Svimjidagur í Fuglafirði hin 9. mars 2013

Svimjisambandið skipar í morgin fyri ‘svimjidegi’ í Fuglafirði, har svimjarar úr ymisku feløgunum møtast til ein stuttleikadag eitt sindur í vatni, men fyri tað mesta á turrum. Tey eru eini 55 børn sum hava meldað til, við byrjan klokkan 13 og so ymiskum aktivitetum inntil eina felags máltíð á Muntra klokkan 16:30. Børnini verða biðin um at verða heitt ílatin, og umframt svimjiklæðir og handklæði, eisini at hava húgvu og vøttir/handskar við. Sí annars viðfestu skrá og bólkabýti.

CIMG1884

Svimjidagur 9. mars 2013 í Fuglafirði

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin hin 9. mars fer Svimjisambandið, saman við Fuglafjarða Svimjifelag, at skipa fyri einum ‘Svimjidegi’ fyri yngru svimjararnar. Á skránni verða ymiskir aktivitetir, bæði inni og úti, í hyli og á turrum, og børnini verða blandað í bólkar, soleiðis at tey kunnu hugna og stuttleika sær saman og koma at kenna hvønn annan tvørtur um feløgini. Vit runda dagin av við eini felags máltíð á Muntra.

CIMG2054

(Mynd frá einum lívligum degi í Fuglafirði í 2009)
Continue reading Svimjidagur 9. mars 2013 í Fuglafirði

SSF á rundferð 2013: FLOT

Starvsnevnd SSF var í gjár í Runavík og vitjaði FLOT, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Fundurin kom at minna nokk so nógv um tann í Leirvík, tí at feløgini eru so lík og tí at vit (ahem, ‘eg’) kanska tóku nakað nógv aftur í tað sum varð tosað um har. Men tað var ein áhugaverdur fundur fyri tað, við nógv látri og løgnum hugskotum eisini.

DSC08754
Continue reading SSF á rundferð 2013: FLOT

Pál og Jón á venjingarlegu í Thailandi

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum saman við danska landsliðnum á venjingarlegu í Thailandi, Pál tí hann venur á NTC (det Nationale TræningsCenter), og Jón sum hjálp nú danir skifta landsliðsvenjara.

Her er ein video sum Pál legði út í morgun, við viðmerking ‘monkey likes coke’

SSF á rundferð 2013: Reysti

Svimjisamband Føroya er aftur í ár farið undir eina rundferð til svimjifeløgini kring landið, til at umrøða ymisk viðurskifti sum viðkoma svimjingina sum heild, og hoyra hvussu støðan er í hvørjum svimjifelagi sær. Fyrsti steðgur var í Leirvík í gjárkvøldið, har vit vitjaðu Svimjifelagið Reysti.

DSC08686
Continue reading SSF á rundferð 2013: Reysti

Rókur og Kristian Martin á venjaraskeið 2 hjá ÍSF

Hetta vikuskiftið skipar ÍSF fyri venjaraskeiði í Havn, kallað “Træner 2”. Hetta er næsta skeið í røðini av grundskeiðum hjá Dansk Idræts-Forbund, eitt sindur ‘back to basics’ fyri okkum báðar Kristian Martin, við tað at hann longu hevur yvirbygningin “Diplomtræner”, og eg hatta har frá Danmarks Idrætsskole Aalborg á sinni. Men rættiliga áhugavert fyri tað, í dag hava vit havt um ítróttarpsykologi í allan dag.

Basic coaching course at the Faroese Sports Federation