Holstebro bjóðar svimjarum sínum hjálp við skúlatingunum

Holstebro Elitesport skrivar her at tey hava sett 19 ára gomlu Sif Bernstoff Lehmann at hjálpa svimjarum í Holstebro Svømmeklub við skúlatingunum. Talentini venja upp til 25 tímar um vikuna, og felagið heldur tí at tey hava tørv á at brúka bíðitíðina millum svimjing og skúla betur, so at skúlatingini ikki verða tað seinasta tey gera áðrenn songartíð. Tí hava tey stovnað eina ‘lektiecafé’ at verða mánadag og hósdag frá kl 14:30 til 16:30, í hølunum hjá svimjifelagnum í Badeland. Fyribils sum ein roynd fram til páskir.

Stórur áhugi fyri at svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina í DK

Danska svimjisambandið skipaði farna leygardag fyri temadegi um skúlasvimjing, har svimjifeløg og kommunur skiftu orð um møguleikan at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina. Har var stórur áhugi sambært svoem.dk frá 12 kommunum og 37 svimjifeløgum, við 94 nøvnum á luttakaralistanum. Framløgurnar síggjast her, hjá umboðum frá ymisku áhugabólkunum, Dansk Idrætsforbund, Dansk Svømmeunion, Syddansk Universitet, Gentofte Kommune, Gentofte Svømmeklub og Horsens Svømmeklub.
Continue reading Stórur áhugi fyri at svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina í DK

Swimming is a Team Sport

Nøkur vísdómsorð frá Gary Hall Sr., pápa fimmfalda olympiska meistaran Gary Hall Jr., sum sjálvur vann silvur á OL í 68 og 72, umframt bronsu í 76. Hann tosar um hetta at hóast svimjararnir kappast ein og ein á hvør sínari geil, so krevur bæði venjing og kapping eitt samstarv millum fleiri menniskju.

(Fortsættelse følger)
Continue reading Swimming is a Team Sport

Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Týska umhvørvisráðið UBA ávarar nú í tíðindaskrivi um at lata pinkubørn undir 2 ár svimja í kloraðum innandura svimjihyljum, um títtleikin av astma er høgur í familjuni. Tey ráða hartil øllum svimjarum til at minka um vandan við at vaska seg betur, og svimjihallum til at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og sunnari tøkni.
Continue reading Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina

Dansk Svømmeunion bjóðar her á svoem.dk kommunum og svimjifelagum til ‘inspiratións-seminar’, leygardagin 15. januar, at viðgera um svimjifeløg kunnu yvirtaka fólkaskúlaundirvísingina í svimjing. “I dag har kommunerne ansvaret for svømmeundervisningen af folkeskolens elever, men kan landets svømmeklubber løse opgaven billigere og bedre? Hvordan griber man denne opgave an, og hvad skal man være særlig opmærksom på?
Continue reading Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina

Undirvatnsvenjing við elastikki og partnara

Áhugaverd venjing her, hjá svimjarum frá University of Utah. Fyrsti maður svimur so skjótt sum gjørligt undir vatni við fitjum, bundin til næsta mann við einum av hesum langu elastikkum. Tá ið tað táttar í, fer næsti avstað og svimur uttan fitjur so skjótt sum gjørligt undir, sum merkir at hann fær hjálp frá tí sum togar til eyka ferð, meðan hin fær eyka mótstøðu.

Bagsværd Svømmehal fingið Poseidon trygdarskipanina

Bagsværd Svømmehal hevur sum fyrsta svimjihøll í danska kongaríkinum fingið sær sonevndu Poseidon trygdarskipanina, sum við videotólum og teldu kann staðfesta um nakar hevur ligið stillur (og harvið møguliga druknaður) undir vatnskorpuni í meira enn 10 sekund. Royndir vísa at tað hevur stóran týdning at bjarga druknaðum fólki innan 30 sekund, um tey skulu kunna fáast til lívs aftur uttan mein, og tá ið so lívbjargarar til tíðir kunnu hava trupult við at síggja niður á botn í óróligum vatni, so er tað sjálvsagt at telduyvirvøka má til. Sí tíðindi á SwimNews.dk og video á dr.dk.

Sullivan fingið vatntættan MP3-spælara við walkie-talkie

Avstralski sprintarin Eamon Sullivan skrivar her á twitter.com: “Just got given this waterproof mp3 player with walkie talkie for my coach to talk to me while I’m swimming. http://plixi.com/p/67791927“. Út í frá myndini sær tað út til at í øllum førum walkie talkie parturin er frá avstralsku Oricom.