12 lívbjargarar staðið roynd í Fuglafirði í dag

12 umboð fyri Fuglafjarðar Svimjifelag og Fuglafjarðar Kommunu hava í dag staðið lívbjargingarroynd í hylinum í Fuglafirði, undir leiðslu av lívbjargingardómara Rúna Gaardbo og skeiðsfyriskipara Jórun Eið. Hetta er liður í verkætlanini hjá Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir venjarar í føroyskari svimjing hava lívbjargingarprógv, og at eingin svimjing yvirhøvur fyrigongur í føroysku svimjingini uttan at minst éin lívbjargari er til staðar. Til lukku tit 12, ahem, eg má til at fáa staðið mína roynd eisini! 🙂

ssf-livbjargaraskeid-20130921

Svimjingin í Klaksvík í leysari luft, nú hótt verður við at steingja hylin

Ógvuliga ófrættakend tíðindi her á aegirsvim.fo – Eftir øllum at døma ganga rykti nú í Klaksvík um, at Klaksvíkar Kommuna á býráðsfundið mikukvøldið 4. august skal viðgera, um høllin skal steingjast komandi 7 mánaðirnar. Hetta vælsagtans vegna tær umvælingar sum verða gjørdar og skulu gerast, ið eftir ætlan annars ikki skuldu ávirka svimjingina. Dan Hjelm, formaður í Ægir heilsar, at um høllin verður stongd nú, so verður helst eingin svimjiskúli í vetur. Og í so fall ein tragedia fyri Ægir og svimjingina í Klaksvík, ið longur hevur roynt hetta tvær ferðir síðani einaferð fyrst í 90-unum, og hvørja ferð mátti byrja upp aftur nærmast av nýggjum.

Svimjihøllin í Klaksvík - The Swimming Hall of Klaksvik, Faroe Islands

Guðrun Mortensen til Berns í DK at ganga á ítróttareftirskúla

GuðrunLesið her á kvf.fo/roddin

Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen er 16 ára gomul og ættað av Tvøroyri. Í løtuni býr hon í Berstorffsminde á Fyn í Danmark, har hon gongur á eftirskúla. Guðrun hevur altíð svomið nógv, og heima á Tvøroyri venur hon við Susvim. Ein svimjilærari frá eftirskúlanum var einaferð í Føroyum og vandi Susvim, og tá hann greiddi frá um eftirskúla, fangaði hann áhugan hjá Guðrun.

– Eg fekk rættiliga stóran hug at royna eftirskúlalívið eftir vitjanina hjá René, ið er svimjilærari her á eftirskúlanum. Í byrjani hugsaði eg mest um at menna meg sum svimjara, men eg gleddi meg samstundis eisini sera nógv til at møta øðrum ungum á mínum aldri, so samanumtikið ynski eg at menna meg bæði ítróttarliga og sosialt, sigur Guðrun.

Tit kunnu lesa meira her um svimjilinjuna á Berns

Svimjandi børn mennast skjótari

Watch your back !Avstralskir granskarar staðfesta nú eftir í fýra ár at hava kannað 7000 børn sum vóru 5 ár og yngri, at tey sum gingu til svimjing vóru upp í 15 mánaðir longri frammi í menning enn vanliga fjøldin, tá ið tað kom til likamliga menning (‘motor skills’) og ‘kognitiv’ evni sum at rokna, telja, lesa, práta og at fylgja boðum. Tey vóru tó eitt sindur verri fyri tá ið tað kom til at handfara ein bólt. Granskararnir hava roynt at taka hædd fyri at tað eru tey ríku og tí kanska klókari foreldrini sum senda síni børn til svimjing, og meta seg hava staðfest at eisini børn at minni væl stillaðum foreldrum kunnu mennast betri, um bara barnið sleppur at svimja. Sí Griffith Institute for Educational Research.

Dagaskil – Quel jour est-il

minigolf eftir regniBartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Eitt tekin uppá eina góða venjingarlegu, haldi eg sjálvur, er tá man ikki hevur dagaskil. Veruleikin, at tað onga ávirkan hevur hvør dagur tað er, er ein serstøk kensla. Man kann tá savna seg um tað sum hevur týdning, tað venjingina og kappingina sum liggur beint fyri framman.

liðmynd canet
Continue reading Dagaskil – Quel jour est-il

Súkklur – vélos

kmj_kaffitysturBartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Fyri at stytta um túrin yvir til svimjihøllina, hava vit leigað okkum súkklur. Tað framúr at súkkla her í Canét. Har er súkklubreyt allan vegin til hylin, og túrurin tekur einans einar 3 minuttir nú. Skjótt er eisini at súkkla oman til promenaduna, um ein er kaffitystur.

sukklur rygg
Continue reading Súkklur – vélos

Gótt lív, très bien – Canet 3

Bartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Lívið á venjingarlegu í Frankarríki er gott. Hotellið er fínasta slag, kømrini hava tað einum svimjara tørvar, song, wifi og eitt stað at heingja svimjiklæðini at turka. Maturin er góður, men sera lokalur, man venur seg spakuliga við hann. Tíbetur er har eisini ‘svimjara matur’ at fáa, so sum pasta og høsnarungi. Eg trúgvi tað hevði verið trupult at fingið nakrar av svimjarunum mettar av øðu, høggislokki og couscous. 😉

Untitled

​Venjingarnar ganga gott, og umstøðurnar eru sum áður nevnt, framúr. Viðvíkjandi veðrinum, so hevur tað verið ógvuliga heitt, burtursæð frá kvøldvenjingini í kvøld, týskvøld, har tað bleiv stormur og fólk vórðu rópt upp. Tíbetur var tað ein 25 metur innandura hylur, ið vit kundi svimja programmið liðugt.

Bonne Nuit

Untitled

Bartal Hestoy bloggar: Dagur 1 í Canet

Lítil “update” frá okkum her í Canet. Sunnudagur 14. juli 2013.

Eftir góðar 24 tímar seinkan komu vit endiliga fram til Canet en Roussillon. Eftir ein flogtúr úr Føroyum eftir midnátt, komu vit fram til Keypmannahavnar út á morgni. Vit fingu nakrar tímar á Hilton, og flugu víðari til Barcelona um 17-tíðina. Í Barcelona bíðaði ein bilur eftir okkum, ið koyrdi okkum teir gott 2 tímarnar til Frankaríkis.

Continue reading Bartal Hestoy bloggar: Dagur 1 í Canet