Ein fólksligur svimjihylur tekur skap

Tíðindaskriv frá verkætlanarbólkinum

Fyrst í desember í 2012 byrjaði arbeiði at byggja Føroya fyrsta langhyl á Oyrunum í Vági. Men talan er um nógv meiri enn eina svimjihøll við 50 m. svimjihyli, tí svimjihøllin í Vági fevnir sera breitt, er eitt breitt fólksligt tilboð.
Continue reading Ein fólksligur svimjihylur tekur skap

13 staðið lívbjargingarroynd hjá svimjifelagnum Reysti

Svimjifelagið Reysti skipaði fríggjadagin í næstsíðstu viku fyri lívbjargingarroynd har 4 stóðu royndina, og so aftur nú leygardagin fyri roynd so at tilsamans 11 afturat nú kunnu kalla seg fyri dagførdar lívbjargarar, umframt at 2 undir 17 ár stóðu lítlu lívbjargingarroyndina. Tað er Sørin S. Djurhuus starvsnevndarlimur í SSF sum ferðast runt landið, til at døma um lívbjargingarførleikarnar.

reysti-livbjargarar-1

reysti-livbjargarar-2

reysti-livbjargarar-3

reysti-livbjargarar-4

Video frá Svimjidegnum 9. mars 2013

Her eru nakrar videoir frá Svimjidegnum í Fuglafirði hin 9. mars 2013, afturat hinum sum eg legði út í vikuskiftinum. Eg havi klipt okkurt frá, og onkur video liggur eftir har annaðhvørt ljóðið var vánaligt ella myndatólið døggað. Burdi kanska gjørt eina stytri ‘highlight’ útgávu eisini, heldur enn hesir 40 minuttirnir 🙂

(Talan er um ein YouTube playlista, har til ber at hoppa til hvønn aktivitet sær)

7 suðuroyingar staðið lívbjargingarroynd í dag

Meðan 5 av 6 starvsnevndarlimum hjá Svimjisambandi Føroya vóru norðuri í Fuglafirði og avgreiddu breiddartiltakið ‘Svimjidag’ í dag, var sætti limurin Sørin S. Djurhuus í Vági og skipaði fyri lívbjargingarskeiði og -roynd, so at 7 har suðuri nú kunnu kalla seg fyri dagførdir lívbjargarar. Framyvir er ætlanin at allir svimjivenjarar í føroyskum svimjifeløgum skulu taka lívbjargingar-royndina í august heldur enn í desember, so at eingin ivi er um støðuna tá ið svimjiárið byrjar.

4 lívbjargarar í vatni

P1120045

Og 3 afturat á landi

P1120041