Pál við hava greið boð frá politikarunum

Innslag her úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, um Pál Joensen. Tey eru í Vági og tosa við Pál, sum sigur at møguleikin fyri langhyli er ein ógvuliga týðandi faktorur í fyrireikingunum hjá honum til OL í London í 2012, og at hann tí noyðist uttanlanda um ikki langhylurin kemur skjótt.


Continue reading Pál við hava greið boð frá politikarunum

Mentamálaráðið minkar ikki um nakað fyri ein langhyl

Mentamálaráðharrin Helena Dam á Neystabø segði beint nú í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya, at hon ikki veit hvar pengarnir skulu koma frá, til at stuðla Svimjihøllini á Oyrunum. Samgongan valdi ikki at seta pengarnar av á fíggjarlógini í desember, og teir fara so ikki at verða tiknir av nakrari ætlan hjá Mentamálaráðnum, tað veri seg til dømis av játtanini til Tjóðleikhús.

Helena Dam um langhylin í ÚF 03032011 by Svimjing

Trena beinsparkið við medisinbólti í hylinum

Brett Hawke venjari hjá Auburn greiðir her frá einum sera hørðum øvilsi, har Frederick Bousquet skal svimja og halda sær uppi bara við firvaldabeinsparki, meðan hann lyftir ein rímiliga tungan medisinbólt upp um høvdið og niður aftur. Eitt av yvir 130 øvilsum sum kunnu síggjast á DVD’ini “Faster Fast Sprint Freestyle Training for Explosive Speed & Power

Skyldast norsk succés at tey spesialisera seg seint ?

Áhugaverd meining her á nyemeninger.no, í sambandi við at norskir politikarar ætla úrvalsflokkar til tónleikasnillingar í 5. – 7. flokki, við tilvísing til hvussu man ger í ítrótti. Anja Rynning Veum sigur at soleiðis er tað slettis ikki í norskum ítrótti, at tey spesialisera seg tíðliga, men at tey hinvegin bíða líka børnini eru 13 ár við at styrkismeta børnini, til at varðveita gleðina, samanhaldið og kensluna av at nytta nakað.

“Begrepet talent er mye mer enn å skåre mange mål på fotballbanen som 10-åring eller løpe 60 meter raskt. Ulik fysisk vekst er én grunn til det. Men det finnes også andre talenter. Forskning viser at allsidighet i 9-14-årsalderen har vært viktig for dem som senere ble gode. Du skal også ha talent for å orke å trene eller å spille hver dag. Mange «barnestjerner» har sluttet fordi de rett og slett har gått lei. Talentet innebar ikke den langsiktige jobben som skulle til for å bli god som senior. I tillegg slutter mange ungdommer på grunn av tidspress, fordi det ikke er gøy lenger eller fordi vennene slutter. Å skille ut en liten gruppe fra vennegjengen og de vanlige skolekameratene for å drive talentutvikling kan bidra til at talentene blir borte. Det har vi erfart. Mange av våre toppidrettsutøvere kan vise til en allsidig bakgrunn og trekker fram det sosiale miljøet på treningen som viktig for deres karriere.”


Continue reading Skyldast norsk succés at tey spesialisera seg seint ?

Sullivan í hyperbariskum kamari

Avstralski Eamon Sullivan vísti á Twitter í gjár til hesa mynd, har hann liggur í einum ‘hyperbariskum kamari’. Tað er stutt sagt tað øvuta av at fara í ilttelt til at simulera hæddarlegu, har iltnøgdin her verður vaksin til meira enn vanligt, tí at kroppurin tá skal lekjast skjótari. Eamon Sullivan hevur verið tiltikið ofta skaddur, millum annað opereraður í mjødnini fleiri ferðir, so tað er sikkurt okkurt sovorðið sum er orsøkin til at hann brúkar hetta nú.

Um venjing á stuttgeil til kapping á langgeil

GoSwim hevur hesa fyri okkum føroyingar ógvuliga aktuellu video, um hvussu ein kann venja á langgeil til kapping á stuttgeil. Ella rættari, um hvussu ein má kompensera fyri væntandi longdina, við at droppa aðru hvørja vending og koma skjótt upp, so at tað minnir meira um langgeil.

Breaststroke – LC Training in a SC Pool from Glenn Mills on Vimeo.

Bretar duga hatta við ov stuttum hyljum

Niðurlendska www.hollandswimming.nl skrivar undir ógvuliga lýsandi yvirskriftini “Whoehahaha: Nieuw zwembad is te kort !“, at spildurnýggju langhylurin í olympiskum formati í Portsmouth er 2 sentimetrar ov stuttur. Hann hevur kostað 5 milliónir bretsk pund at byggja, ella knappar 44 milliónir krónur. Sambært niðurlendsku kelduni ‘rulla politikarnir omaná hvørjum øðrum’, at geva hvørjum øðrum skyldina 🙂

[Princess Anne vitjar hylin, og uppdagar beinanvegin at har er okkurt ravruskandi galið]

Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga

Jon HestoyMeining/viðmerking

Suðuroyingar taka í hesum døgum megnartak. Privatur felagsskapur hevur við stuðli úr allari Suðuroynni tikið seg saman at byggja fyrsta langhylin í Føroyum. Henda verkætlan er serstøk, ikki bara fyri Føroyar, men man vera eitt eindømi í øllum førum um okkara leiðir. Við nýhugsan innan bygging og orku hevur felagsskapurin staðið klárur at seta spakan í alt 2011.
Continue reading Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga

Er Touretski nýggi venjarin hjá Thorpe ?

Avstralski Ian Thorpe er eitt so mikið stórt navn í svimjing, at eitt dokumentarlið fylgdi við honum til Abu Dhabi, tá ið hann fyri minni enn einum mánaða síðani offisielt byrjaði aftur, at dokumentera hesa stórhending. Hann hevur tó ikki viljað sagt hvør venjarin var, og gitt hevur tí verið at tað var kanska russiski Gennadij Touretski, niðurlendski Jacco Verhaeren, ella avstralski Bill Sweetenham. Nú gitir SwimNews tó at tað er Touretski, við tað at Thorpe ætlar at flyta til Sveits at venja, har Touretski er høvuðsvenjari á venjingardeplinum í Locarno. Touretski var venjari hjá Alexander Popov, gullvinnari í 50 og 100 frí á OL í 1992 og 1996, umframt hjá avstralskt/polska Michael Klim.