Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2019

Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið í Tórshavn hin 22. til 24. mars 2019, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Søren Korbo.

Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu dómarum á hesum skeiði, sum ikki vóru á tilsvarandi skeiði í 2013.

SSF og FINA bjóða skeiðið fyri einki, umframt at SSF skipar fyri mat til allan hópin, og og innivist til tey úr feløgunum av bygd sum hava tørv fyri hesum.

Skrá í pdf-sniði: FINA-Swimming-Clinics-for-Officials-FAR-2019.pdf

Fimm føroyingar á FINA lista #20

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Continue reading Fimm føroyingar á FINA lista #20

FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í Tórshavn í 2013, til at fáa fleiri av okkara trúføstu dómarum og hjálparfólkum at hava formlig prógv uppá síni evni.

Continue reading FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Vit hava nú fingið í øllum førum 15 tilmeldingar frá føroyskum svimjivenjarum, umframt 7 frá íslendingum og 1 úr Noregi. Altso eini 23 tilsamans, har pláss er fyri 30 á skeiðnum. Vit vita um eini tvey úr Føroyum sum ikki enn hava sent inn passmynd osfr, og sum tí ikki eru skrásett. Tilmeldingarfreistin hjá FINA er næsta fríggjadagin hin 26. oktober 2018.

Innbjóðing til skeið í Merkjaskipanini 3. og 4. november 2018

Um nóg nógv tekna seg, so skipar Svimjiskúlin fyri skeiðum í Merkjaskipanini, í Tofta skúla leygardagin hin 3. november og sunnudagin hin 4. november 2018.

Skeiðini eru frá kl 09:00 til 18:30, har luttakararnir so kunnu velja um tey vilja møta leygardagin ella sunnudagin. Skeiðið kostar kr 500, íroknað døgverði og drekkamunnur, og er ætlað øllum sum hava svimjarar á byrjunarstigi.

Meldið til við oyðublaðnum her, áðrenn leygardagin hin 27. oktober.

Vegna Svimjiskúla Føroya

Rókur

Innbjóðing til FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

So var hon her, innbjóðingin frá FINA til venjaraskeið í Tórshavn hin 30. november til 2. desember 2018:

Continue reading Innbjóðing til FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Svimjiskúli Føroya til ráðstevnu í Finnlandi

Hetta vikuskiftið er stór svimjiráðstevna í Finnlandi, kallað “Learn to Swim & Coach Conference 2018“, við luttøku av eisini umboðum fyri Svimjiskúla Føroya.

Mynd av Facebook-síðuni hjá Learn to Swim and Coach Conference 2018
Continue reading Svimjiskúli Føroya til ráðstevnu í Finnlandi

Stórur áhugi fyri FINA venjaraskeiðnum í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Hóast tað enn ikki er klárt at melda til, so hevur SSF longu móttikið í minsta lagi 18 tilmeldingar til tey 30 plássini á hesum fyrsta “FINA Coaches Certification Programme” skeiðnum í Føroyum, sum verður í Havn hin 30. november til 2. desember 2018.

FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Continue reading Stórur áhugi fyri FINA venjaraskeiðnum í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018