Svimjararnir rýma frá NTC, skrivar SN.dk

Vit hava lisið um hetta fyrr, og kanska onkur las eisini samrøðuna við pápa Amalie Emma Thomsen á simma.nu. Men nú er tað so likið út til fjølmiðlarnar eisini, har Sjællands Nyheder í gjár gjørdi ein samandrátt av trupulleikunum hjá Amalie Emma Thomsen, Jon Rud, tøsedreingjunum osfr, enntá við so mikið bítandi viðmerking frá pápa Amalie Emma Thomsen:

Netop Michael Thomsen har tidligere bakket op om landstræneren og måden, træningen foregik på træningscentret.

– Man har som bekendt et standpunkt til man tager et nyt. Det betyder, at vi har haft nogle oplevelser og har fået tilført en anden viden, som gør, at vi som forældre hverken kunne eller ville sidde med hænderne i skødet siger Michael Thomsen til simma.nu.

Bjarging og hugni fyri havsvimjarar

Sunnudagin 14.november fer Sørin Djurhuus at vísa fram ymiskt um bjarging á sjónum í sambandi við havsvimjing. Tiltakið verður við lendingina í Hoyvík. Aftaná venjingina verður farið útí at svimja, og aftaná svimjingina verður hugnaløta við onkrum leskiligum. Alt tiltakið verður niðri við lendingina í Hoyvík um tað viðrar. Vetrarsvimjarar kring alt landið eru vælkomnir til tiltakið í Hoyvík. Lesið her á torshavn.fo.

Nú eru 5 hyljar í Svøríki við Omega OSB11 startskamlum

SANY1929Heimasíðan www.simma.nu/se listaði herfyri upp tær svimjihallir í Svøríki sum hava startskamlar av slagnum Omega OSB11, tá ið 2010 er runnið:

  • Eriksdalsbadet – Stockholm
  • Simarena Borås
  • Filborna Arena – Helsingborg
  • Sydpoolen – Södertälje
  • Nya Vilundabadet – Upplands-Väsby

Sviar eru altso langt frammi, meðan danir og íslendarar hava sín fyrsta til góðar, og Alexander Dale Oen (hóast Omega OSB11 finnast onkra aðrastaðni í Noregi) hevur keypt sín egna, at seta upp at venja við í Bergen.

Hæddarlegur gera stóran mun

SwimNews.dk skrivar her úr grein í Fyens Stiftstidende, um tá ið Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis herfyri vóru á 3 vikur langari hæddarlegu í Colombia, saman við landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer og soni hansara Aschwin Wildeboer. Tey vóru 2640 metrar uppi í Bogota, at kanna í góðari tíð áðrenn OL í 2012, hvussu kroppurin hjá hvørjum einstakum av teimum reagerar uppá hæddarlegu. Aschwin fekk størstu effekt, eina øking av hæmatokritvirðinum uppá heili 10 prosent, til 48. Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen komu upp á 45 í hæmatokritvirði, sum er høgt fyri konufólk.

Lotte Friis fekk heilaskjálvta undir venjing

Lotte Friis fekk heilaskjálvta undir venjing týsdagin, tá ið hon í landvenjingini kastaðin ein medisinbólk á 3 kilo inn í veggin, og hugdi burtur tá ið hann kom aftur. Hon ætlar sær tó enn at luttaka á World Cup í Stokkhólmi í vikuskiftinum, nýliga afturkomin av 3 vikur hæddarlegu í Suðuramerika. Lesið her á dr.dk.

Reglulig svimjing minkar um stress og verjir ímóti forkølilsi

Granskarar úr North Carolina í USA hava staðfest, at fólk ið venja fysiskt 5 ella fleiri dagar um vikuna eru bara helvtina so ofta sjúk, sum tey ið venja 1 ferð um vikuna ella minni. Og vit í svimjingini fáa eina heilsu við frá granskarunum: “Exercise like swimming is fantastic for reducing stress which helps maintain a healthy body”. Lesið her á swimming.org.

Danska NTC missir sínar svimjarar

SwimNews.dk og Simma.nu/dk skriva nú at unga Amalie Emma Thomsen hevur valt at gevast á ‘det Nationale TræningsCenter’, fyri heldur at fara at venja hjá Mick Steen Nielsen í svimjifelagnum VAT. Á Simma.nu/dk vísir Ricky Clausen á, at talið av svimjarum sum venja fast á NTC tí nú er niðri á bara 7, harav bara Lotte Friis og Rikke Møller Nielsen hava støði til at kunna røkka altjóða finalum. Hini eru givin ella farin aðrastaðni at venja, sum til dømis Mads Glæsner ið fór til USA.

Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík

DSC00386NRK Sport skrivar her at olympiski silvurvinnarin og evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen nú sjálvur arbeiðir fyri at fáa ein OMEGA OSB11 startskammil settan upp í Sentralbadet í Bergen, so at hann kann venja startirnar betri.

“Det er i starten jeg kan hente inn mest på kortest mulig tid. For oss gjelder det ikke å være på nivå med de andre, men bedre enn de andre. Vi må jobbe med de små tingene, så sitter de på plass til slutt”, sigur Dale Oen, og heldur áfram, “Det er på grunn av det som skjedde på 50 meter bryst i sommer og jeg vil ha mest mulig lik startfase som jeg har i konkurranse. Derfor valgte jeg å kjøpe den”
Continue reading Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík