OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru í dag til Danmarkar, ávegis á hæddarlegu í USA saman við danska OL-landsliðnum í svimjing, at venja saman við evropameistaranum Aschwin Wildeboer og olympiska meistaranum Oussama Mellouli.

DSC03347

(Mellouli og Joensen heiðursmerki í Canet í 2010)
Continue reading OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum

3 áhugaverdar “Speaker’s Corner” røður um svimjiførleika

Teir tríggir Jon Hestoy, Ilkka Keskinen og Hafþór Gudmundsson tosaðu um svimjiførleika hjá børnum í Føroyum, Finnlandi og Íslandi, á “Speaker’s Corner” tiltakinum uppi á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, sum liður í norðurlendsku ráðstevnuni um grundleggjandi svimjiundirvísing. Har var eitt sindur av larmi í hølinum, men eg haldi at tit hoyra tað allíkavæl.

Jon Hestoy


Continue reading 3 áhugaverdar “Speaker’s Corner” røður um svimjiførleika

Fleiri og fleiri danir svimja ella spæla fótbólt

Nýggjasta uppgerð frá danska ítróttarsambandinum vísir stóra framgongd í limatølunum hjá danska svimjisambandinum og fótbóltsambandinum, meðan tað gongur eitt lítið sindur afturá hjá golf, og meira hjá hondbólti, badminton og tennis. Tey halda at tað kanska eru vegna tey góðu úrslitini í svimjing og fótbólti at tað gongur framá hjá hesum, sum tó ikki heilt forklárar afturgongdina í tennis.

10 tey størstu sersambondini í DK í 2011

  1. Fodbold 356.754 (+13.799, +4,02%)
  2. Golf 157.496 (-588, -0,37%)
  3. Svømning 146.103 (+9.515, +6,97%)
  4. Gymnastik 129.876 (+5.086, +4,08%)
  5. Håndbold 113.323 (-1.605, -1,40%)
  6. Badminton 90.967 (-3.597, -3,80%)
  7. Arbejderidræt 79.032 (+4.716, +6,35%)
  8. Ridning 73.023 (-1.214, -1,64%)
  9. Tennis 60.414 (-2.127, -3,40%)
  10. Sejlsport 56.624 (-1.663, -2,85%)

Saman um tikið er framgongdin í teimum 61 sersambondunum tilsamans 13.494 í 2011, ið bendir á at tað meira eru fótbólturin, svimjing, fimleikur og ‘arbeiðaraítróttur’ ið halda tørn og mennast, enn at tað soleiðis sum heild gongur framá. Les jp.dk

Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Íslandi

Svimjarar á 1. og 2. liði hjá Havnar Svimjifelag er í hesum døgum á venjingarlegu í Havnarfirði í Íslandi, sum tit kunnu lesa nógv meira um á www.havnarsvimjifelag.com. Tey venja á langgeil, og nøkur av teimum fara síðani at kappast á Íslendsku Meistarastevnuni á langgeil, sum verður í Laugardalslaug hin 12. til 15. apríl 2012 (sí startlista her), meðan restin fer heim at kappast á stevnu í Havn hin 14. til 15. apríl. Svimjararnir skriva dagbók á heimasíðuni hjá HS, sí dag 1, dag 2 og dag 3-4.

CIMG3683

(Høllin í Hafnarfirði)

Tórshavnar Kommuna fer at viðgera 50 metra svimjihøll í kvøld

Á býráðsfundi hjá Tórshavnar Kommunu í kvøld er ein ætlaður langhylur á skránni; í høvuðsheitum eftir uppskoti frá Havnar Svimjifelag, at byggja nýggja høll vestanfyri verandi svimjihøll, heldur enn at leingja verandi stutthyl.

langhylur-i-havn
Continue reading Tórshavnar Kommuna fer at viðgera 50 metra svimjihøll í kvøld