So er tað Aquaclinic 2012

Í morgin er síðsta freist at melda rættstundis til Aquaclinic 2012, sum er árliga ráðstevnan hjá dønum fyri svimjivenjarar (og leiðarar). Í ár er stevnan (sum í 2010) á Hotel Ny Skovlund í Holstebro, vikuskiftið 7. – 9. september 2012. Høvuðssrøðarar eru svenska Anne Forsell sum gott sum altíð hevur verið venjari hjá Stefan Nystrand, umframt Peter Stymne, Simon Sjödin og øðrum, umframt skotski Patrick Miley sum venjari og pápi at Hannah Miley.

Aquaclinic 2012 á svoem.org

TV2 um hvussu Pál hevur vant saman við Mellouli

Áhugaverd grein her á tv2.dk, um hvussu Pál hesar seinastu mánaðirnar hevur vant saman við tunesiska OL-meistaranum í 1500 metra frísvimjing, Oussama Mellouli … eisini tí at hóast Mads Glæsner hevur verið við líka langt sum Mellouli, so verður hann her bara lýstur sum tann ið fekk samband millum danska OL-hópin og Mellouli.

“Jeg træner normalt meget alene, men det har været godt at have nogen at svømme med, og det gælder sådan set hele det danske landshold,” siger Joensen.
Joensen og Mellouli har mere eller mindre fulgt det samme program op til OL, og de har naturligvis også svømmet om kap undervejs.
“Jeg har da slået ham nogle gange, men han har altså også slået mig,” siger færingen.

Pál og Ous í Rijeka

Stór grein um Pál í Idrætsliv: OL Special 2012

Hygga síggj, danir hava avsett 2 av 52 síðum til Pál í nýútkomna Idrætsliv: OL Special 2012, sum er blaðið hjá danska ítróttarsambandinum. Og stavað navnið rætt ! 🙂

“I en svømmehal i en færøsk bygd med 1.200 indbyggere pisker en OL-svømmer med reelle medaljechancer rundt i bassinet. Pál Joensen, so ved OL stiller op under dansk flag, er mod al sund fornuft blevet en af verdens bedste svømmere og naturligvis nationalhelt på Færøerne”

Pál í Idrætsliv: OL Special 2012

Lívið sum svimjari gevur eisini yvirskot

Góð grein her í Dagbladet um evropameistaran Sara Nordenstam, har hon millum annað greiðir frá skelkinum tá ið Alexander Dale Oen doyði; at ítrótturin knappliga bleiv rættiliga óbetýðiligur í mun til tað, men at tey tó so valdu at koyra víðari til at heiðra honum.

Nordenstam's tribute to Alex after her Debrecen win

Eitt serliga áhugavert er hetta um skiftið til at brúka ‘alla’ tíð uppá svimjing, at hon faktiskt fekk meira tíð burtur til yvirskot, tí at henna lív tá var sett í skema. Tað er jú so, at ein svimjari sum kanska hevur 2-4 venjingar í leypi av einum vikuskifti, ofta fær meira burtur úr tíðini inn í millum, enn tann sum bara situr og hongur.

– Jeg var en 20-timers utøver, men måtte bli en 24-timers utøver. Alt jeg gjør må ha en hensikt.

– Så du sa farvel til livet utenfor svømmehallen?

– Det kan man lett tro. Men venner og familie sa at jeg aldri har sprudlet så mye som i tiden etter at jeg tok den avgjørelsen. Jeg har aldri hatt mer tid, fordi jeg for første gang begynte å planlegge alt. Jeg har aldri vært i bedre humør.

Lars Johansen um ‘fenomenið’ Pál Joensen

Ógvuliga áhugaverd video her sum Jón tók í Flagstaff, har hann tosar við Lars Johansen ítróttarfysiolog hjá Team Danmark, sum nú nærmast burturav tekur sær av at fylgja við danska OL-landsliðnum í svimjing. Um hvussu svimjararnir sova við svøvnmátarum, og um hvussu Pál (og Jón) av einhvørjari orsøk ikki verða líka hart merktir av iltmangul í fjøllunum, sum danir og onnur fólkasløg.