Ricky Clausen loysir frá posabandinum á Speed Endurance

Annar høvundin á simma.nu/dk leggur nú eftir donsku úrvalsskipanini her á ensku blogguni Speed Endurance, undir yvirskriftini “Would you invest with a presumed ROI of zero?”.

We invest a lot of money (in my country Denmark we spend around 1.200.000 euro centrally every year on the national training center and the national teams and the clubs spend much more combined on their elite programs) and we get nothing in return apart from the “joy of seeing the swims”. There are no resulting sponsorship deals, no increase in spectators for any meets, no rise in the number of members in the clubs, no rise in the quality of any other incentive in swimming and no other reward of any kind except for helping 16-20 individuals (the swimmers and their coaches) achieve their own personal goals. If they perform to a certain extent the national funding body (Team Denmark) will continue to contribute vast resources to (yes… you guessed it): to those 8-10 swimmers…

Jeanette Ottesen hevur brotið tánna

Næstu 4-6 vikurnar kann danski heimsmeistarin Jeanette Ottesen Gray hvørki renna ella svimja ordiligt, tí at hon herfyri kom til skaða í landvenjing. Les Sporten.dk

– I julen lavede jeg jiu-jitsu som alternativ træning. Så var jeg oppe og kæmpe mod en mand, som jeg faktisk var stærkere end. Så tog han fat i min tå og brækkede den

Ottesen hevur eftir øllum at døma longu áðrenn hetta avgjørt ikki at fara at bæði verja sítt heimsmeistaraheiti í 100 frí og luttaka í 50 firvald, av tí at tær báðar kappingarnar liggja samstundis í skránni á HM í Barcelona.

– Jeg har ikke tænkt mig, at gøre som jeg plejer og satse på begge dele. Men meget kommer an på, hvor god form jeg kommer i.

Jeanette Ottesen zoning out at Szczecin 2011

Svim ella spæl teg til betri heilsu

ÍSF skrivar her um áhugaverda gransking tey nú fara undir, at kanna hvussu rørsla ávirkar heilsuna hjá kvinnum. Tey skulu brúka kvinnur í 35-50 ára aldur sum sita nógv og ikki venja regluliga, sum so annaðhvørt skulu svimja ella spæla fótbólt regluliga, ella vera kontrolbólkur við at gera sum vanligt. Og tey fara so at kanna hvussu rørslan ávirkar blóðtrýst osfr, yvirskriftin bendir á at tey vænta sær jaliga ávirkan 🙂

Svim ella spæl teg til betri heilsu

Svimjiskeið á Toftum 4. og 5. januar 2013

Svimjisamband Føroya skipaði í gjárkvøldið og í dag fyri grundskeiði í Merkjaskipanini, í skúlanum og svimjihøllini á Toftum. Tað vil siga skeið um at læra børn at svimja, frá tí at tey eventuelt ikki tora í vatni, til at tey duga at flyta seg ígjøgnum tað. Um tvær vikur verður aftur skeið, tá um tær fýra svimjigreinarnar.

DSC08142

Nøkur pláss eftir á rørsluliðunum hjá HS

Havnar Svimjifelag heilsar:

Enn eri nøkur tøk pláss eftir á væl umtóktu rørsluliðiunum hjá Havnar Svimjifelag fyri fyrra hálvár 2013.

Kostnaður 1.509.-

Tilmelding og online-gjald gjøgnum fylgjandi leinkjur:

  • Lið 1: http://www.askur.fo/dforms/form12108.html
  • Lið 2: http://www.askur.fo/dforms/form12120.html
  • Lið 3: http://www.askur.fo/dforms/form12132.html
  • Lið 4: http://www.askur.fo/dforms/form12144.html

Anders Lie fingið 4-ára scholarship á Michigan University

Frederiksborg Amts Avis veit at siga at danski OL-svimjarin Anders Lie hevur fingið scholarship á Michigan University, har hann tey næstu 4 árini skal ganga í skúla og svimja hjá Michigan Wolverines, undir leiðslu av tiltikna venjaranum Mike Bottom. Dreymurin hjá Lie er at náa einum finaluplássi á OL í Rio um 4 ár.

– Jeg træner frem mod OL i Rio, hvor jeg prøver at nå en finale. Jeg håber, college-tiden kan løfte mit niveau. I hvert fald træner jeg ikki længere for at kunne være med, men for at være med i toppen.

Børn ið læra tíðliga at svimja mennast skjótari

Gransking á Griffith University í Avstralia bendir á, at børn sum læra at svimja áðrenn tey eru 5 ár, eisini nema sær nógvar aðrar førleikar skjótari enn tey børn sum ikki lærdu at svimja so tíðliga. Fyrst granskaðu tey svar frá foreldrum at 7.000 børnum undir 5 ára aldur í Avstralia, Nýsælandi og USA, og síðani nærkannaðu tey 180 børn í 3-5 ára aldur, við niðurstøðu at svimjararnir ikki bara vóru betri fyri motorisk, bæði í vatni og á landi (eftir øllum at døma líka við undantaki av bóltførleikum :-), men at tey eisini vóru yvir miðal tá ið tað kom til málførleikar, vit og sosialar førleikar. Eisini um man tók hædd fyri hvussu væl familjurnar vóru fyri, hjá børnunum. Her skal nokk fyri ordans skyld nevnast, at granskingin varð stuðlað av eini røð av stovnum við tilknýti til svimjing. Sí The Daily News of Open Water Swimming og Griffith News: “Swimming kids are smarter”

Watch your back !

Wildeboer gevst í Danmark, fer til Avstralia

Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer hevur nú eisini valt at siga upp sítt starv sum høvuðsvenjari á ‘det Nationale TræningsCenter’ (NTC) í Bellahøj, har millum annað Pál Joensen venur. Hetta boðar danska svimjisambandið frá í tíðindaskrivi; Paulus hevur tikið av einum tilboðið frá Swimming Queensland og Australian Swimming, at taka sær av venjingini har frá fyrst í 2013 til síðst í 2016.

DSC01443

Danska svimjisambandið sigur seg hava eina stóra avbjóðing, nú tey heilt skjótt skulu finna bæði ein nýggjan landsliðsvenjara og ein nýggjan NTC-venjara, áðrenn Wildeboer gevst, síðst í januar mánaða. Og lat tað verða sagt, at danski venjarahópurin hevur givið Wildeboer allar orsøkir til at finna sær okkurt annað, tá ið t.d. Thomas Jannson herfyri beinleiðis bað hann gevast, alment.