Svenski Glen skipar fyri venjing í Libanon

Fyrrverandi svenski landsliðsvenjarin og OL-luttakarin Glen Christiansen hevur her í vikuni fyri aðru ferð í ár verið í Libanon, har hann stóð á odda fyri eini 6 daga langari venjingarlegu fyri ungdómar, frá klokkan 09:30 um morgunin til klokkan 16:30, umframt at skipa fyri undirvísing fyri vaksnum hvørt kvøld frá 19 til 21. Tey ungu vóru 40 í tali, frá 8 til 17 ár, umfatandi alt frá nýbyrjarum til elitusvimjarar. Man kann ikki vera annað enn imponeraður, at síggja hann soleiðis stríðast fyri svimjingina í einum krígsplágaðum øki! Les www.simma.nu/se

Uppskot fyri Tingið um langhyl í Vági

Seinnapartin í dag hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri tingið, at landskassin skal játta fýra milliónir til ætlaða langhylin á Oyrunum í Vági. Løgtingið hevur samstundis samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgreiðast áðrenn Tingið fer í summarfrí. Og SEV hevur játtað langhylinum ókeypis avlopsorku frá Elverkinum í Vági, sum er nóg mikið til at halda hylin heitan. Lesið her á portal.fo.

Vinn lívslangan limaskap á SwimTool við at skráseta teg

Vit hava fyrr hoyrt um online tólið SwimTool til venjarar og svimjarar, sum Mads Claussen er høvuðsmaður aftanfyri, danski venjarin í Íslandi sum serliga suðuroyingar kenna frá tá ið hann avloysti Jón Bjarnason í SuSvim á vári 2009. Nú ber til at vinna limaskap til tænastuna, um man skrásetur seg her á swimtool.com, og annars er millum tey heldigu.

Rørsla kann geva hægri próvtøl

Fyrstu royndir frá sjúkrarøktaraútbúgvingini í Sønderborg vísa, at um rørsla verður fastur partur av eini útbúgving, so eru tað færri sum dumpa og fleiri sum fáa betri próvtøl. Tríggjar ferðir um vikuna fingu tey 40 lesandi møguleika fyri 1 tíma av rørslu í døgverðasteðginum, við úrsliti at meðalpróvtalið til mótul 1 royndina reyk upp á 6.51, í mun til 4,74 í 2009 og 3.80 í 2010. Tey siga at tað er í so tíðliga at gera eina niðurstøðu, men halda tó at allar útbúgvingar burdu umhugsað at flætta rørslu upp í ítrótt. Les meira her á dsr.dk.

Man running while pushing a baby trike - Runners at 1st Annual Rock 2 Rock 5 Mile Fun Run

[Image courtesy of Mike Baird, CC BY 2.0]

Aqua Fighting ?

Danska svimjisambandið bjóðar her til temakvøld um “Aqua Fighting”, mánakvøldið 16. maj 2011 kl 18:00 til 21:00 í Ishøj svømmehal. Tað er okkurt nýtt sum blandar thai boxing og kick boxing við vatn, so at tú sparkar og slær út í luft og vatn afturvið tónleiki. Tað er Morten Aarestrup instruktørur frá Svømmeklubben Nord sum skipar fyri, har tey longu hava lið við hesum nýggja ítrótti.

Einasta video eg fann um Aqua Fighting er hendan, men eg vóni ikki at hetta er tað:

Brasil eigur ongar Omega OSB11 skamlar (!)

Alberto Pinto Silva, venjari hjá brasilska Cesar Cielo Filho, kallar tað fyri tápuligt at landið hjá honum ikki eigur nakran Omega OSB11 startskammil, av slagnum sum fara at verða nýttir á HM í Shanghai í summar og á OL í London næsta summar. Stevnurnar har Cielo skal verja ávíkavist sítt heimsmeistaraheiti og OL-gull. Les SwimNews.com.

Tessner við startblokkunum í Havn

(Tessner við startskamlarnar í Havn. Mynd: Helena Dam)
Continue reading Brasil eigur ongar Omega OSB11 skamlar (!)

Tað vóru íðkarar sum komu til at koppa maskinuna í Ringsted

Dagbladet Ringsted hevur fingið innlit í kanningina hjá danska arbeiðseftirlitinum av vanlukkuni í Ringsted, sum tíverri avdúkar at tað vóru íðkarar sum av óvart vóru atvold til at 200 kilo tunga ‘cross-training’ maskinan koppaði og drap 12 ára gomlu Pernille Asmussen:

“Det blev den 29. april 2011 af politiet oplyst, at på ulykkestidspunktet blev vægttræningsredskabet, en såkaldt crosstrainer, brugt af to personer. De to personer stod og trænede triceps uafhængigt af hinanden. Personen til venstre ved vægttræningsredskabet blev færdig med øvelserne en gentagelse før personen til højre. Da personen til højre ved vægttræningsredskabet lavede sidste gentagelse, kom vægttræningsredskabet ud af balance og væltede ned over træningsmåtten placeret på gulvet foran vægttræningsredskabet. Vægttræningsredskabet ramte to personer, som lå på træningsmåtten”.

Continue reading Tað vóru íðkarar sum komu til at koppa maskinuna í Ringsted

Sætta hvørt bretska barn dugir ikki at svimja

Ein kanning av 1500 bretskum børnum millum 6 og 15 ár staðfestir at eitt heilt ættarlið vendir ryggin til ítrótt. Sætta hvørt barn dugir ikki at svimja, tíggjunda hvørt barn ikki at súkkla, og næstan fjórða hvørt hevur ongantíð runnið 400 metrar. Sannlíkindini eru dupult so stór fyri at børnini brúka sína frítíð heldur uppá sjónvarp (79%) enn ítrótt (34%), og tey velja eisini heldur internet ella telduspøl fram um ítrótt. 33% eiga onga súkklu, í mun til at 77% eiga eina telduspælimaskinu. Og tað mest trista er, at 15% ongantíð hava spælt ítrótt saman við sínum foreldrum. Les meira her á dailymail.co.uk.

Nú svevur Phelps eisini í telti

Michael Phelps varð herfyri smurdur av í síni yndisgrein 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á heimabana á 2011 Eric Namesnik Michigan Grand Prix kom inn sum nr 4 í tíðini 1:57.79, meira enn eitt sekund aftanfyri kinesiska Wu Peng á 1:56.62. Kanska tí er hann nú farin at sova í ilttelti, sambært SwimNews.com eftir egnum hugskoti, tí hann á hæddarlegum merkir at hann plagar at koma skjótari fyri seg millum venjingar.


Continue reading Nú svevur Phelps eisini í telti

Gary Hall Sr tosar við Lars Frölander

Eitt “The Race Club” prát við Lars Frölander her, 5 ferðir OL-luttakari og OL-gullvinnari í 100 firvald frá Sydney í 2000. Hóast hann skjótt er 37 ár, so svimur hann enn umleið líka skjótt sum tá ið hann vann í 2000, hóast hann í veruleikanum ‘gavst’ í 2003 og fór at venja 4-5 ferðir ein tíma svimjing um vikuna pluss styrkivenjing.