Thorpe nær ikki at koma í form til 400 frí

Ian Thorpe sigur nú sambært SwimNews.com, at hann hevði ynskt at hann var byrjaður aftur fyrr, við tað at tað nú ikki er tíð at koma í form til 400 frí. Tað var annars netupp hansara sterka síða, á sinni. Og hartil viðgongur hann at muga arbeiða harðari við undirvatnspartinum, “I have to get used to the idea that swimmers today are staying under the water longer and travelling further and faster off the walls than they did.”

Úrvalsítróttur í 7. og 8. flokki

Hedegårdsskúlin í Ballerup bjóðar næmingum í 7. og 8. flokki úr Keypmannahavn at venja úrvalsítrott á skúlanum. Talan er um svimjing, súkkling, kurvabólt og kvinnufótbólt. Fokus er á fysiologisk menning og at úrmælingarnir kunna venja saman. 14 ára gamla Louise Møller-Jessen er ein av teimum, ið gjarna vil sleppa at venja svimjing á skúlanum.

“Jeg vil kunne få en del ud af det, for det kan være, der vil være flere, der støtter mig så”

Persónlig met hjá Louise eru:

  • 100 frí – 1:03.68
  • 200 frí – 2:15.97
  • 400 frí – 4:43.53
  • 800 frí – 9:32.81

Les meira á dr.dk.

Lær børnini at svimja við uSwim

Avstralsku uSwim bjóða ókeypis svimjiskúlar á www.uswim.com og www.youtube.com/user/UswimAustralia, umframt nú eisini sum ‘app’ til iOS (iPhone, iPod, iPad). Teirra filosofi er eftir mínum tykki sunn, at besta loysn er at finna sær undirvísing hjá góðum, professionellum fólki; men at hendan loysnin við uSwim er ein betri loysn enn at gita og geva vánaliga undirvísing, um tann betra loysnin er ov dýr ella ikki tøk. Kelda: SwimmingScience.net.

Rein Haljand til Føroyar fyri triðju ferð

Estiski professarin Rein Haljand kemur nú í kvøld á triðja sinni til Føroya, at filma føroyskar svimjarar í hylinum í Gundadali í morgin, og so eftirfylgjandi greina upptøkurnar saman við teimum, í einrúmi saman við hvørjum einstakum svimjara og venjara, til og við sunnumorgunin.

DSC00860
Continue reading Rein Haljand til Føroyar fyri triðju ferð

Bowman um fyrireikingarnar hjá Phelps

Áhugaverd samrøða við Bob Bowman her, venjari hjá Michael Phelps, um fyrireikingarnar hjá teimum til stevnuna í Indianapolis farna vikuskifti, og um fyrireikingarnar framyvir. Millum annað avdúkar hann at Phelps var hálvgum niðurtrappaður til stevnuna, eitt 4 ella 5-tal á skala har 10 er fult úthvíldur.

Sjálvstýrisflokkurin vil hava lestrarpláss framum langhyl

Kári á Rógvi formaður í Sjálvstýrisflokkurin skrivar í grein her á sjálvstyri.fo og í Sosialinum í gjár, undir yvirskrift “Hvagar fer Pál”, um hví at hann er ímóti langhyli í Vági. Ella rættari, at hann raðfestir lestrarpláss framum at “tey ið kava hava ein djúphyl, ella tey ið syngja og spæla eina umvælda Silo”. Torført at finna høpi í tí sum hann skrivar, men eftir øllum at døma vil hann hava lestarpláss her heima til makarnar hjá øllum okkara úrmælingum úti í heimi, heldur enn at brúka pengar uppá ein sum longu er her.

“Skulu vit hava úrmælingar okkara heimaftur og fáa teir at skapa og skipa framtíð okkara og næsta ættarlið av úrmælingum, so mugu vit hava makarnar heim. Fyrst og fremst og ‘mest fyri pengarnar’ gerst hetta við at geva øllum føroyingum høvi at velja at taka allar vanligar útbúgvingar heilt ella partvíst í Føroyum.”

Søgan um Grace Waller

USA Swimming ber hesa fantastisku søgu um Grace Waller, sum fekk staðfest krabbamein í knænum í 2008, og tó so svam gjøgnum 21 umfør av kemoterapi, har hon millum annað mátti leggja um frá bringusvimjing til langteinacrawl, tí at tey tóku knæskelina, 15 sentimetrar av lærlegginum og nakrar vøddar. Fyri síðani at koma aftur og taka 10 ára gamla high school metið í 500 yard frísvimjing, og nú er klár at fara á universitet eftir summarferiuna at svimja.