So fekk SSF sín instruktør-instruktør

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri lívbjargingardómarum, undir leiðslu av Mads Jørgensen frá Dansk Livrednings Forbund. Í hesum sambandi tók eisini Sørin S. Djurhuus prógv sum instruktør-instruktørur, sum merkir at hann framyvir kann skipa fyri slíkum skeiðum.

(Mads Jørgensen frá Dansk Livrednings Forbund ynskir Sørini S. Djurhuus til lukku við próvnum sum instruktør-instruktørur. Sørin S. Djurhuus eigur myndina)
Continue reading So fekk SSF sín instruktør-instruktør

Paulus Wildeboer er farin, 59 ára gamalur

Tíðindini frættust í gjárkvøldið, at Paulus Wildeboer var deyður av krabba í prostata, 59 ára gamalur.

Paulus var pápi Olaf og Aschwin Wildeboer, sum svumu fyri ávíkavist Niðurlondum og Spania, Aschwin við serliga góðum evnum. Og Paulus var sum kunnugt danskur landsliðsvenjari í fleiri ár, har hann fekk svimjarar sum Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen upp á heimsstøði. Áðrenn tað var hann venjari í Spania í eini 25 ár, og aftaná tað mentor hjá Swimming Queensland í Australia.

Vit føroyingar kendu hann væl, sum venjari hjá danska landsliðnum fram til OL í London, og síðani venjari hjá Páli fram til heiðursmerki á HM í Istanbul í 2012. Ein harður venjari, sum tó uttan iva hevði sín lut í at donsk svimjing lyftist sum hon gjørdi.

Ærað verður minnið um Paulus Wildeboer.

Svimjisamband Føroya skipar fyri lívbjargingardómaraskeiði

Rás 2 hevði fyri løtu síðani eitt innslag um lívbjargingardómaraskeiðið sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, hetta vikuskiftið. Talan er um undirvísing av teimum sum skulu kunna døma um onnur lúka treytirnar fyri at vera lívbjargari. Og omaná tað tekur Sørin S. Djurhuus útbúgving sum lívbjargingardómara-dómari, sum bara tann fimti í kongaríkinum.

(Mynd frá tilsvarandi skeiði í 2009)

8 staðið lívbjargingarroynd í Gundadali í dag

Frá Svimjisambandi Føroya

Mikudagin 16. apríl vóru 8 fólk, sum arbeiða í Svimjihøllini í Havn, á skeiði í lívbjarging. 5 av teimum tóku royndina fyri fyrstu ferð, meðan 3 teirra endurtóku hana, so sum fyriskrivað er. Øll stóðu royndina. Undirvísarar vóru Jórun Eið Johannesen og Sørin S. Djurhuus.

Líka sunt at svimja 3-5 min í 30s spurtum, sum 1 tíma við lægri ferð

Lesið her á ÍSF

Fyrstu úrslitini frá stóra føroysku Svim-og-Spæl ella SOS-granskingarverkætlanin sum fór av bakkastokki í fjør eru nú kunngjørd í vísundaliga amerikanska tíðarritinum BioMed Research International.

(Image courtesy of SignalPAD, CC BY-SA 2.0)

Fyrsta greinin samanber tvey sløg av svimjivenjing har 62 kvinnur tóku lut. Talan var um kvinnur, ið ikki vanda regliliga og høvdu tekin uppá minkandi hjarta-kar heilsustøðu. Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 intervallir (30 sekundirs spurtir) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferð um vikuna í 15 vikur.

Fyrsta vísundaliga greinin vísir, at báðir bólkar høvdu eitt stórt fall í blóðtrýsti (4-6 mmHG í systoliskum blóðtrýsti í miðal), meðan eitt fall var víst í totalum kropsfeitti (1-2 kg í miðal) og vøddamassin øktist í miðal umleið 1.5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropligum arbeiði var munandi betra eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv betraði (13-58%).
Continue reading Líka sunt at svimja 3-5 min í 30s spurtum, sum 1 tíma við lægri ferð

Svimjing er nú næststørsta ítróttagrein í Danmark

At tað gongur væl hjá danskari svimjing, sæst eisini í limatølunum. Danska ítróttasambandið almannakunngjørdi herfyri sína árligu frágreiðing um hvussu nógvir limir eru í ymisku ítróttunum, har tað sæst at svimjingin í 2013 fór fram við 9,43%, ella 14.709 limum. Harvið fór Dansk Svømmeunion framum Dansk Golf Union, samstundis sum at golf dragnaði í mun til Danmarks Gymnastik Forbund, soleiðis at topp 10 listin nú sær soleiðis út:

  1. Dansk Boldspil-Union 329.955
  2. Dansk Svømmeunion 170.639
  3. Danmarks Gymnastik Forbund 166.711
  4. Dansk Golf Union 155.746
  5. Dansk Håndbold Forbund 109.706
  6. Badminton Danmark 89.753
  7. Dansk Ride Forbund 69.946
  8. Dansk Arbejder Idrætsforbund 61.345
  9. Dansk Tennis Forbund 59.389
  10. Dansk Skytte Union 54.517

Skjótast vaksandi danska sersamband er Dansk Triathlon Forbund, sum fór fram við 36,66%, meðan Danmarks Moderne Femkampforbund fór aftur við 46,58%. Dansk Boldspil-Union fór aftur við 3,34%, sum vegna teirra stødd var nógv størsta limatap á 11.387 limir. Fimleikurin hevði vegna sína stødd tann størsta vøkstur á 15.197 limir, sum er sera flott við tað at tey sum svimjingin høvdu stóran vøkstur eisini árið undan.

Golf er sum í í 2012 og 2011 í minking, í 2013 á 1,03% ella 1.625 limir.

Kelda: swimnews.dk

Lars Kirkegaard nýggjur skúlastjóri á Berns

Lesið her á berns.dk, Bernstorffsminde Efterskole fær nú nýggjan skúlastjóra, sum er hin í svimjihøpi rættiliga kendi Lars Kirkegaard, ið millum annað fekk Louise Ørnstedt fram til góð altjóða úrslit á sinni. Nú skal hann væl fyrst og fremst vera skúlastjóri á Berns; men tað er tó so áhugavert fyri eisini svimjiáhugaðar føroyingar, við tað at hesin eftirskúlin hevur millum annað svimjing sum linjufak, og hartil reinasta baðivatn í Danmark. Teir eru eftirhondini nokk so nógvir føroyingar sum hava roynt seg á Berns, nú seinast Guðrun Mortensen sum gongur har á skúla í løtuni.

Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum

Tit minnast nokk rokið í november, tá ið Sun Yang krasjaði ein bil uttan at hava koyrikort, og tískil endaði bæði í fongslu, og við at verða bannaður av kinesiska svimjisambandinum frá bæði venjing og kapping í óásetta tíð. Nú er hann so aftur í venjing, gott nokk eini 10 kilo tyngri, siga kinesarar.

(videoin byrjar automatiskt, so eg koyrdi hana afturum ‘Les meira’)
Continue reading Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum