Úrvalssvimjarin Tobias Bjerg eigur donsku metini í 50 og 100 metra bringusvimjing á langgeil á stuttgeil og á langgeil, frá í 2017 og í 2018, men var so nú á heysti í 2018 fyri ferðsluóhappi, sum viðførdi ein ógvusligan heilaskjálvta. Her er ein stuttfilmur hjá Team Danmark, um hvussu hann stríðir seg aftur, lukkutíð so at hann nú aftur svimur skjótt.
Category: Óbólkað
Signhild og Rókur til Lissabon at kappast
Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.
Continue reading Signhild og Rókur til Lissabon at kappastReykjavík International nú størri enn nakrantíð
Guide to Iceland skrivar her at RIG verður hin størsta nakrantíð, har har tey seinastu árini hava havt einar 600 luttakarar í 19 ymiskum ítróttargreinum. Og tá man svimjingin hava átt ein góðan part – um ikki tað er farið púra í loftið nú – tí Sundsamband Íslands skrivar her at tey vera eini 395 úr 7 londum sum fara at kappast í svimjing.
Hagtølini síggjast eisini her av heimasíðu SSÍ, har vit kunnu lesa at londini eru Grønland (6 íðkarar), Danmark (24 íðkarar), Føroyar (46 íðkarar), Ísland (216 íðkarar), Noregi (66 íðkarar), Svøríki (10 íðkarar) og USA (27 íðkarar).
Tilsamans verða startirnir einir 1999 í tali, har tær 223 kvinnurnar eiga 1109 og teir 172 mennirnir 890.
Óli, Alvi og Frans allir í DM-finalur seinnapartin
Nú seinnapartin verða fyrstu riðlar á DM á stuttgeil 2018, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum og donskum svimjara av føroyskum uppruna. Alvi Hjelm skal royna seg í B-finaluni í 200 metra rygg, meðan Frans Johannessen er í A-finaluni í 50 bringu, og Óli Mortensen í skjótasta riðli í 800 frí. Finalurnar byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum, og verða stroymaðar her.
Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier
Signhild Joensen úr Ægir megnaði í morgun at vinna sær gullheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier í Fraklandi, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 1:02.15. Harvið vann hon gull og bronsu á hesu stevnu, bronsuna í 200 metra ryggsvimjing.
Hatta var so Saint-Dizier á hesum sinni, sum skilst eru tey longu á veg heim.
Kravtíðir til NM og NJM 2018
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2018, sum verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018. Kravtíðirnar síggjast eisini her á heimasíðu SSF.
Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg
Signhild Joensen setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið tann kappingin varð avgreidd á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági. Signhild átti sjálv nú farna føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.
Svimjihøllin í Gundadali stongd í minst 14 dagar
Kunngerð í KVF, nú á døgverða – “Í samband við umvælingar, verður svimjihøllin í Gundadali stongd allan dagin, frá mánadegnum 9.apríl og minst 14 dagar fram. Boðað verður frá, tá opið verður aftur.”
Lesið eisini her á torshavn.fo
Tað er altíð summar í svimjihøllini
… men tað er eisini gott, tá ið tað er sól og summar og uttandura ! 🙂
Ikki altíð líka smart at hava svimjihyl í háhúsi
Hetta er eftir øllum at døma í Brasil, meðan ódn herjaði uttanfyri. At hugsa sær, at fáa sjóverk á 56. hædd 🙂