Kundi tú hugsað tær at svomið á college í USA ?

Okkurt spennandi er á veg á www.collegeophold.dk, til at víðka um vitanina um teir møguleikar sum eitt uppihald á amerikanskum college bjóðar. Bakmennirnir eru millum annað donsku landsliðssvimjararnir Jakob Andkjær og Mathias Gydesen, sum báðir hava svomið á college í USA, og sum á hendan hátt ætla at hjálpa øðrum ungum yvirum. Les meira her á SwimNews.dk.

Norskur fótbóltur er ikki úrvalsítróttur, sigur (svimji)venjari

Simma.nu/no vísir í morgun á eina stuttliga grein í Bergensavisen, har venjarin hjá Bergens Svømme Club greiðir frá satsingini hjá ryggsvimjaranum Lavrans Solli fram ímóti OL í London. 19-ára gamli ryggsvimjarin hevur ikki klárað kravtíð enn, men fer nú komandi árið at venja upp í 40 tímar um vikuna tá ið mest stendur á, í vón um at sleppa við. Ein nøgd sum venjarin ikki heldur vera ógvuslig um man samanber við veruligan úrvalsítrótt, heldur enn til dømis fótbólt.

Greinin er stroydd við gullkornum sum t.d.:

– Vi må sammenligne oss med syklister, skiløpere, roere – ja, folk som virkelig trener. Vi kan ikke sammenligne oss med noen som trener halvannen time hver dag og tror de driver med toppidrett. To timer om dagen er ingenting. Da er det jo 22 timer igjen av dagen. Trener man åtte, har man fortsatt 16 timer igjen. Men man må naturligvis jobbe med ulike ting og legge treningen opp allsidig for å klare det,”

Continue reading Norskur fótbóltur er ikki úrvalsítróttur, sigur (svimji)venjari

Avstraliarar koyra nú allan hylin í eitt ilt-telt

NSW Institute of Sport og Altitude Technology Solutions avdúkaðu í dag eina hæddarvenjingarloysn til Sydney Olympic Park, har tey koyra eitt telt út yvir tvær 25 metra geilir, fyri síðani at minka om oxygen-innihaldið í tí rúminum. Nýkosni heimsmeistarin í 100 frí, James Magnussen, sigur at hann fer at brúka hetta regluliga, sum ein ið annars ongantíð hevur roynt hæddarvenjing. Les t.d. SwimNews.com og Yahoo! Sports, og sí myndir á Facebook.

“It’s definitely going to contribute (to training for London),” Magnussen said. “I don’t think this itself will be a gold medal winner, but combine this with my training program I’ve got already, we’re definitely well on the way.”

Heðin Mortensen ætlar at byggja ein nýggjan svimjihyl í Havn

3-2 sendi í gjár eitt prát við Eyðun Húsgarð, formann í Havnar Svimjifelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um trongu umstøðurnar í svimjihylinum í Gundadali.


[Heðin Mortensen og Eyðun Húsgarð. Mynd Jan Arnskov]
Continue reading Heðin Mortensen ætlar at byggja ein nýggjan svimjihyl í Havn

Og hvussu nógv trenar so ein dáma sum Keri-Anne Payne ?

Spurningar og svar her á www.keriannepayne.co.uk, um hvussu nógv hon venur, um hvat hon hugsar um meðan hon svimur, og um hennara bestu ráð til at betra um ein 1500 metur: “A 1500m has 59 turns, improve each by 0.5sec and you can drop by 29.5secs without trying harder!”

Q: How many hours a week do you train?

A: I swim 25hrs in the pool, 10 x 2 and a half hour sessions, gym 2hrs of mainly cardio workouts, pre-pool work for roughly 5hrs which is injury prevention exercises. Total 33hrs!

Her niðanfyri er tað hon og Liam Tancock sum eru í holtur við okkurt ‘photoshoot’ fyri Speedo. Keri-Anne Payne varð har heimsmeistari í 10 km havsvimjing, og Liam Tancock í 50 metrar rygg. Eins og í Rom í 2009, har tey bæði eisini vunnu gull í nágreiniliga somu greinum.

Altjóða ráðstevna í Svøríki í januar

12. – 15. januar 2012 fer Stadshallen/Högevallsbadet í Lund at hýsa fyrstu “World Aquatic Development Conference“, fyriskipað av rættiliga nýstovnaða “Swedish Center for Aquatic Research“. Drívmegin aftanfyri eru Thorbjörn Holmberg og kona hansara Hilde Elise Hansen, sum fyrr hava fyriskipað væleydnaðu ráðstevnuna við Bill Boomer, Shane Gould og Milt Nelms í Haderslev, sum eg luttók á í 2005. Hesi trý eru eisini røðarar á hesu ráðstevnu, umframt til dømis amerikanski OL-venjarin Teri McKeever. Har verða fimm breytir, frá ‘lær at svimja’ yvir ‘kvinnur í ítrótti’ til ‘kappsvimjing’, sí www.sweaquatics.com

Svimjing er reinur gandur fyri børn við autismu

Lisa Stephens skrivar hjartanemandi her á The Swim Brief um hvussu uttandura svimjing um summarið fullkomiliga broytir autistisku dóttir hennara, frá at vera innilokað til at blóma í talu og atferð. Onkur annar svarar beinanvegin samtykkjandi í viðmerking um líknandi royndir, eins og niðanfyri standandi video frá søgu fyrr í ár. “There’s magic in water”.

During the summer, in the sunshine, in the reflection of a clear blue pool, Kate comes alive. She lives at the pool, she cannot get enough. It’s incredible to see the transformation. It very much is like a caterpillar emerging from it’s cocoon and blossoming into a butterfly. In the water Kate is much more talkative. She uses more words to form sentences and she describes things in much more detail. She looks right at us and she’s also extremely playful. Instead of keeping to herself she commands our attention; ring around the rosie, jumping into our arms, dunking games and singing songs together….it goes on for hours. She’s connected to us, she’s with us, she is a part of us.

Continue reading Svimjing er reinur gandur fyri børn við autismu