Tórshavnar Kommuna fyrireikar 50 metra svimjihyl (!)

Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at fara undir eina svimjihøll við 50 metra hyli, sigur nevndarformaðurin Jógvan Arge. Nevndin samtykti at játta 500.000 krónur í 2012 til fyrstu fyrireikingarnar av høllinum, har ein kommunal bygginevnd í fyrsta umfari skal útvega byggiskrá og kostnaðarmeting. Støða er ikki tikin til var høllin skal byggjast; men Havnar Svimjifelag hevur av sínum eintingum víst á møguleikan at byggja hana við núverandi svimjihøll í Gundadali, og hetta uppskot verður nú partur av grundarlagnum fyri víðari arbeiðnum. Les meira her á Vágaportalinum.

Úr fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2012 (s. 103)

Sett verður í gongd arbeiði at fyrireika nýggjan 50 metra svimjihøll, sum lýkur altjóða krøv
og sum nøktar samlaða tørvin á svimjing bæði hjá íðkarum og almenninginum. Settar eru 5
mió kr. av til endamálið í 2012.

Friis og Ottesen um venjingarlegu og bretsku ‘trials’

Lars Sørensen tosar her við donsku heimsmeistararnar báðar, Jeanette Ottesen og Lotte Friis, um júst avgreiddu hæddarlegu í Spania og Suðurafrika, og um vánirnar nú tær fara til úttøkustevnuna hjá bretum í OL-høllini í London. ‘Estiski vinurin’ sum tey tosa um er Rein Haljand, ið sum kunnugt hevur vitjað eisini her heima nakrar ferðir, hann var í Spania og testaði har eisini Pál Joensen.

Jón skrivar um hæddarleguna á Suðurrás

pal-og-wildeboersÁhugaverd grein her á Suðurrás, har Jón Bjarnason greiðir frá hæddarleguna fyrst 2 vikur í Sierra Nevada í Spania og síðani 2 vikur í Pretoria í Suðurafrika.

“Longu eftir 3 dagar kundi okur byrja at venja nokk so hart, har onnur brúktu 5 og 6 dagar. Okur venja 2-3 ferðir í hylinum og eina styrkivenjing um dagin. Til hetta krevst nógv orka, og tað at okur eru høgt uppi, ger eisini sítt. Eg kann til stuttleikar nevna, at eg fyrstu vikuna slapp av við yvir 5 kg av yvirvekt, so her er eitt gott boð uppá ein slankikur tykur”

Les meira her á Suðurrás

Pál 5000 metrar á langgeil uppá 54:00,18

Heilsan frá Jón úr Suðurafrika:

5000m test í gjár, Pál svam 54:00,18 og er tað betur enn nakar dani hevur gjørt. Til dømis kann sigast at seinastu 3000m hjá Páli vóru 50 sek skjótari enn besti 3000m testurin hjá donsku harrunum (Glæsner & Lie) nakrantíð hava gjørt.

Tá skal sigast, at hetta er í hæddunum har suðuri í Afrika, 34 gradir og 1800 metrar uppi, sambært serfrøðingum har reelt nærri 2000, tá ið tað er so heitt.

I ate a croc

(og teir hava eftir øllum at døma tíð til annað eisini 🙂

Adolph Kiefer um týdningin av at kunna røra seg í vatni

Fyristillið tykkum, hann setti heimsmet sum 15 ára gamalur, vann gull á OL í Berlin í 1936, tá ið Hitler ráddi fyri borgum har. Segði nei takk til at fara til ‘audition’ at verða Tarzan fyri heldur at melda seg í US Navy og luttaka í 2. veraldarbardaga. Bygdi upp eina lívbjargingarskipan í sjóverjuni eftir at tey høvdu staðfest at fleiri har doyða av at drukna enn av kúlum, og stóð so sjálvur fyri at fáa 30,000 marinarar gjøgnum skipanina. Bygdi upp fyritøkuna Kiefer, sum er ein av teimum heilt stóru innan svimjiútgerð. Var við til at fáa fleiri svimjihyljar bygdar í Chicago, so at børn kundu læra at svimja.


Continue reading Adolph Kiefer um týdningin av at kunna røra seg í vatni

Svimjing skal vera fyrimynd hjá hondbóltinum

Hannis P. Wardum hugleiðir á heimasíðuni hjá hondbóltsambandinum, at føroyskur hondbóltur er á veg úr einum aldudali. Men tey sakna umstøður at venja í. Sum er fáa dreingir 14 ár bert 2 tímar í høll. Hann ynskir tí meira venjing, avbjóðingar til tey ungu og vilja hjá tí einstaka.

“Vit síggja tað frá eitt nú svimjing og rógving, har einstaklingar ofra seg fyri teirra ítróttargrein og tað ber á mál. Tað krevur ómetaliga nógva orku og tíð, men tað ber til !”

Kelda www.hsf.fo

Video hjá ‘Kobba’ frá venjingarleguni í Florida

Íslendski Jakob Jóhann Sveinsson hevði videotólið við tá ið hann og (íslendsku) Ægir og tveir føroyingar fóru til Florida á venjingarlegu nú í jólaferiuni 2011-2012. Um tit hyggja væl so síggja tit bæði Óla Mortensen og Alva Hjelm á felagsmyndunum, tveir ungar garpar sum kláraðu seg væl nú á Ægir-stevnuni um vikuskiftið 🙂

Væleydnað kunningarferð um Føroya fyrsta langhyl

Frá verkætlanini Svimjihøllin á Oyrunum

Seinastu vikuna hava fyrireikararnir til Føroya fyrsta langhyl verið kunningarferð í Suðuroynni.

Vitjað var í øllum kommunum í oynni og framløgur vóru í Sumba, í Vági, í Porkeri, í Hovi, í Fámjin, á Tvøroyri og í Hvalba.

Áhugin fyri Føroya fyrsta langhyli er stórur og varð eisini tikið sera væl ímóti verkætlanarbólkinum á kunningarferðini í Suðuroynni.


Continue reading Væleydnað kunningarferð um Føroya fyrsta langhyl