Klárar tú vatnroyndina ?

Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu í 1998 at norðurlendska definitiónin av svimjiførleika skuldi vera, at svimjarin skal klára at detta úti og fáa høvdið undir vatn, fyri síðani at klára seg upp aftur og svimja 200 metrar út í eitt, harav 50 metrar á rygginum. Ella sum allýsingin orðarætt ljóðar, á skjalfestingarmálinum hjá norðurlendska svimjisambandinum:

”Simkunnig är den som faller i vattnet, får huvudet under ytan och efter att ha tagit sig upp till ytan, på djupt vatten simmar 200 m i en följd, varav 50m ryggsim.”
Continue reading Klárar tú vatnroyndina ?

Lotte og Wildeboer í amerikanskum sjónvarpi

Áðrenn donsku venjingarleguna í 2000 metra hædd í Meksiko, fóru tríggir svimjarar á eina enn hægri legu í Leadville í USA, til at testa ávirkanina av hæddarlegu í 3000 metra hædd. Lokala 9News hevur skrivað um tað her, og gjørt niðanfyri standandi innslag í tíðindasendingini, har tey tosa við Lotte Friis og Aschwin Wildeboer.

Svimjing er gott eisini fyri autistar

Um tit spyrja meg (Rók), so verður svimjing alt for ofta ógvusliga undirmett, sum nakað ið bara handlar um nakrar fáar úrvalssvimjarar. Her er ein grein úr Los Angeles Times um hvussu svimjing kann hjálpa autistum, tí tey trívast so væl í vatninum. Hvussu ein drongur segði síni fyrstu orð í vatninum, rættiliga lýsandi “Yay”. Greinin er eisini um tørvin á trygd; men vatnið er nú einaferð nakað heilt fantastiskt.

Team Danmark lanserað sína egnu sjónvarpsrás á netinum

Team Danmark ætlar við www.on-sport.dk at fáa smærru (úrvals-)ítróttargreinarnar meira í fokus, við videoinnsløgum frá venjing og kapping, við facebook-síðu og við ‘live’ innsløgum eisini. Her niðanfyri eru tað Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen sum greiða frá prinsippunum aftanfyri hæddarlegur, stutt áðrenn fráferð til Meksiko.

Kappast móti Phelps í Xbox spælinum “Push the Limit”

Michael Phelps roynir seg nú sum stjørna eisini í telduspæli, tá ið “Push the Limit” kemur út til Xbox 360 við Kinect í juni mánaða í ár. Spælararnir standa upprættir og gera svimjirørslur við ørmunum, og svimja so skjótari tess rættari teknikkurin er. Beinini telja ikki við. Phelps sjálvur sigur at kravdi armtaksteknikkurin er ógvuliga realistiskur: “It’s extremely realistic. If you had asked me five years ago if I ever thought I would have a video game coming out with swimming in it, I’m not sure what I would have said. I would never ever have thought it would be like it is. It is cool and fun.”. Lesið her á USA Today.

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 29. – 30. januar 2011

Viðfest eru úrslitini frá BankNordik-stevnuni í Vági, farna vikuskiftið. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag mest, 17 gull, 8 silvur og 9 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 8 gull, 15 silvur og 11 bronsu, meðan FLOT vann triðflest 5 gull og 2 silvur. Mest vinnandi svimjari var Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við 8 gullheiðursmerkjum, meðan Birita Debes úr FLOT vann mest hjá kvinnunum, 5 gull og 2 silvur. SuSvim menn settu sum kunnugt føroyskt met í 4×200 frí, og hartil setti Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag eftir øllum at døma føroyskt juniormet í 100 blandað, við tíðini 1:07.56, har metið hjá Biritu Debes frá X-mas kappingini í desember var 1:07.59.

Lars Sørensen gevst eftir OL 2012

Danska svimjisambandið skrivar í tíðindaskrivi um sína úrvalsætlan, at luttøka og úrslit á Olympisku Leikum eru varðarnir, og ultimativa málið fyri úrvalsarbeiði. Í hesum sambandi avdúka tey nú, at sportschef Lars Sørensen gevst eftir OL 2012, eftir egnum ynski:

Det er aftalt med Lars Sørensen, at han efter OL 2012 fratræder. Et helt og holdent eget ønske fra Lars. Lars ønsker nye udfordringer herefter i sit arbejdsliv. Bestyrelsen havde gerne set, at Lars fortsatte sit arbejde for dansk elitesvømning, men respekterer, at der efter 10 års målrettet og succesfuldt arbejde skal være mulighed for at prøve nye og andre udfordringer. Det er aftalt, at Lars primært skal sikre dansk elitesvømning succes frem mod OL 2012. Han skal samtidig lægge en betydelig arbejdsindsats som faglig sparringspartner for Dansk Svømmeunions bestyrelse og Team Danmark i processen frem mod tilrettelæggelsen af Eliteplan 2016.

Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko

Dansk Svømmeunion satsar nú stórt, við at senda heilar 20 svimjarar á 3 vikur langa hæddarlegu í Meksiko. Hartil eru 3 aðrir danskar á undan-hæddarlegu í Leadville í Rocky Mountains í USA, har tey venja heilt uppi í 3000 metrar hædd, í mun til eftirfylgjandi venjingarleguna í 2000 metra hædd í Meksiko. Úrvalsdeildin hjá dønum metir venjing í hæddunum sum ein av orsøkunum til núverandi framgongd og altjóða succés hjá dønum. Hartil senda tey 11 ungar juniorar á venjingarlegu (í vanligari hædd) á Mallorca, alt til at fáa lagt eitt gott venjingarstøði. Og tá hava tey longu verið á venjingarlegu í Slovenia, har tey óku á skíðum. Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko