EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

EJM-landsliðið í svimjing fór her um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. 4. og 5. juni fara tey at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og 25. juni til 1. juli er tað so Oyggjaleikir á Isle of Wight, áðrenn leiðin gongur víðari til venjingarlegu og EJM í Beograd.

EJM-liðið í Íslandi
Continue reading EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd

“Hvar er mítt ilttelt?”, spyr Glæsner

Sporten.dk sigur her frá danska Mads Glæsner, at hann eisini er áhugaður í at royna ilttelt, sum Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis. Tríggir av hansara liðfelagum í Los Angelsen brúka ilttelt, harav ein sambært Glæsner hevur vunnið OL-silvur. Glæsner hevur kannað prísir, men sigur at tey eru ov dýr til at hann hevur ráð at keypa eitt sjálvur. Sportchef Lars Sørensen fegnast um áhugan hjá dananum, og sigur seg fara at kanna málið, men at ein praktiskur trupulleiki er at Glæsner er so mikið langt frá ítróttardeplinum hjá dønum í Bellahøj.

– Jeg vil super gerne have et ilttelt. Jeg har ikke fået tilbuddet, men det vil jeg vildt gerne have. Der er et par stykker på holdet i USA, der har et. Jeg har undersøgt priserne, og de er forholdsvist dyre, så jeg har ikke råd til et selv.

SK Poseidon í Lund fær UV-upptøkur í 3D

Sydsvenskan skrivar her um verkætlan hjá Simklubben Poseidon í Lund, at seta upp heili 23 videotól yvir og undir vatni, sum síðani kunnu seta filmingina saman til eina 3D video. Høvuðsvenjarin Thorbjörn Holmberg væntar sær nógv av skipanini, sum hann sigur verður tann mest avanseraða í heiminum, við møguleika at millum annað máta nágreiniliga hvussu langa tíð hvørt einstaka svimjitak tekur, og sum hann tí vónar kann lokka altjóða svimjarar til Lund.

Nú er so gott sum einki eftir í Eysturoynni

Tey trý Birita Debes, Astrið Foldarskarð og Tróndur Olsen skiftu her í vikuni felag, til at svimja fyri Ægir heldur enn FLOT. Harvið eru nú 5 av teimum 7 eysturoyingunum fluttir av oynni at venja, sum búgva í oynni og hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir, 2 hartil millum tey 4 sum hava klárað kravtíð til EJM í Beograd í summar, umframt at ein sætti er fluttur til Havnar at búgva og venja, og at venjararnir Petur Heðin á Fløtti og Kári J. á Høvdanum eisini pendla til Klaksvíkar.

SANY0845

[Politikararnir taka ímóti Biritu eftir Oyggjaleikum á Álandi og HM í Rom. Síðani sóu vit ikki í halaferðina á teimum]
Continue reading Nú er so gott sum einki eftir í Eysturoynni

Talent kann eg turka reyv í !

Dr. phil Simon Borchmann skrivar her á Information.dk undir yvirskriftini “Talent, det kan jeg tørre røv i!”, at danir í leitanini eftir talentum hava troðkað burtur tær dygdir sum skulu til at fáa góð úrslit, nevniliga rótfestur áhugi og trúgv uppá egnar møguleikar. Yvirskriftin er endurgeving av onkrum sum fyrrverandi danski landsliðsvenjarin í triathlon Gabor Klöczls skal hava sagt um ítróttartalent, men her flutt til eisini at hóska til granskingarheimin.

At nå et højt niveau inden for en disciplin kræver en koncentreret arbejdsindsats over en årrække. Det er ikke X-Factor. Talentet har det nemmere i begyndelsen. Men på et tidspunkt bliver det hverdag. Og det er lidt af et virkelighedschok især, hvis engagementet er bundet op på omgivelsernes opmærksomhed og på, at alt kommer nemt til en.

Continue reading Talent kann eg turka reyv í !

Alex venur hjá Dirk Lange í Potsdam

Norski OL-silvurvinnarin Alexander Dale Oen er í hesum døgum í Potsdam í Týsklandi, har hann venur saman við týska bringusvimjaranum Marco Koch undir heimskenda og rímiliga kontroversiella venjaranum Dirk Lange. Ein maður sum Pál og Jón eisini væl kenna, frá ‘battle camp’ har á leiðini. Av Facebook-síðuni hjá Dale Oen: “In Potsdam, training with Dirk Lange who is one if the best coaches in the world. Marco Koch is here to push me on the sets in the pool as well. Looking to be a very hard and painfull week lactate-wise..”

Og nýggjasta av Twitter-síðuni hjá honum:

“Your gonna die” quote Dirk Lange, just before we started our 2,6km breaststroke set.. #potsdamless than a minute ago via web Favorite Retweet Reply

Kelda: www.simma.nu/no
Continue reading Alex venur hjá Dirk Lange í Potsdam

Skulu vit nú hava hvør sítt skiftirúm til børn og gomul ?

Langt úti tíðindi her á Cape Cod Times, umvegis The Boston Herald. Eldri íbúgvarar hava í áravís brúkt svimjihylin í Sandwich High School um morgunin, sum til dømis Lorraine Jablecki ið hevur fingið læknaboð um at svimja til at minka um pínuna frá diskusprolaps í rygginum. Nú sleppa tey ikki longur, eftir at foreldur at einum dreingi í fólkaskúlanum klagaði um, at sonur hennara var nakin í skiftirúminum samstundis sum ein eldri maður var nakin undir brúsuni. Oh. my. god.