SSF vitjar HS

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í gjárkvøldið í Havn og vitjaðu Havnar Svimjifelag, sum liður í rundferðini til øll svimjifeløg í Føroyum. Prátið gekk sum aðrastaðni serliga um støðuna hjá felagnum, ið ljóðar til at vera heilt ókey, hóast felagið í Havn sum kunnugt hevur ein ævigan trupulleika við hallarplássi.

SSF vitjar Reysti

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í gjárkvøldið í Leirvík og vitjaðu Reysti, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Har norðuri í Leirvík stendur heilt væl til; tey hava stórar og evnaríkar hópar í yngru aldursbólkunum, og gott skil eisini tá ið tað kemur til fyriskipanina. Prátið gekk serliga um lívbjarging, Merkjaskipanina og útbúgving av venjarum og sovorðið, og um dreymin kanska ein dag at fáa ein hyl longri enn 16 metrar í Eysturoynni.

Svimjisamband Føroyar vitjar FLOT

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í kvøld við Løkin í Runavík og vitjaðu FLOT, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Undirritaði forsømdi sjálvur sjálvan nevndarfundin, men sum skilst stendur væl til hjá felagnum við Skálafjørðin, bæði tá ið tað kemur til nøgd av svimjarum, venjarum og at fáa tað at mala runt. Aftaná nevndarfundin komu ikki so fá foreldur afturat, tá ið hugsað verður um at hetta var føstulávintskvøld.

Svimjisambandið á vitjan í Klaksvík

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í kvøld har norðuri í Klaksvík, at hitta nevnd og foreldur í Ægir, og tosa um tær avbjóðingar sum vit í felag hava. Í Klaksvík er avbjóðingin í løtuni serliga umvælingin av høllini, sum ávirkar umstøðurnar at bjóða serliga yngru svimjarum venjing. Men hesin partur er vónandi liðugur í summar, og so er at herja á í heyst.

Astrið á venjingarlegu í Turkalandi, Alvi í USA

Hetta er tíðin tá ið donsk svimjifeløg plaga at fara á venjingarlegu, at sleppa undan myrkra vetrinum eina løtu, og byggja upp úthaldni til komandi summar. Úr Ægir eru í øllum førum tey bæði Astrið Foldarskarð og Alvi Hjelm farin av landinum, Astrið at venja vælsagtans við felagnum VAT sum hon vandi við í heyst, og Alvi við Esbjerg til Miami í Ameriku. Her niðanfyri er ein mynd av Facebook-síðuni hjá Esbjerg Svømmeklub.

Esbjerg Sports College og Svømmeklub fáa venjing og skúla at hanga saman

Sum tit kunnu lesa her á esbjergsvommeklub og her á esbjergsportscollege, so bjóða Esbjerg Svømmeklub og Esbjerg Sports College “et komplet setup” til at fáa skúla og úrvalsvenjing at hanga saman, bæði meðan næmingurin gongur á miðnámi og víðarigangandi skúla. Fleiri føroyingar hava roynt seg í felagnum har, so tað burdi ligið væl fyri.

Portugisiskur landsliðsvenjari til Havnar Svimjifelag

Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag

Svimjarar í Havnar Svimjifelag kunnu gleða seg til at fáa ein væl skikkaðan venjara, nú nevndin í felagnum hevur gjørt sáttmála við portugisiska landsliðsvenjaran ígjøgnum seks ár, Rui Magalhães.

(Á myndini heilsast nýggi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Rui Magalhães, og formaðurin í felagnum, Erling Eidesgaard, eftir at hava undirskrivað sáttmála.)
Continue reading Portugisiskur landsliðsvenjari til Havnar Svimjifelag

Føroysk luttøka á NEG 2014

Sviar eru hetta vikuskiftið vertir fyri stórari ráðstevnu í Lund í Svøríki, har eisini føroyingar luttaka. Talan er um “Nordic and International Learn to Swim” ráðstevnuna sum vit í Føroyum hýstu í 2012, og sum í 2010 var í Asker í Noregi, umframt eini enn meira ambitiøsari “World Aquatic Development Conference“, sum “Swedish Center for Aquatic Research” har í Lund skipar fyri. Úr Føroyum luttaka tey bæði Rúni Gaardbo og Jórun Eið, sum heilsa at har hava verið nógvir áhugaverdir fyrilestrar.

Stórur hópur til Íslands at venja og luttaka á RIG 2014

Sum tit kunnu lesa her á Facebook-síðuni hjá Svimjisambandi Føroya, so fer eitt stórt ferðalið av føroyskum svimjarum, venjarum og leiðarum til Íslands nú fríggjamorgunin 10. januar, at venja á langgeil, og flestu av teimum eisini luttaka á Reykjavík International Games 2014 hin 17. til 19. januar 2014.


Continue reading Stórur hópur til Íslands at venja og luttaka á RIG 2014

Nú flaggar á Oyrunum

Tíðindaskriv frá www.svimjihollin.com

Nú er Føroya fyrsti langhylur reistur og Merkið veitrar inni á Oyrunum.

Seinastu sperrurnar eru lagdar á norður síðuni. Og tak-elementini eru longu løgd á suður síðuni.
Nú verður farið undir at leggja tak-element á norður síðuna og síðani verður tak lagt á.

Fleiri myndir eru á www.svimjihollin.com

2013-12-16 langhylurin reistur