Rikke Møller Pedersen vísir fram sítt ilttelt

Danska svimjisambandið koyrir eina alvorliga víðkaða útgávu av hæddarvenjing, har tey út yvir traditionellu hæddarlegurnar í t.d. Flagstaff eisini brúka undan-hæddarlegu í eyka høgari hædd (seinast Leadville), og at sova í iltteltum áðrenn og eftir legurnar. Her er tað bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen sum vísir okkum sína heimaútgerð.

Svimjihøllin í Klaksvík stórar ætlanir

Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini, sigur at ein langtíðarbyggiætlan er fyri svimjihøllini í Klaksvík. Ætlanini er at útbyggja svimjihøllina, soleiðis at hon verður breiðari og rúmligari. Hetta fer at geva pláss til kaffiteriu, fitness-sentur og eitt vælveruhøli. Hetta er eisini partur av eini heildarætlan, ið hevur til endamáls at gera ein ítróttarligan miðdepil í Djúpumýru. Les Norðlýsið

DSC04220

Video frá tá ið Frans og hinir vandu styrki í Flagstaff

Meini at tað er Rikke Møller Pedersen sum her filmar og prátar við Daniel Skaaning, Frans Johannesen og Anders Lie, meðan teir venja styrki í Flagstaff. Hetta eru hinir sum danska svimjisambandið satsar uppá til eina 4×200 frí liðsvimjing á OL í London, afturat Mads Glæsner og Pál Joensen.

Lív E. Eidesgaard í Strok

Barnablaðið Strok hevur í nýggjastu útgávu eina stóra grein um 12 ára gomlu Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er so mikið seriøs við síni svimjivenjing, at hon fyri tíð síðani valdi at byrja at pendla úr Havn til Suðuroyar hvørt vikuskifti, til at fáa eyka góða venjing har suðuri. Tað er 16 ára gamla Joan Kristina í Jákupsstovu sum skrivar.

Lív í Strok

MK31 nú eisini undir VAT (har Magnus venur)

Ikki soleiðis ekstremt viðkomandi tíðindi fyri okkum í Føroyum, men stuttligt at síggja Magnus nevndan sum ein av profilunum á liðnum hjá (besta danska svimjifelagi) VAT:

Det nye startfællesskab råder over svømmere som Mads Glæsner (der allerede er kvalificeret til OL i London) Jakob Andkjær, Daniel Skaaning, Anders Jensen, Anna-Maria Svanbergsson, Morten Klarskov, Magnus Jakupsson, Søren Dahl og Jonas Sørensen, der alle er medaljetagere ved danske og/eller internationale mesterskaber.

VAT og SwimNews.dk

68 ára gamla Dr. Katz heldur pensionistar sunnar við svimjing

Ógvuliga positiv video her, við fyrrverandi OL-svimjara Dr. Jane Katz, professari í heilsu og venjing, sum í New York dagliga stríðist fyri at halda pensionistar sunnar og mótvirka teirra aldursteknum, við at skipa fyri svimjing. Via ABC News.

video platformvideo managementvideo solutionsvideo player

Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Pál Joensen og Jón Bjarnason høvdu í farnu viku vitjan av einum týsk-iranskum lækna kallaður Dr Homayun Gharavi, ið teir fyrstu ferð møttu í 2010, á “Battle Camp” í Potsdam og síðani á Mare Nostrum í Monaco. Eg fór sjálvur suður í barnadóp sunnudagin, og slapp tá at uppliva síðstu venjing har suðuri leygarkvøldið, umframt at gera hesar báðar samrøðurnar við “Homer” umborð á Smyrli á veg heim aftur sunnukvøldið.

Fyrsta video er mest um hvør hann er, hvat hann ger og hvat hann heldur um sítt yrki. Hartil eitt lítið sindur um vikuna í Suðuroy, inntil eg uppdagaði at videotólið manglaði streym.


Continue reading Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann

Garvill søga her á thestar.com, um Cecil Russell ið fekk lívslangt bann í 1997 fyri at vera uppi í einum altjóða steroid-smuglara-ringi. Og sum sama ár viðgekk at hava hjálpt einum felaga við at brenna og beina burtur eitt fólk sum hesin hevði dripið. Og sum hevur sitið 4 ár í fongsli í einum narkotikamáli. Fyri síðani at fáa bannið lyft í 2005 og so álagt aftur í 2007, eftir at fleiri skjøl komu fram í málinum.
Continue reading Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann