Væl avgreitt FINA dómaraskeið í Føroyum, 2. – 3. februar 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya var nú um vikuskiftið vertur fyri FINA dómaraskeiði á Hotel Føroyum, undir leiðslu av FINA dómarunum Carol Zaleski úr USA og Søren Korbo úr Danmark, við luttøku av einum 27 føroyingum, umframt 2 bretum og 2 slovenum. Eitt óført tiltak, haldi eg sjálvur, sum ein av teimum sum luttók hesar dagarnar.

FINA Swimming Officials School in Tórshavn
Continue reading Væl avgreitt FINA dómaraskeið í Føroyum, 2. – 3. februar 2013

Shannon Rollason nýggjur NTC-venjari hjá Danmark

Danska Svimjisambandið kunngjørdi í morgun at nýggi NTC-venjarin verður 40-ára gamli Shannon Rollason, til nú í líknandi starvi á Australian Institute of Sports. Hann er millum annað kendur fyri sítt arbeiði við Jodie Henry og Alice Mills, gullvinnarar á OL í Athen í 2004. Setanin hevur týdning fyri eisini okkum føroyingar, við tað at Pál sum kunnugt venur har á NTC.

DSC01356

FINA-skeið á Hotel Føroyum 2. – 3. februar 2013

DSC01469Frá Svimjisambandinum …

Hey tit

Svimjisambandið skipar fyri grundleggjandi hjálparfólka-/dómaraskeiði á Hotel Føroyum 2-3 februar 2013.
Undirvísarar verða Carol Zaleski, forkvinna og Søren Korbo skrivari í svimjinevndini hjá FINA.

Við hesum skeiði havi vit møguleika at fáa alla dømingina í Føroyum tillagaða teimum hugsanum, ið FINA, altjóða svimjisambandið hevur. Skeiðið er ætlað til hjálparfólki á øllum stigum.
Tað vil siga at byrjað verður við tí grunnleggjandi og síðani verður bygt víðari.

FINA lýsir skeiðið soleiðis:
The purpose of this course is to achieve the following objectives:
· enlarge the number of officials and enhance the quality of the existing officials;
· create a uniform pattern of interpretation and application of Swimming rules, thus raising the quality of officials;
· use the course as an instrument to develop and promote Swimming worldwide.

Pláss er fyri 25 luttakarum úr føroysku feløgunum.
Luttøkan er ókeypis og skeiðið byrjar leygarmorgun og endar sunnudag seinnapart.
Íroknað er skeið, matur (ikki morgunmatur leygardag og døgurði sunnudag eftir skeiðið) og gisting.

Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 28. januar 2013 á ssf@ssf.fo

Sí viðfestu skeiðsskrá

Djóni Dalsgarð

Merkjaskeið 2, 18. – 19. januar 2013

Frá Svimjisambandi Føroya

Merkjaskipan 2

Stað: Tofta skúli
Dato: 18. og 19. januar 2013
Klokkan: fríggjakvøldið kl. 18.30 – 22.00, leygardagin kl. 9.30 – 17.00
Kostnaður: 500 kr.
Konta: at flyta inn á kontu 6460 – 1518455, merkt Merkjaskeið 2
Skeiðshaldari: Rókur í Jákupsstovu
Tilmelding: Send luttakaranøvnini við telduposti til jj1605k4 [kurla] skulin.fo
Freist: Í seinasta lagi mikukvøldið 16. jan. 2013

Umframt undirvísing fæst eisini náttverði, morgunmatur, døgverði og drekkamunnur.

Hetta víðkaða skeiðið er ætlað lærarum, ið hava svimjarar, sum skulu læra svimjigreinirnar.

NB: Fyri at koma á hetta víðkaða skeiðið, er neyðugt at hava gjøgnumført Merkjaskipan 1.

Vegna SSF

Jórun Eið Johannesen
tlf 59.75.58 ella 58.44.73