Pál á venjingarlegu hjá Denis Cotterell í Avstralia

Pál Joensen er í hesum døgum á venjingarlegu hjá einum av teimum absolutt bestu langteinavenjarunum í heiminum, Denis Cotterell har suðuri í Gold Coast, Queensland. Cotterell er tiltikin fyri at vera venjarin aftanfyri legenduna Grant Hackett, sum vann OL-gull í 1500 metra frísvimjing í 2000 og 2004, umframt silvur í 2008 og onnur heiðursmerki eisini. Hann vandi eisini Sun Yang eitt skifti í fjør, sum síðani vann gull í 400 og 1500 frí á OL í London, og fekk nú 17-ára gamla Jordan Harrison við til HM í summar, við óføru tíðini 14:51.02 (á langgeil) á avstralsku úttøkustevnuni til Barcelona 2013.

Her niðanfyri síggja vit Pál og Denis í (suff) dyrdarveðri á gullstrondini í Avstraliu, Pál heilsar at “Her gongur sera væl. Okur svimja øgiliga hart, næstan hvørja venjing og arbeiða sera nógv við teknikki.”

pal-og-denis

Jeanette Ottesen í ferð við at broyta crawl-teknikk

Danski heimsmeistarin Jeanette Ottesen valdi í mars mánaða at skifta frá at svimja við strektum armi í framføringini, til at svimja við boygdum. Nakað sum kanska ljóðar banalt, sum fyri hana tó merkti at hon í samráð við nýggja venjaran Shannon Rollason ikki fer at royna at verja sítt heimsmeistaraheiti í 100 crawl í summar.

– Det laver fuldstændig om på min crawl, og det betyder samtidig, at han ikke vil have, jeg svømmer 100-meteren, før den nye teknik er fuldstændig indarbejdet, siger hun om planen fra Shannon Rollason, den nye cheftræner på landsholdets træningscenter.

Jeanette Ottesen hevur sambært videoini niðanfyri ‘altíð’ svomið við strektum armi í framføringini, tó sambært grein í Dagens.dk eisini styrkt av at fyrrverandi venjari hennara Paulus Wildeboer helt at tað var ‘the shit’.

– Han laver fuldstændig om på min crawl. Før svømmede jeg med strakte arme. Nu skal jeg svømme med mere bøjede arme. Det troede jeg altid var det hurtigste, men ifølge Paulus (Wildeboer, red.) var teknikken med strakte arme ‘the shit’. Det er dog primært en langdistance-teknik. Sprintermåden er med bøjede arme og høje albuer. Derfor bliver VM til sommer uden danskerens navn på startlisten til 100-m-crawl.

Føroyingar væl betri fyri tekniskt nú, sambært Haljandi

Estiski svimjiserfrøðingurin Rein Haljand vitjaði sum nevnt í Føroyum aftur nú í vikuskiftinum, til at filma og greina svimjiteknikkin hjá nøkrum av okkara frægastu svimjarum. Saman um tikið heldur hann at føroyingar hava gjørt stór framstig tekniskt, síðani hann í 2009 vitjaði okkum fyri fyrstu ferð.

Haljand-test in Tórshavn 4 May 2013
Continue reading Føroyingar væl betri fyri tekniskt nú, sambært Haljandi

Rein Haljand til Føroyar á fjórða sinni

Hetta vikuskiftið vitjar estiski svimjiserfrøðingurin Rein Haljand fyri fjórðu ferð Føroyar, har hann skal filma 11 evnaríkar svimjarar í Svimjihøllini í Gundadali, og síðani greina og greiða teimum frá hvussu tey kunnu gerast enn betur. Hesu ferð er tað ikki Svimjisambandið sum skipar fyri, men trý tey stóru feløgini við Havnar Svimjifelag á odda.

Haljand-test in the swimming pool of Tórshavn

Suðurafrikanski OL-meistarin vitjaði grøvina hjá Alex í Øygarden

Hetta vikuskiftið skipa norðmenn fyri Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial, við imponerandi luttøku serliga frá teimum sum kappaðust við Alex. Báðir OL-meistararnir í bringusvimjing eru har, Dani Gyurta úr Ungarn og Cameron van der Burgh úr Suðurafrika, hin seinni enntá farin frá meistarastevnuni og HM-úttøkustevnuni hjá teimum í Afrika, tí hann vildi til Noregs at heiðra vinmanninum. Í gjár var hann í Øygarden at vitja grøvina hjá Alex, sí grein og video á tv2.no.