Lotte og Rikke seta upp ilttelt á hæddarlegu

Video her frá donsku leguni í Sierra Nevada, har tey vísa fram iltteltið sum Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen skulu sova í, næstu 2 vikurnar. Tey eru longu í 2300 metra hædd, men vilja tó kvinka hæddina eitt sindur longur upp, til einar 3000 metrar. Og møguliga eisini (nú giti eg) stabilisera hæddina, tí Bjarnason fortaldi mær í gjár at hædd er ikki fysisk hædd – av tí at Sierra Nevada er fjallalendi, so kann ‘hæddin’ variera frá 2300 tann eina dagin til 2700 tann næsta, vælsagtans alt eftir hvussu lufttrýstið er. Í mun til nógv meira javna hædd í Flagstaff yviri í Arizona, av tí at tann hæddin er á einum ‘plateau’.

Pál og Jón komnir fram til Sierra Nevada

Tað hevur verið enn ein rættiliga typiskur túrur hjá Páli og Jón, nú teir skuldu ferðast úr Keypmannahavn til Sierra Nevada við ferðaeydnuni hjá Jón. Tað vil siga 5 tímar seinking í Kastrup, áðrenn teir kundu koma ov seint til Madrid, so at tey máttu taka eitt hotell har frá umleið kl 2:30 til kl 06:30, og so flúgva víðari kl 08:05 til Sierra Nevada, í einum so lítlum flúgvara at tey ikki øll sloppu við. Men nú eru tey so vist nokk øll komin fram, og sum tit síggja so hevur Pál í øllum førum sæð hylin.

pal-og-aschwin-i-sierra-nevada

Húsagangurin hjá Spanair rakar Sigma Nordsjælland

Ekstra Bladet skrivar her at 20 úrvalssvimjarar og 2 venjarar frá Sigma Nordsjælland komnir í neyð, nú húsagangurin hjá Spanair merkir at teirra flogferðaseðlar niður til tvær vikurs venjingarlegu í Malaga eru burtur. Tey noyðast avstað, heilsar formaðurin Lone Olzcyk, men tað verður dýrt. Sigma Nordsjælland er fyrrverandi felagið hjá Lotte Friis, har juniorsvimjararnir Andreas Schillerup og Julie Aglund venja.

Pál á venjingarlegu í Spania og Suðurafrika

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum á veg til Sierra Nevada á hæddarlegu, Pál eftir fyrst at hava verið til onkra test og vant saman við danska landsliðnum í Keypmannahavn, og Jón nú á veg úr Føroyum. Teir skulu vera fyrst 2 vikur uppi í hæddunum í Sierra Nevada fjøllunum í Suðurspania, í umleið 2300 metra hædd, og síðani 2 vikur í Pretoria í Suðurafrika, sum er í umleið 1800 metra hædd (og uttandura).

Her í videoini hevur danski sportsjefurin Lars Sørensen fingið orð á Pál, í sambandi við venjing í úrvalsdeplinum hjá danska svimjilandsliðnum í Bellahøj.