Alex doyði av einum blóðtøppi í hjartað

Silver medallist Alexander Dale OenNorðmenn hava fyri løtu síðani almannakunngjørt frágreiðingina frá líksýninum av Alexander Dale Oen, og staðfesta at hann doyði av blóðproppi í einum av kransæðrunum runt hjartað. Tað vísir seg at Alex hevði eina álvarsliga hjartasjúku í hesum æðrum, at trupulleikarnir hann hevði við økslina væl kunnu hava havt samband við hetta, og at skaði var á hjartað sum bendir á at hann hevði havt smáar blóðtøppar 1-2 mánaðir áðrenn. Lesið heldur t.d. her á NRK, til at fáa røttu søguna, ella hyggi at pressufundinum á tv2.no.

Photo courtesy of Helgi Haldórsson, CC BY-NC-ND 2.0

Tórshavnar Kommuna sett nevnd at fyrireika langhyl

Lesið her á kringvarp.fo, nevnd er nú sett at fyrireika høllina ið skal hýsa 50 metra svimjihylinum í Gundadali í Havn. Ætlanin er at byggja høllina har ÍSF-húsið nú stendur, sum merkir at tað annaðhvørt skal flytast ella bara rívast niður.

langhylur-i-havn

Í bygginevndini sita Jógvan Arge, Bogi Andreasen og Elin Lindenskov fyri Tórshavnar býráð, Eydna Justinussen, fíggjarleiðari í kommununi, Harald Bjørgvin, húsavørður, og Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini, ið er formaður. Rágevar eru Jón Hestoy úr Svimjisambandinum og Eyðun Húsgarð úr Havnar Svimjifelag.

Der Spiegel til Vágs at tosa við Sander um Alex

Hygga síggj, týski miðlarisin Der Spiegel hevur gjørt avtalu við Sander E. Smørdal um at koma ein túr til Suðuroyar at tosa við hann, um góða vinin Alexander Dale Oen ið doyði herfyri. Tey høvdu ætlað at heilsa uppá hann í Noregi, men hann er jú avloysari fyri Jón Bjarnason í Suðuroyar Svimjifelag, so nú verður tað her í staðin.

Pál og Jón vitja Grand Canyon

Pál Joensen og Jón Bjarnason venja í løtuni í Flagstaff aftaná at hava verið í Leadville í eina viku. Tað hoyrir við at vitja Grand Canyon tá man er í norður Arizona. Sovorið skal síggjast, hvis møguleiki er fyri tí. Her síggja vit steinin Jón lovaði at heinta.


Continue reading Pál og Jón vitja Grand Canyon