Røða sum Erling Eidesgaard helt á móttøku “HS 75 ár”

Her er røðan sum HS-formaðurin Erling Eidesgaard helt í gjár, á móttøku hjá Havnar Svimjifelag í sambandi við at felagið fylti 75 ár í ár.

Havnar Svimjifelag 75 ár

“Svimjum fram yvir firðir og sund, Sigmund Brestisson høvum í huga” soleiðis kvøðir Janus Djurhuus í kenda ítróttarsanginum. Eg haldi vit av røttum kunnu staðfesta, at rættiliga nógvir av okkara stoltu svimjarum veruliga hava tikið hesi orðini til sín.

DSC01576

Góða samkoma!

8. sept. 1938 tóku nøkur skilafólk seg saman her í býnum og skipaðu felagsskap, sum hevði sum fremsta mál at fáa fólk at svimja. Felagið fekk heitið Havnar Svimjifelag. Hetta var veruliga at bróta upp úr nýggjum, tí hetta var fyrsta felag av sínum slag í Føroyum, og í dag 75 ár seinni kunnu vit fegnast yvir glæsiligu úrslitini, sum hetta felag hevur slóðað fyri.

Tað er tí við takksemi og virðing, at vit ynskja hvørjum øðrum tillukku við stóra føðingardegnum hjá Havnar Svimjifelag.

**********
Continue reading Røða sum Erling Eidesgaard helt á móttøku “HS 75 ár”

6 lívbjargarar staðið roynd á Toftum í kvøld

Seks venjarar hjá FLOT hava í kvøld staðið lívbjargingarroynd í hylinum á Toftum, undir leiðslu av lívbjargingardómara Runa Gaardbo og skeiðsfyriskipara Jórun Eið. Hesi bæði og onnur hava úr at gera hesa tíðina, tí feløgini royna øll at fáa allar sínar venjarar gjøgnum skipanina, og skúlar og onnur taka eisini av tilboðnum. Sostatt var hetta næsta skeið á Toftum hesa vikuna, umframt at eitt skeið var í Fuglafirði heilt nýliga.

DSC02813

Havnar Svimjifelag hátíðarheldur 75 ára føðingardag

Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hátíðarheldur 75 ára føðingardag

Í ár eru 75 ár liðin, síðani Havnar Svimjifelag varð sett á stovn. Leygardagin 16. november verður føðingardagurin hildin í svimjihøllini í Gundadali við tiltøkum í hyljunum fyri limum og innbodnum gestum og móttøku fyri almenninginum. Størsta føðingardagsynskið hjá felagnum er, at kommunan skjótt ger álvara av at byggja eina nýggjan 50 metra hyl, sum býráðið longu hevur lovað og sett pening av til.

9038_10201196339300232_849645555_n
Continue reading Havnar Svimjifelag hátíðarheldur 75 ára føðingardag

HS og SSF bjóða til svimjidag í Gundadali hin 16. november 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Góðu tit øll,

Leygardagin hin 16. november fer Svimjisambandið saman við Havnar Svimjifelag at skipa fyri ‘Svimjidegi’ fyri yngru svimjararnar, t.v.s. svimjarar 12 ár og yngri í skúlaaldri.

Happy kids and grown-ups after our spring 2013 swim day
Continue reading HS og SSF bjóða til svimjidag í Gundadali hin 16. november 2013

Nýggj nevnd í Havnar Svimjifelag

Erling EidesgaardHin 9. oktober var eykaaðalfundur í Havnar Svimjifelag, har nýggj nevnd varð vald. Talan er eftir øllum at døma um eina fullkomna útskifting, har nýggja nevndin nú 23. oktober skipaði seg soleiðis:

  • Erling Eidesgaard, formaður
  • Eirikur Hofgaard, næstformaður
  • Leivur Michelsen, peningarøkil
  • Annika Anthoniussen, skrivari
  • Rannvá G. Rasmussen, nevndarlimur

HS-svimjari í reklamufilmi

HS svimjarin Rutt Agnarsdóttir er í filminum hjá Tórshavnar Kommunu, sum Snarskivan hevur samskipað. Borgarstjórin Heðin Mortensen sigur so um filmin á torshavn.fo: “- Vit geva okkum kanska ikki altíð far um, hvussu nógv er at uppliva í nærumhvørvinum, og hvussu nógv tilboð eru í Tórshavnar kommunu. Økið íður í virksemi, og mong arbeiða dagliga við at gera Tórshavnar kommunu til ein savnandi miðstað við nógvum og spennandi tænastum til ung eins og gomul. Tað haldi eg eisini, vit síggja í filminum.”

Magnus Jákupsson úttikin til “Great Danes” verkætlanina hjá dønum

Danska Svimjisambandið hevur í morgun kunngjørt hópin til verkætlanina “Great Danes”, sum skal lyfta mannfólkasíðuna av danskari svimjing. Tilsamans 12 svimjarar eru úttiknir sum danska svimjisambandið og landsliðsvenjarin Nick Juba hava serliga stórar vónir til, harav ein er fyrrverandi føroyski landsliðssvimjarin Magnus Jákupsson. Teir fara nú komandi árið at fáa ymisk sertilboð so sum venjingarvikuskifti og svimjistevnur á altjóða støði, har krøv verða sett til til dømis at teir kappast í minst tveimum greinum í hvørjum stevnuparti, til at styrkja teir. Sí listan her á svoem.dk.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Svenskur OL-svimjari bjargaði 2-ára gomlum drongi frá at drukna í sínum barnavogni

Ein skakandi hending síðsta mikukvøld hevði allar fortreytir fyri at gerast sorgarleikur, tá ið ein barnavognur við einum íbundnum 2-ára gomlu drongi reyk í Fyris-ánna í Stadsparken í Uppsala, og sakk 2-3 metrar niður á botn. Men lukkutíð komu fyrst ein ungur maður framvið at hjálpa pápanum at leita, og síðani politisturin Cathrin Levander sum luttók fyri Svøríki í svimjing á OL í Athen í 2004.

Cathrin megnaði at finna vognin við dronginum í, og dugdi at geva lívbjargandi hjálp longu meðan hann enn lá fastspenntur í vogninum í ánni, og síðani vóru tey so heldig at ein narkosulækni av tilvild eisini kom framvið, so at tey saman kundu geva best møguligu hjartamassagu inntil ambulansufólkini komu á staðið. Drongurin var druknaður tá ið hann kom upp, men er eftir øllum at døma komin heilt væl frá vanlukkuni, einans við smærri snuddum.

Hoyr eisini sverigesradio

Lyssna: “Tänkte att det är omöjligt”. Cathrin Levander och Tobias Jakobsson berättar: