Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, vísir her lokalum fólkum í Leadville, hvussu hansara svimjarar venja. Hann greiðir frá, at gamla mytan um, jú harðari tú venur tess betur verður tú, er skeiv. Í hansara huga eigur tað at vera, at tess betur tú venur, tess betri verður tú. Wildeboer leggur aftrat, at fyrr hevði man nógva aeroba venjing, áðrenn man gjørdi anaeroba venjing. Nú verður anaerob venjing lagd í venjingini beinanvegin. Í videobrotinum verður víst dømi uppá hetta. Man sær eisini Wildeboer fýsa eftir Lotte Friis (6 min 50 sek).


Continue reading Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Minnist til trygdina, og serliga umsjón !

Tíðliga mánamorgunin ‘after pool hours’ var 22 ára gamli James Rigg funnin druknaður í svimjideplinum hjá Arizona State University, sambært líkskeranum deyður av ‘accidental drowning’, hóast hann var fyrrverandi úrvalssvimjari har og sambært venjarum sínum “a phenomenal underwater athlete”. Les SwimmingWorld Magazine.

Og síðsta hósdag forsvann 42-ára gamli svenski films-instruktørurin Daniel Lind Lagerlöf, eftir øllum at døma tí at hann datt á sjógv og bleiv sogin burtur av streyminum við Tanumshede. Hann hevur millum annað gjørt fleiri partar av krimirøðunum Beck og Wallander, og var nú á uppgávu har úti á klettunum, at gera research til eina nýggja krimi. Løgin søga annars afturat hesum, at tá ið løgreglan leitaði eftir honum, komu tey fram á kropslutir sum tey meta vera ein brotsgerð. Les t.d. Goteborg Daily.
Continue reading Minnist til trygdina, og serliga umsjón !

Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Áhugaverd grein og videobrot her á 9news.com, um hvussu Paulus Wildeboer fyri triðju ferð hevur tikið danska landsliðið og onnur við sær til fyrrverandi silvurnámsbýin Leadville, 3000 metrar uppi í Colorado-fjøllunum, at venja í eyka høgari hædd. Tað er ein rættiliga avanserað hæddarvenjingarteknikkur sum hann hevur uppbygt, ið umfatar at fyrireika seg í iltteltum áðrenn, fara upp í hasa heilt høgu hæddina, og síðani niður aftur í meira vanligar 2000 metrar, og síðani aftur at sova í iltteltum, til at fáa so góða effekt sum gjørligt.


Continue reading Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Pál Joensen undir pressi í Potsdam

Pál Joensen er hendan mánaðin í Potsdam, tríggjar vikur upp undir World Cup í Stokkhólmi (minus eitt lítið svipp til Føroyar ísv landsdystin), har hann av sonnum verður pressaður av venjaranum Jörg Hoffmann. Vit tosa um tríggjar ferðir venjing um dagin, umframt ymiskt annað stuttligt sum ein kapping í Berlin í dag har Pál svam 100 + 200 + 400 + 1500 frí og 400 blandað, og vann alt uttan 200 frí. Tíðirnar vóru 51.96 í 100 frí, 1:52.11 í 200 frí, 3:50.62 í 400 frí, 15:15.46 í 1500 frí og 4:34.12 í 400 blandað, alt á stuttgeil, har Jón Bjarnason úr Calella viðmerkir ‘ikki nakað at reypa av, men nokk til at vinna’, og at 200 meturin reyk tí at 1500 frí var beint áðrenn. Og á ja, so vandi hann millum kappingarnar 🙂

Pál Joensen - The Most Talented Faroese Swimmer Ever

Lív E. Eidesgaard skiftir til Suðuroyar Svimjifelag

Lív E. EidesgaardSvimjisambandið fekk her í vikuni fráboðan um, at Lív E. Eidesgaard skiftir felag frá Havnar Svimjifelag til Suðuroyar Svimjifelag, í øllum førum hetta til árslok. Lív er framhaldandi limur í Havnar Svimjifelag og býr og gongur framvegis í skúla í Havn, men fer fram til jóla at venja hjá Jón Bjarnasyni í Vági í vikuskiftunum. Mitt í viku venur hon framvegis í Havn, leisturin er gjørdur í samráð við venjarar og nevnd í báðum feløgum. Lív umboðar fyrstu ferð SuSvim á úttøkustevnuni til NJM/EM í Klaksvík hin 29. til 30. oktober 2011.

Her niðanfyri er innslag sum KVF gjørdi um Lív hin 12. september 2011.

Nú skal langhylur gerast í Havn

Portalurin veit í kvøld at siga, at Tórshavnar Býráð nú hevur sett hol á ætlanina at gera langhyl í Havn. Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 er løgd fyri Býráðið í kvøld og har stendur, at næsta ár skulu fimm milliónir setast av til nýggja svimjihøll. Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum leysliga mett kostar 30-40 milliónir, og borgarstjórin ávarar um at enn er óvist nær hon er liðug, kanska serliga um hon verður liðug til 2013 sum onkur hevur sett nøsina upp í móti.