Kristian Martin Joensen gevst sum høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag

hs.fo

Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Kristian Martin Joensen, hevur í dag sagt seg úr starvi. Nevnd felagsins tekur uppsøgnina til eftirtektar, takkar Kristian Martini fyri samstarvið og ynskir honum alt tað besta framyvir.

Felagið leitar nú eftir nýggjum høvuðsvenjara at byrja skjótast gjørligt.

Í tíðarskeiðnum fram til 1. apríl verður Kristian Martin tøkur hjá felagnum og kemur hann í hesum tíðarskeiði, til ein nýggjur høvuðsvenjari er settur, at taka sær av dagligu venjingini hjá 1. og 2. liði.

Havnar Svimjifelag

Amerikanska sclerosufelagið sjósett átak um nyttuna av svimjing

Enn eitt dømi um hví svimjing er ítrótturin yvir allar – Amerikanska sclerosufelagið roynir við átakinum “Why I swim” at breiða út vitanina um hvussu gott tað er fyri fólki við sclerosu at svimja, ella á annan hátt røra seg í vatni. Her ein mamma at tveimum børnum, sum greiðir frá hvussu svimjing hjápir henni at ‘yvirliva og trívast’.

Byrja at seta upp langhylin í Vági í januar 2014

tíðindi á svimjihollin.com

Í vikuni vóru leverandørur og handverkarar, sum skulu seta upp bæði 50 m. svimjihylin og barnahylin í Vági á byggifundi.

Og nú er greitt, at farið verður undir at seta upp sjálvan 50 m. svimjihylin og barnahylin síðst í januar. Arbeiðið at seta báðar svimjihylarnar og vatnreinsianlegg verður skipað í tveimum umførum.

Fyrsta umfarið byrjar síðst í januar, tá verður alt rør-arbeiðið gjørt, vatnreinsianleggini sett upp, og fyrsti partur av hylunum báðum settur upp.

Annað umfarið av arbeiðinum verður skipað í mun til nær hinir partarnar í sjálvari svimjihøllini eru klárir, tí hetta umfarið endar við at vatn verður fylt í hylarnar báðar og klárt verður at svimja.

(Mynd av svimjihollin.com)