Svimjisamband Føroya skipar nú 2. og 3. juni fyri venjingarlegu fyri ungar úrvalssvimjarar, við luttøku úr flestu feløgum. Talan er um svimjarar føddir millum 2002 og 2005.
Category: venjing
Bowman um tað at venja Michael Phelps
FINA hevur lagt út hesa video frá framløguni hjá Bob Bowman á FINA Golden Coaches Clinic í Windsor í vetur, um tað at venja besta svimjaran nakrantíð. Ógvuliga áhugavert!
Eysturskúlin fyrsti skúli har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv
Hesa vikuna hava svimjilærarar hjá Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men eru tey nú 15 har á skúlanum, sum kunnu vísa á galdandi lívbjargingarprógv.
Continue reading Eysturskúlin fyrsti skúli har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv
Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina
Umboð fyri Svimjisamband Føroya møttust nú hóskvøldið hin 1. desember 2016 við umboð fyri Dansk Svømmeunion, í sambandi við at vit ynskja at formliga yvirtaka ta lívbjargingarskipan sum vit saman við Dansk Svømmeunion hava bygt upp her í Føroyum síðani 2009.
Continue reading Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina
Helena lat hjartastartara til Páls Høll
Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.
Um eg skuldi bygt svimjihyl …
So hevði eg umhugsað hesa lidnu loysn, at seta á bryggju ella líknandi slætt øki.
Skeið í Merkjaskipanini 12. november 2016
Svimjiskúlin bjóðar nú leygardagin hin 12. november 2016 fyri grundskeiði í Merkjaskipanini, í Tofta skúla. Sí ssf.fo
Yvirdómaraskeið í Tórshavn
Hetta vikuskiftið er yvirdómaraskeið í Havn, har onkur snøkil fæst uppá pláss hjá teimum sum tóku yvirdómaraútbúgving í apríl 2015, umframt at tey saman leggja til rættis okkara egnu dómaraútbúgving. Á skeiði eru Annika Næs Johannesen, Thurid Kjærbo, Katja Keles og Rúni Gaardbo, umframt Elin Matras og Dann Hjelm sum tóku yvirdómaraútbúgving í 2006. Skeiðsleiðari er Svend Sander úr DGI, og fyriskipari Dann Hjelm vegna SSF.

Dagførdir lívbjargarar á Toftum
Hóskvøldið 13. oktober skipaðu Rúni Gaardbo og Pálin Olsen fyri lívbjargingarroynd á Toftum, sum venjarar hjá svimjifelagnum FLOT og lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya. 8 fólk fingu nýggj ella dagførd lívbjargingarprógv, umframt at Rúni lat fyrstaliðið royna seg í lívbjarging eisini, sum liður í teirra venjing.
Mads Glæsner og Lotte Friis nú aftur í Danmark
Hvidovre Svømmeklub skrivaði fyri einum mánaða síðani á sínari Facebook síðu, at tey høvdu skrivað sáttmála við Mads Glæsner, sum nú gavst við svimjingini fyri heldur at gerast hjálparvenjari hjá teimum afturat lesnað á Copenhagen Business School.

Og nú kann Gentofte Svømmeklub kunngera, at Lotte Friis er komin heim til barndómsfelagið, at eisini verða hjálparvenjari.
