Havnar Svimjifelag givið út faldara í dag

HS_2011-12Sum tit sikkurt hava lisið her á Portalinum, so varð ein faldari frá Havnar Svimjifelag í dag borin út til øll húsarhald í Tórshavnar Kommunu, har formaðurin Eyðun Húsgarð millum annað sóknast eftir betri svimjiumstøðum. Teirra uppskot er at fáa bygt ein 50 metra hyl vestan fyri verandi svimjihøll, heldur enn at leingja verandi sum kommunan sjálv hevur í hyggju. Út yvir tað er faldarin fyltur við spennandi upplýsningum, um Skvatl og Spæl, lívbjarging, kappsvimjing, vatnfimleik og rørslusvimjing.

25.000 í bót fyri at Pernille doyði

Ringsted Svømmeklub fær nú 25.000 krónur í bót fyri hendingina tá ið 12-ára gamla Pernille Asmussen doyði, av at fáa eina vektmaskinu niður yvir seg sum ikki var forsvarliga fest. Løgreglan ætlar sær ikki at fara eftir einkultpersónum í sakini, og svimjifelagið hevur nú møguleika at góðtaka straffin, ella verða hálað í rættin. Ein syndarlig søga, eisini tí at starvsnevndin í svimjifelagnum faktiskt longu áðrenn hevði avgjørt at fáa maskinuna festa, uttan at tað tó var hent. Les t.d. jp.dk og eb.dk.

Svensku NVL skriva um rørsluverkætlanina hjá HS

DSC05024Nordiskt nätverk för vuxnas lärande (NVL) hevur her eina grein um rørslusvimjingina hjá Havnar Svimjifelag, og tey úrslit sum vístu seg við kanning av teimum sum luttóku. Eftir bara 4 mánaðum høvdu fleiri betrað um sína konditión við 10-15 prosentum, og tær báðar Guðrun Eysturlíð og Lis Mortensen ljóða til at hava haft tað bæði avbjóðandi og stuttligt, eisini vegna tey sosialu tiltøk sum rørslusvimjararnir fáa við í keypinum. Vælveran er betri, og sum Sigurð endurgevur bretska forsætismálaráðharran Edward Stanley fyri at hava sagt: “Um tú ikki hevur tíð til rørslu nú, so mást tú brúka tíð uppá sjúku seinni í lívinum”.

DSC05064

Svimjing kann hjálpa at berja niður krabbamein

Macmillan Cancer Support viðmælir við støði í nýggjari gransking, at krabbameinssjúklingar røra seg í 2½ tíma um vikuna, til at minka um møðina og stress, og styrkja um kroppin sum heild. Á bretsku swimming.org vísa tey við støði í hesum á, at svimjing er serliga vælegnað, við tað at øll kunnu koma í gongd, líkamikið kropsligan førleika. Og at reglulig rørsluvenjing hartil kann fyribyrgja krabbameini.


Continue reading Svimjing kann hjálpa at berja niður krabbamein

Plásstrot í Gundadali rakar Havnar Svimjifelag meint

Lesið hesa áhugaverdu og eftir mínum tykki skemmandi grein fyri Tórshavnar Kommunu á heimasíðuni hjá Havnar Svimjifelag: “Plásstrotið í hylinum í Gundadali er nú beinleiðis atvoldin til, at fremsti svimjari í Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, flytir til Danmarkar at venja. Sami trupulleiki var eisini orsøkin, tá týski venjarin hjá felagnum fyrr í summar gjørdi av at leita sær nýggjar leiðir.”

CIMG5835
Continue reading Plásstrot í Gundadali rakar Havnar Svimjifelag meint

“Partibold”, okkurt vatnbóltspæl hjá DGI

Í Danmark finnast tað bæði svimjifeløg undir DIF/SVØM (Dansk Idrætsforbund / Dansk Svømmeunion) og undir DGI (Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger), har hendan videoin niðanfyri er frá DGI. DIF/SVØM eru tey við Lotte Friis og øðrum sum luttaka fyri Danmark á OL og HM og líknandi, meðan DGI fokuserar fyrst og fremst uppá breiddina. Fleiri svimjispøl frá DGI kunnu finnast her á YouTube.

Magnus Jákupsson til Danmarkar at venja komandi árið

Magnus Jákupsson kunngjørdi fyri løtu síðani á Facebook, at hann er komin inn á studentaskúla í Danmark, og tí fer niður at ganga í skúla og venja í svimjifelagnum VAT, har bestu svimjarar sum venja heima eru til dømis Daniel Skaaning og Amalie Emma Thomsen. Hetta er í fyrstu atløgu ein roynd fram til jóla, sum fyrireiking til NJM í Íslandi í desember, har Magnus væntandi verður ein av favorittunum. Magnus ætlar sær enn at luttaka fyri Havnar Svimjifelag í føroyskum høpi, og fyri føroyska landsliðið í tann mun sum tað er gjørligt.

Jákup og Magnus í Beograd

Dana Vollmer visir 3-3-3 firvalda-øvilsið

Nýkosni heimsmeistarin í 100 firvald vísir her hvussu man ger øvilsið ‘firvald 3-3-3’, har beinini gera vanlig firvaldaspørk meðan armarnir skifta millum ein-arms-firvald og firvald við báðum ørmum. Har eru fleiri (ófatiliga vakrar) videoir at finna her á Speedo Pace Club, og eisini eitt áhugavert iPhone app til skráseting av venjing o.a. her á iTunes.

Kvale og Hetland til Club Wolverine í USA at venja ímóti OL

Teir báðir norðmennirnir Gard Kvale og Aleksander Hetland fara nú í heyst til Ann Arbor í Michigan at venja í Club Wolverine, fram ímóti OL í London 2012. Báðir vóru nær við at kvalifisera seg til HM í Shanghai, men náddu tað ikki, Kvale vegna ryggtrupulleikar og Hetland tí at hann sum bringusvimjari kappast ímóti sjálvum Alexander Dale Oen um pláss á liðnum. Via www.simma.nu/no.

HS sóknast eftir nýggjum høvuðsvenjara

Havnar Svimjifelag lýsir her á hs.fo eftir nýggjum høvuðsvenjara, at byrja skjótast gjørligt. Starvslýsingin er viðfest, sum millum annað bjóðar 2 ára sáttmála við fríum bili, telefon og interneti, og um neyðugt hjálp at finna bústað í Havn. Søkið um hetta hevur áhuga, og sendið endiliga víðari til onnur sum kundu verið áhugaði. Vit fáa brúk fyri góðum kreftum, komandi tíðina 🙂

DSC04510