Lotte Friis undirskrivað stóran sáttmála við AXA

Sporten.dk avdúkar her at Lotte Friis hevur skrivað sáttmála við svensku fyritøkuna AXA, sum merkir at hon ikki longur skal stríðast við at finna pengar til at kunna liva sum úrvalssvimjari. Kelda SwimNews.dk

– Nu kan jeg begynde at opfatte mig selv som rigtig professionel. Jeg er kommet til et punkt i min karriere, hvor jeg også kan sætte til side, så jeg har noget til livet efter svømmekarrieren. Det er en kæmpe lettelse for mig det her, siger Lotte Friis til sporten.dk

Wildeboer ávarar um at familja og vinir stressa

Ekstra Bladet skrivar her at Paulus Wildeboer nú ávarar donsku svimjararnar um ikki at nýta ov nógva tíð saman við familju, so stutt upp undir HM. Liðið er sum skilst væl fyri, í form eftir vikulangar venjingarlegur runt umkring í heiminum, og nú handlar tað altso um ikki at spilla tað burtur uppá ov nógva ‘sosialisering’.

Danska arbeiðseftirlitið sigur at Ringsted Svømmeklub breyt lógina

Jyllandsposten skrivar her at danska Arbejdstilsynet nú hevur heitt á løgregluna at saksøkja Ringsted Svømmeklub fyri hendingina tá ið 12 ára gamla Pernille Asmussen fekk eitt vekttorn omanyvir seg og doyði. Tey meta at Arbejdsmiljølógin er brotin, og juristar hjá løgregluni fara nú at meta um ákæra skal reisast ímóti svimjifelagnum.

EJM/HM-liðið ferðaðist í stíli av Isle of Wight

EJM-svimjararnir og Pál fóru sum kunnugt til Aldershot at venja longu fríggjamorgunin, í onkrari hernaðarlegu sum var eisini 50 metra hylur ið vit dugdu at finna tøkan har á leið. Ferðaleiðarin Hanna í Horni hevur sent okkum nakrar myndir og eina rapport frá fyrsta degnum, so eg tí viðfesti her. Mest imponerandi er teirra ‘boarding’ umborð á Hovercraft av Isle of Wight 😀

IMG_0114
Continue reading EJM/HM-liðið ferðaðist í stíli av Isle of Wight