Lotte Friis skiftir felag, verður fyrsti danski svimjari við fulltíðarsáttmála

Lotte Friis hevur sent SwimNews.dk eitt tíðindaskriv, har hon sigur at hon í morgin fer at kunngera at hon skiftir felag, og verður fyrsti danski svimjari við fulltíðarsáttmála.

Jeg vil gerne blive i svømningen, men det er klart jeg må tænke alternativt ift. at få økonomi og fremtidig professionel karriere til at hænge sammen. Med denne kontrakt får jeg nogle nye muligheder, som kan understøtte mig i min karriere – og med dette skridt håber jeg, at jeg kan være med til at åbne nogle muligheder for andre svømmere i Danmark.

Hetland vísir skjóta bringu/firvalda-vending

Norski bringusvimjarin Aleksander Hetland greiðir her frá hvussu hann roynir at gera, til at fáa bringuvendingina at vera so skjót sum gjørligt, og vísir hana síðani í hylinum. Hann er ikki hvør sum helst, bronsuvinnari í 50 bringu frá HM í Dubai, á stuttgeil har tað veruliga hevur týdning at venda skjótt. Við tað at firvaldavendingin prinsipielt er sama vending sum bringuvendingin, so galda somu reglur fyri hesi eisini.

Tórshavnar Kommuna ætlar at leingja verandi svimjihyl ?

Áhugaverdur setningur her á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu:

“Útbyggja verandi svimjihøll og leingja svimjihylin, so hann lýkur olympisk krøv”.

Tað skal tó sigast, at møguliga leingingin er bara eitt uppskot til eina heildarætlan, sum er ískoyti til eina nógv størri ætlan um at umbyggja Tórsvøll til eitt multifunktionelt stadium, umfatandi at vaksa um leikvøllin, skifta til graslíki, seta upp ljós, fáa tak yvir áskoðaraplássini og taka nøkur niður, reisa nýggjan bygning á suðursíðuni, og loka tað heila inni við inn- og útgongdum sum lúka altjóða trygdarkrøv.

Gud viti hvat Tórsvøllur hevur kostað per tiltak á vøllinum, ja fyri tann skyld per íðkara á vøllinum, í mun til hvat Svimjihøllin í Gundadali hevur kostað per svimjara í hylinum. Kanska tað verður frægari við graslíki, men eg ivist.

Fyrsta byggistig er byrjað, at fáa ljós um vøllin. Síðani kemur at fáa graslíki á, og síðani at yvirdekka fyrst vestaru og síðani eystaru síðu, og so taka áskoðarapláss niður og reisa ein bygning á suðursíðuni. Eftir tað seta menn seg væl niður at hugsa um at betra um svimjiumstøðurnar, ið sum kunnugt er ein tung fíggarlig avgerð hjá kommununi at taka støðu til.

Norsk foreldur gjalda prísin fyri væntandi svimjiundirvísing

Hóast norsk børn sambært lógini skulu duga at svimja tá ið tey ganga í 5. klassa, so er undirvísingin í fólkaskúlanum ofta so mikið vánalig, at foreldur í stórum stíli velja at senda tey í svimjifeløg at læra at svimja. Bara í Speed SK hava tey eini 450 børn á hvørjum av teimum 6-7 stigunum í svimjiskúlanum, og Norsk Svømmeforbund sigur at øll skeið eru fullteknað í Noregi. Eisini hóast tað er ein so mikið dýr loysn fyri foreldrini, at summi børn ongantíð koma so langt sum til at verða meldað á skeiðini.

– Det er ikke alle som har mulighet til å betale så mye penger for å svømme. Vi sliter egentlig litt selv siden vi har mange barn og det har blitt dyrere og dyrere. Hvert kurs koster ca 1500 kroner, og hvis vi skal sende dem på seks-syv kurs, da blir det ca 10 000 for hvert barn.

Lesið her á aftenposten.no.

Norðmenn fara at berjast um kloakkina tann 1. juni

Sum fyrr nevnt so leitar norska Forsvarsbygg eftir nýggjum projektum at yvirtaka niðurløgdu kloakkina undir Festningsplassen í Oslo, har uppskot eru í øllum førum ein biografur, ein konserthøll og eitt vatnland. Næsta fasa verður ein “Fight club” í gomlu (og vælsagtans ikki-renoveraðu) kloakkini 1 juni, fyriskipað av Oslo Arkitektforening og Oslo Byforum, sum skal enda við at ein vinnari verður kosin. Sum verji fyri svimjihallarprojektið verður tað sjálvur forsetin í norska svimjisambandinum, Per Rune Eknes. Og sum tey siga her: “For første gang går Fight Club under jorden. Det kommer garantert til å bli dirty.” Kelda: simma.nu/no

Her er venjingarhópurin runt Glæsner

Áhugaverd grein her á theswimmerscircle.com, um hópin runt danska Mads Glæsner sum venur hjá Dave Salo á University of Southern California (USC). Tey eru eini 20 sum hava verið á olympiadu, sum er eitt óført tal tá ið ein hugsar um eitt áhugavert lið at venja saman við til dagliga.

  • Rebecca Soni (USA)
  • Jessica Hardy* (USA)
  • Eric Shanteau (USA)
  • Dave Walters (USA)
  • Ricky Berens (USA)
  • Ed Moses (USA)
  • Mike Alexandrov (USA)
  • Oussama Mellouli (Tunisia)
  • Thiago Pereira (Brazil)
  • Dominik Meichtry (Switzerland)
  • Mads Glæsner (Denmark)
  • Markus Rogan (Austria)
  • Katinka Hosszú (Hungary)
  • Andrew Bree (Ireland)
  • Clement Lefert (France)
  • Octavio Alesi (Venezuela)
  • Richard Charlesworth (UK)
  • Kosuke Kitajima (Japan)
  • Mateusz Sawrymowicz (Poland)

*Hardy kvalifiseraði seg til OL 2008 men varð síðani vald frá vegna positiva dopingroynd, og hevur sostatt ongantíð reint tekniskt luttikið á OL.

Norsk børn læra ikki at svimja í skúlanum

Norska lesiætlanin sigur at børn skulu duga at svimja eftir 4. fólkaskúlaflokk, sum tó hevur verið uppfatað á ymiskan hátt. Nú slær Kunnskapsdepartementet tó fast at børnini skulu duga at svimja, sum leiðbeinandi merkir at tey kunnu svimja 100 metrar á búkinum og hareftir 100 metrar á rygginum. Um børnini ikki duga tað eftir 4. flokk, so skulu foreldrini kunna krevja eyka undirvísing, við tað at fáir førleikar kunnu hava so ógvusligar avleiðingar, sum tað at ikki duga at svimja. Les Dagsavisen.no.

– At en elev skal være svømmedyktig, er et læreplanmål på lik linje med alle andre målene i læreplanen. Men det er få andre ferdigheter som det kan medføre så dramatiske konsekvenser som hvis du ikke kan svømme, sier Rugtvedt. Hun understreker at det er opp til kommunene og skolene hvordan de organiserer svømmeundervisningen, men at læreplanmålet om at elevene skal være svømmedyktige må være oppfylt.

– Vi mener at dersom elevene ikke kan svømme etter undervisningen i fjerde klasse, kan foreldrene kreve at undervisningen fortsetter, sier Rugtvedt. Hun slår også fast at elever som fra skolen får beskjed om at de ikke skal lære å svømme, men bare føle seg trygge i vannet, har fått feil beskjed.

Continue reading Norsk børn læra ikki at svimja í skúlanum