útgávu. Men hvat, heimasíðan koyrir enn 🙂

Takk fyri, tit

Ein lítil støðumynd av, hvat tað vil siga at verða nevndur á Rás2

ras2effekt

ras2effekt2

Onnur lond á listanum, hendan mánaðin: United States, Singapore, France, Greece, Finland, Sweden, Germany, Georgia, Austria, Thailand, Switzerland, Spain, Nicaragua, Turkey, Hungary, Qatar, Portugal, Belgium, Italy, Australia, Slovakia, Ireland, Slovenia, China, Poland, Greenland og Phillipines. Continue reading Takk fyri, tit

“The Morning Swim Show” sæst nú á blip.tv

SwimmingWorld Magazine hevur nú í eina tíð lagt út regluligar sjónvarpssendingar á sínari heimasíðu, við tíðindum og øðrum innsløgum um serliga amerikanska svimjing. Har skuldi man fyrst taka niður sendingarnar og so hyggja við t.d. Windows Media Player; men nú síggi eg at tað ber til at hyggja á blip.tv eisini. Og harvið leggja beinleiðis inn á heimasíður sum hesa. Her niðanfyri er sendingin frá í morgun, har tey m.a. tosa við krabbameinsrakta Eric Shanteau:

Continue reading “The Morning Swim Show” sæst nú á blip.tv

Orsaka svikaligu frásøgnirnar her

Eg havi verið eitt rættiliga upphongdur av ymiskum øðrum í seinastuni, og tað verður verri nú serliga í dag. Éitt er arbeiði, men hartil breyt eg eina stift-tonn seint fyrrakvøldið, sum eg so mátti fáa avgreitt eisini, áðrenn eg nú seinnapartin fari av landinum. Siti faktiskt og skrivi hetta her nú við følilsisleysari nøs og plágandi svangum búki. Continue reading Orsaka svikaligu frásøgnirnar her