Bretar fokusera uppá vendingar og undirvatnsfasu

SwimNews.com endurgevur í dag nýklækta bretska meistaran í 200 metra blandaðari svimjing James Goddard, at tey hava arbeitt hart uppá vendingar og undirvatnsfasu hetta seinasta árið, til at royna at gerast líka góð til tað sum amerikanarar. Hetta er nakað sum Sweetenham ráddi teimum til afturi í 2007, at delfinsparkið nú er tann fimta svimjigreinin, sum lyftir svimjingina upp á eitt heilt nýtt støði.

“We compared my backstroke to Ryan Lochte’s backstroke. The swimming speed was exactly the same. He just took 1.3 or 1.4 out of me on the turns alone. So that’s a massive wake-up call and that’s what we’ve been working on all year.”

Kann ílegutest staðfesta um barnið verður ítróttarstjørna?

USA Today skrivar í dag um fyritøkur sum siga seg kunna forútsíggja við ílegutest, um børn eru fødd til at verða ítróttarstjørnur. Summir kundar siga at testirnar hjálpa teimum at vísa børnunum á hóskandi ítróttir, men skeptiskir læknar og etikarar halda at testin er um profitt enn vísind, og at møguleiki er fyri at børn sum hóska seg fínar greiðir verða tikin frá tí sum tey annars sjálvi vildu valt.

So hevur Iran eisini fingið sín úrvalsdepil

Sjálvur forsetin Dr. Mahmoud Ahmadinejad klipti snórin, tá ið nýggja “National Academy and West Asia Development Swimming Center” lat upp tann 24 februar 2011 í Iran. Depilin umfatar tveir 50 metra hyljar, ein innandura og ein uttandura, ein kavingarbrunn, ein 25 metrar upphitingarhyl, 10 saunair, 10 boblubað, 10 svimjihylar til hydraterapi, yvirnáttingarmøguleikar til 300 fólk, eina matstovu og fundarhøli til 400 fólk. Hann kostaði 20 milliónir amerikanskar dollarar at byggja, og varð klárur uppá bara 10 mánaðir. Lesið her á fina.org.

Er Vild Med Dans størri enn eitt OL heiðursmerki ?

Jan Jeppesen blaðstjóri langar í dag út eftir sínari egnu vinnu, í oddagreinini í Amager Bladet. At hóast Jeanette Ottesen vann EM-silvur í summar og HM-bronsu í vetur, so fær hon einans ósømiligar 10.000 krónur um mánaðin frá Team Danmark, og kann ikki skaffa sær nøktandi eyka stuðul, tí hon er ikki eitt nóg sterkt ‘brand’. Hon hevði kunnað tjent meira um hon fór upp í Vild med Dans og líknandi, men hevur valt tað frá til at fokusera uppá OL í London, sum so hinvegin verður hennara síðsta.

At Ottesen er et større navn i Sverige, Australien og USA er måske ikke overraskende, da danske medier efterhånden er blevet immune over for at rydde sendefladen eller avisforsider, når en dansk svømmer vinder VM-medalje, men gerne bruger licenskroner på seks timers optakt til en fodboldkamp. Jeanette Ottesens eksempel er ikke enestående. Ambitiøse og seriøse idrætsfolk dropper ud af karrieren, fordi de ikke magter at » sælge billetter « som ufrivillig komiker i den bedste sendetid. I gamle dage -og det er faktisk ikke så længe siden -kunne danske sportsstjerner rydde sendeflader og forsider. Dengang havde medierne overskud til at fokusere på det sportslige indhold.

Jeanette Ottesen

Alvápnað løgreglulið stormaðu svimjitíma í Nýsælandi

60 næmingar í Papamoa Swimming Club fingu eitt heldur ógvusligt upplivilsi, tá ið eitt alvápnað ‘SWAT-team’ stormaði svimjihylin til at taka ein mann, men ikki fyrr enn tey høvdu fingið øll niður at liggja. Men tað gekk skjótt, og tey vóru blíð at tosa við børnini aftaná,og vísa teimum vápnini umfatandi millum annað ein Taser. Lesið her á sunlive.co.nz.

Lívbjarging í Vági

Sørin S. Djurhuus var fríggjakvøldið í Vági og skipaði fyri lívbjargingarskeiði, har 6 møttu og 5 fingu prógv, tann eina ikki tí at hon enn væntar tilhoyrandi fyrstuhjálpsskeið. Hetta er partur av arbeiðnum hjá Svimjisamband Føroya, at fáa so nógv sum gjørligt at kunna virka sum lívbjargarar. Vit hoyra har suðuri frá at tað var av finasta slag, eisini tí at tey vóru so fá, at tey kunnu koma ígjøgnum alt rímiliga skjótt.

P1090061

Adlington við í stríðnum um at varðveita svimjihyljar

Olympisku meistararnir Duncan Goodhew og Rebecca Adlington eru saman við British Gas og bretska svimjisambandið ASA farin at stríðast ímóti at svimjihyljar verða afturlatnir, soleiðis sum rákið tíverri eisini er í Bretlandi í løtuni. Hóast svimjing er tann ítróttur sum hevur flestu íðkarar í Bretlandi, har 3 milliónir svimja hvørja viku, so stongdu 63 hyljar í 2009, ímóti at einans 28 lótu upp, umframt at talið av skúlasvimjihyljum minkaði við 27% frá 2002 til 2009.
Continue reading Adlington við í stríðnum um at varðveita svimjihyljar

Touretski er venjarin hjá Thorpe

Nú skal tað vera vist, at tað er russiski Gennadij Touretski, fyrrverandi venjari hjá russiska Alexander Popov og polsk/avstralska Michael Klim, sum er nýggi venjarin hjá avstralska Ian Thorpe. Avstralska Herald Sun skrivar her at sáttmálin er um at verða undirskrivaður, so at Thorpe fer til Touretski í Sveis at venja.
Continue reading Touretski er venjarin hjá Thorpe

Video við Mike Bottom um útsvimjing og tílíkt

Høvuðsvenjarin hjá Club Wolverine greiðir her frá hvussu stóran týdning tað hevur at svimja eina góða løtu róligt eftir kapping, serliga um tú ert sprintari. Hartil verður víst hvussu tey brúka kaldar og heitar pottar í Michigan, strekkja út í heita pottinum, og brúka onkur tól til at fáa vøddarnar at slappa av.