HM-liðið veðurfast

Hestoy skrivar her á ssf.fo:

Eftir ætlan skulid HM-liðið, undantikið Pál, verið farið úr Føroyum fríggjamorgunin 12. juli, ávegs til venjingarlegu í Canet en Roussillon. Hetta er sama staðið, ið EJM-liðið var á venjingarlegu innan EJM.

Sum kunnugt liggur øll flogferðslan lamin, men vónandi kemur gongd á seinnapartin, soleiðis at vit kunna fáa liðið fram leygardagin 13. juni. Allir luttakararnir fáa beinleiðis kunning um støðuna.

Liðið, ið fer til Canet er Kristian Martin Joensen, venjari og ferðaleiðari. Svimjararnir eru úr Ægir: Birita Debes og úr HS: Poula Ø. Mohr og Bartal H. Hestoy. Í Canet venur liðið saman við íslenska landsliðnum undir leiðslu av Jacky J Pellerin. Liðið fer til Barcelona tann 24. juli.

Børn læra betri um tey ikki skulu sita still í skúlanum

Norðurlendskir granskarar staðfestu á eini ‘konsensuskonferensu’ í 2011, at børn læra betri um tey eru likamliga virkin. Ja faktiskt vit øll, líkamikið aldur. Hartil metir serfrøðin at tað verður meira og meira neyðugt at aktivera børn eisini í sjálvari undirvísingini, til at mótvirka gongdini at tey verða minni og minni virkin. Ein verkætlan er tí til dømis Let Dig hjá Kolding Kommune og øðrum, har tey millum annað hava mennt ein áhugavert iMo Learn innbúgv til skúlan, sum kann brúkast sum stól og borð og kastiamboð og annað, við møguleika at gera tað interaktivt við hjálp av einum iPad. Sera áhugavert, les til dømis amerikanska All Michigan.

Jón Bjarnason eftirmetir venjingarleguna í Canet

Venjingarlegan er nú avgreidd hjá føroyska EJM-landsliðnum í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, og tey eru seinnapartin ávegis til Poznan í Póllandi, har evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar mikudagin 10. juli. Men HM-landsliðið fer skjótt til nágreiniliga sama stað, at venja upp undir HM í Barcelona, og her er tí ein áhugaverd eftirmeting / víðarigeving av ‘nice to know’ frá Jón Bjarnasyni, til Kristian Martin og hini.

Video frá føroyska EJM-landsliðnum í Canet

Føroyska EJM-landsliðið eru sum kunnugt á venjingarlegu í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, upp undir evropeisku juniormeistarastevnuna sum verður í Poznan í Póllandi hin 10. til 14. juli 2013. Tey hava eftir øllum at døma ikki verðins besta internet har suðuri, men Jón Bjarnason hevur tó so megnað at fingið okkum nakrar videoir heim frá lívinum í Fraklandi.

Her eru tað teir fýra kúllarnir sum tosa um Canet og EJM osfr.

Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag)


Continue reading Video frá føroyska EJM-landsliðnum í Canet

EJM-landsliðið á venjingarlegu í Canet

Føroyska EJM-landsliðið eru nú endiliga væl ávegis til Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, eftir at hava verið noydd at bíða í Vágum, vegna mjørka og harav avleiddum seinkingum. Men í gjárkvøldið komu tey so til Keypmannahavnar, og einaferð í dag burdu tey so komið fram til Canet.

Her er ein ‘collaga’ úr flúgvaranum, sum Jón Bjarnason hevur gjørt.

photo

Donsk ítróttarfeløg vilja bjóða lektiuhjálp í felagnum

Tit minnast kanska tíðindini herfyri um at danir nú reformera skúlan, til at børn m.a. skulu fáa motión hvønn dag, og eisini ganga til lektiuhjálp ella aðra, eyka undirvísing. Nú vilja ítróttarfeløg sleppa at bjóða hesar ‘lektiu-caféir’, so at yvirgongdin frá skúla til felag verður smidligari. Sí t.d. Jyllands-Posten

– Det er en mulighed for eleverne at komme ud af skolelokalerne, så der er mere afveksling, og nemmere for dem at komme videre til den idrætsgren, de nu dyrker, når de alligevel er i hallen.

Homework on the beach

(image courtesy of Ingo Bernhardt, CC BY 2.0)

Oftast foreldrini sum hava feilin, um smábørn drukna

Hørð tala, ja, kanska í so hørð … men so siga tey her á 9News

The drowning of a 4-year-old boy in Thornton, Sunday, has the American Red Cross sending a reminder for parents to keep a close eye on their kids at the pool.

“Most cases of drowning occur with kids that are under the age of six due to a lack of parental supervision,” said Wheat Ridge Aquatics Supervisor Barb Kloberdanz.

Donsk skúlabørn fáa nú dagligt tilboð um ítrótt og rørslu

Danska stjórnin hevur júst kunngjørt sín skúlareform, sum millum annað ásetur at børn í donskum fólkaskúlum nú dagliga fara at fáa 45 minuttir av ítrótt og rørslu. Hetta nýtist ikki at vera vanligir ítróttartímar, men kann eisini vera til dømis ein rennitúrur í leypi av degnum, bóltspæl ella okkurt samstarv við ítróttarfeløg í nærumhvørvinum. Skúlarnir skulu eisini bjóða lektiucafé, har næmingarnir skulu møta at gera síni skúlating, ella fáa onkra aðra undirvísing ífall at tey og foreldrini ynskja at skúlatingini verða gjørd heima. Eftir øllum at døma hava tey konservativu blokerað reformin, so at hann fyrst kann koma í gildi aftaná hetta valskeiðið, men tað er so tað. Sí til dømis Politiken, DR og Ministeriet for Børn og Undervisning

Magnus Jákupsson fluttur á NTC

Danska svimjisambandið kunngjørdi í morgun her á svoem.dk, at Magnus Jákupsson er fluttur á teirra Nationale TræningsCenter í Bellahøj, at venja undir leiðslu av høvuðsvenjaranum har, Shannon Rollason. Hópurin í Bellahøj er rættiliga ekslusivur, vanliga bara um 8-10 svimjarar, sum fáa best møguligu venjingarumstøður við høvuðsvenjara og hjálparvenjara og fysioterapeuti og langgeil og so framvegis. Og danir fegnast um fyrrverandi føroyska svimjaran:

Cheftræner Shannon Rollason er glad for den nye tilgang til centeret og udtaler: Magnus er en svømmer med et godt potentiale. Der ligger stadig meget arbejde for at han bliver en international senior top-svømmer, men han har fået en god ballast med fra sin svømmeopdragelse og har helt sikkert nogle rigtig gode forudsætninger med både hans tekniske formåen, hans statur og så kan han lide at træne. Magnus bliver en vigtig del af det herre miljø vi er ved at få startet op på NTC.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM
Continue reading Magnus Jákupsson fluttur á NTC

Prins William: Svimjing er einasti ítróttur sum kann bjarga lívum

Bretski Prins William gevur her sín stuðul til visjónina hjá bretska Amateur Swimming Association, at øll børn skulu hava rætt til at læra at svimja. Hetta eftir at ein kanning herfyri staðfesti, at minni enn helvtin av øllum bretskum børnum í aldrinum 7-11 ár kunnu svimja éina longd í einum 25-metra svimjihyli. Tilsvarandi umleið 1.1 milliónir børn.