Sex-skandala rullar í svenskum ítrótti

Fyrrverandi hæddarleyparin Patrik Sjöberg gav her í vikuni út bók har hann avdúkaði at hann varð kynsliga misnýttur av venjara og fosturpápa sínum, frá hann var 10-11 ár og inn í tannárini. Og segði seg at vera vísan í at skandalan fór at vaksa. Corren.se og www.simma.nu/se vísti stutt eftir á at svimjifelagið Linköpings ASS vóru fordømi við politikki ímóti seksuellum ágangi, eftir at hava lært tað tann harða vegin. Men so traðkar OL-svimjarin Ida Marko-Varga fram, í Expressen og á bloggu síni, við søguna um hvussu hon fyri 8 árum síðani varð misnýtt av venjaranum í netupp Linköping, sum at enda varð dømdur, men sum tó enn arbeiðir í svimjifelagnum, og sum hon so seint sum til EM í Eindhoven 2010 mátti vísa á at hon ikki vildi hava sum sín landsliðsvenjara.

Fekk venjingartorn yvir seg og doyði í Ringsted Svømmehal

Ein 12 ára gomul genta doyði í gjárkvøldið tá ið eitt 2 metrar høgt venjingartorn koppaði út yvir hana í Ringsted Svømmehal. Hon var har saman við svimjiliðnum hjá sær, vandi okkurt á gólvinum tá ið tornið koppaði við vektum og øllum niður yvir høvdið á henni. Ein 12 ára gamalur drongur kom eisini til skaða. Arbeiðseftirlitið og løgreglan kanna málið, at vita um tornið var rætt uppsett, og liðið fekk annars kreppuhjálp. Les jp.dk.

Gomul kloakk skal verða vatnland í Oslo

2. mai fer Forsvarsbygg at kunngera hvør sum sleppur at langtíðarleiga gamla kloakk-anleggið undir Festningsplassen í Oslo, sum hevur verið niðurlagt síðani 1979. Eitt boð er frá norska svimjisambandinum, at gera kloakk-hyljarnar um til eitt 4000 fermetrar stórt vatnland við 4 langgeilum á 50 metrar til venjing og rørslu, ein 50 metrar hyl til svimjifrálæru og spæl, eitt øki til kaving, og eitt til at slappa av í. Les aftenposten.no.

Kunnu 10.000 tímar gera einhvønn til golfstjørnu ?

Tað er kendur lutur í ítrótti og mongum øðrum viðurskiftum, at tað krevur umleið 10.000 tímar av miðvísari venjing at gerast framúrskarandi. Men merkir tað so eisini at ein og hvør kann gerast framúrskarandi, um ein ‘bara’ leggur 10.000 tímar av venjing afturum seg? Tað hevur amerikanski Dan McLaughlin sett sær fyri at kanna, við at venja 6 tímar um dagin, 6 dagar um vikuna í 6 ár, í eini roynd at fara frá at vera umleið óroyndur (og óáhugaður) í golf, til at kunna gera seg galdandi í professionellum golf.

The Dan Plan from Dan McLaughlin on Vimeo.

Continue reading Kunnu 10.000 tímar gera einhvønn til golfstjørnu ?

Við HS í Danmark í 2002

Í mai mánaða 2002 var undirritaði við Havnar Svimjifelag í Danmark, sum høvuðsvenjari í felagnum, har vit fyrst skuldu venja í Aalborg nakrar dagar, fyri síðani at luttaka á stórari svimjistevnu í Esbjerg. Videotólið var við.

Her ferðast við niður í nú forkunnigum Maersk flogfari, fyri síðani at koyra restina av degnum við bussi úr Keypmannahavn til Aalborg. Spyr meg ikki hvør sum arrangeraði, men eg hopi ikki at tað var eg 🙂


Continue reading Við HS í Danmark í 2002

Petur Heðin greiðir frá venjingini í Íslandi

Petur Heðin á Fløtti greiðir her eitt sindur frá venjingini í Íslandi, har svimjararnir hendan leygarmorgun svimja partvís við fjarstýring úr Føroyum og týska venjaranum Christian Tessner, partvís saman við íslendsku Ægir undir leiðslu av franska venjaranum Jacky Pellerin, og partvís undir leiðslu av Petur Heðini sjálvum. Hygg allan vegin, so ahem, fáa tit eitt sjokk 🙂

Hyljarnir frá 1960-80 við at verða ov gamlir

Norska Kulturdepartementet fekk á heysti 2010 TNS Gallup at eftirkanna svimjihallunum í landinum, til at síggja í hvørjum standi teir vóru. Rapportin var klár her í apríl, sum staðfestir at 25% av hallunum eru í ringum standi, umframt at einir 200-300 hyljar eru niðurlagdir síðani 1980-ini. Á NRK staðfestir Per Rune Eknes forseti í norska svimjisambandinum tí, at støðan er langt verri nú enn fyri 20-30 árum síðani.

Umleið samstundis ger svimjivenjarin Ricky Clausen eitt uppróp á www.simma.nu/dk, at hyljarnir sum vórðu bygdir í Danmark í 60-unum og 70-unum nú eru við at vera uppslitnir, og at fleiri og fleiri kommunur tí umhugsa at steingja hallirnar (Dragør, Allerød, Køge, Nørre Nebel). At vit kunnu tosa alt tað vit vilja um strategiir og visiónir, men tó ongan veg koma um ikki svimjararnir hava vatn at svimja í. Og at um næsta Lotte Friis býr í Allerød, so sum uppruna útgávan gjørdi, so kann hon hava netupp hendan trupulleika, at hylurin er ella verður stongdur.