Norskir úrvalssvimjarar átala væntandi svimjiførleika hjá skúlabørnum

Norskar kanningar hava staðfest, at yvir 50 prosent av børnum í 5. skúlaflokki ikki duga at svimja 200 metrar. Norska verjan hevur eisini staðfest at færri og færri ungdómar duga at svimja, og tí krevja úrvalssvimjarar sum Alexander Dale Oen og Gard Kvale nú, at politikarar annaðhvørt seta í verk átøk til at læra norðmenn at svimja, ella taka uppá seg at fólk drukna. Sí NRK.no.

Det er en veldig stor risiko å ta. Da må politikerne stå for det, hvis de synes det er ok å ha det på sin kappe
Continue reading Norskir úrvalssvimjarar átala væntandi svimjiførleika hjá skúlabørnum

Sullivan hevur nú (eisini) brotið hælin

Avstralski stórsprintarin Eamon Sullivan er at rokna gjørdur úr porselen, nú hann hevur brotið mjødnina einar tvær ferðir, og annað eisini. Tað nýggjasta er at hann á venjingarlegu herfyri fekk ilt í hælin, fyri síðani eftir røntgen at fáa staðfest, at hann (hælurin) var brotin. Lesið her á swimnews.com.

Svimjing er eisini venjing fyri heilan

Éitt er at svimjarar ofta jonglera við fleiri tal-uppgávum í senn; til dømis at telja armtøk millum andingar samstundis sum tey telja longdir, minnast til splitt-tíðir og rokna út puls, meðan tey allatíð telja saman hvussu langt tey hava svomið tilsamans. Men nú vísir tað seg at sjálvt tann ‘heiladeyði’ parturin stimbrar heilan, tá ið man bara svimur og svimur eitt langt strekki. Tað heldur í øllum førum Terry Laughlin her á bloggu síni, við støði í gransking av hvussu meditatión kann betra um heilafunkurnar … serliga tá talan er um ‘moving meditatión’, har heilin fær eyka luft og sukur tí at kroppurin er í gongd, samstundis sum man ‘bara’ meira ella minni mediterar, følir eftir hvussu andadráttur og teknikkur er, og ikki hugsar um annað enn tað sum hendir beint nú.

Tey kalla tað ‘mindfullness’, sum kann venjast á landi eisinii t.d. við hesari video …

Video av fyrsta ‘grab’ starti nakrantíð

Mel Stewart vísir her á bloggu síni á fyrsta ‘grab start’ nakrantíð – tvs. fyrstu ferð nakar fann uppá at bukka seg heilt niður at taka í startskammilin, til at fáa betri start. Tað er David Edgar frá Tennesse swimming sum á NCAA meistarastevnuni í 1971 roynir nýggja háttin at starta, og sami Edgar sum seinni vinnur á sjálvum Mark Spitz í 50 yard frí finaluni.

TV2 vitjar Pál Joensen

Sum tit kunnu lesa her á Portalinum, so eru sjónvarpsfólk frá TV2 í hesum døgum í Føroyum, at vitja Pál Joensen. Talan er um fólk frá ítróttarsendingini “Lige På og Sport“, sum vilja síggja venjingarumstøðurnar hjá honum, og hoyra um ætlanirnar fram til Olympisku Leikir í London í 2012. Portalurin veit at siga at Pál hartil eftir ætlanini verður at síggja í sendingini TV2 News í kvøld, umframt í ítróttarsendingini leygardagin. Her úr svimjiheiminum kunnu vit heilsa, at tað eftir ætlan verða eisini onnur áhugaverd fólk at hoyra, sum hava ávirkan á umstøðurnar hjá Páli.

Redditch vil hita hylin við líkbrenning

Redditch Borough Council í Worcestershire hevur sambært MailOnline funnið ein heldur ørvísi máta at spara pengar, nú orkuprísirnir hækka samstundis sum tað er fíggjarkreppa. Tey ætla nevniliga at hita hylin í Abbey Stadium Sports Centre við at brúka yvirskotshita frá líkbrenningarstøðini nærhendis, og vænta harvið at spara eini 14.500 bretsk pund ella umleið 127.000 krónur um árið. Summi halda at hugskotið er bæði sjúkt og óhugnaligt, at skula svimja í einum hyli sum er upphitaður av teirra kæru sum júst eru farin. Men council leader Carole Gandy heldur fast uppá at tað sparir pengar og ger tað sama fyri tey sum brúka líkbrenningarstøðina, og heldur annars:

I do recognise some people might not like it, but if they don’t they don’t have to use our crematorium.

Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin

Granskarar á University of Buffalo hava ávíst at svimjarar kunnu svimja væl longri við somu høgu ferð, um tey miðvíst venja vøddarnar sum anda. Granskarnir viðganga at tað ljóðar løgið, men siga at tað er tí at um vøddarnir sum anda verða móðir, so ‘stjala’ teir blóð og oxygen frá teimum sum flyta armar og bein, so at hesir ikki fáa arbeitt. Sí swimming.about.com.

Lundgren said that training the breathing muscles to improve the performance of swimming muscles seems counter-intuitive, but is logical physiologically. “Typically, we think it’s the muscles that move the body that are fatigued when we tire,” he noted. “However, the increased work load of the breathing muscles is very important, particularly underwater during prolonged or high intensity exercise such as swimming. As shown by other studies, when breathing muscles become fatigued, the body switches to survival mode and “steals” blood flow and oxygen away from the locomotor muscles and redirects it to the respiratory muscles to enable the diver to continue breathing. Deprived of oxygen and fuel, the locomotor muscles become fatigued. Increasing the strength and endurance of the respiratory muscles prevents their fatigue during sustained exercise, enabling divers and swimmers to sustain their effort longer without tiring,” Lundgren said.

Continue reading Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin