Svimjing er sunt fyri børn við astma

Ein nýggj sponsk/bretsk kanning staðfestir tað sum vit í fyri nøkrum árum síðani øll vistu onkunsvegna, at tað er faktiskt er sunt fyri børn við astma at svimja, eisini hóast tað er í klorvatni. Tey kannaðu 5738 børn frá tí at tey vóru fødd, og sóu at tað var serliga gott fyri børn við astma at byrja at svimja, við tað at tey fingu betri lungu, og færri astmasymptom.

Ella sum Asthma UK orðar tað:

‘This large, well-designed study therefore suggests that swimming regularly in chlorinated pools does not cause asthma in children, but can in fact improve their lung health.’

Continue reading Svimjing er sunt fyri børn við astma

‘Hour of Power’ = 60 x 25 firvald uttan at anda, starta 1:00

Amerikansku Scottsdale Masters gjøgnumførdu herfyri sína fimtu árligu ‘Hour of Power’ seriu, sum stutt sagt er 60 x 25 yards firvaldasvimjing uttan at anda, har starttíðin fyri hvørja endurtøku av 25 yards er 1 minuttur. Aftaná hvørja 10. endurtøku skuldu luttakararnir upp á skift upp á startskammilin at syngja ein skúla-slagsang, áðrenn tey byrjaðu næstu 25, og væl at merkja ein nýggjan sang hvørja ferð. Eftir øllum at døma var hetta so mikið stuttligt, at svimjararnir í heilum stríddust við oxygen-undirskot í teimum 25, av tí at tey høvdu flennt so nógv at teimum sum sungu. Men tó so ikki verri enn, at nøkur av teimum endaðu við at svimja síðstu 2 x 25 út-í-eitt, undir vatn. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Mutandor ger plássið uttanfyri um til eina svimjihøll

Vit hava fyrr sæð belgisku Hydrofloors umgera stovuna til ein svimjihyl ella øvut, men nú bjóða niðurlendsku Extreme Exclusive B.V. við Mutandor® at gera ikki bara terrassuna um til ein svimjihyl, men eisini at lyfta eina heila høll upp rundan um hylin. Har eru møguleikar at velja at kunna svimja úti, inni, hálvum inni ella at hava høll uttan hyl til veitslur og líknandi. Og eg haldi at har fylgir ein fjarstýring við 🙂

Chris Christensen bloggar um vitjan hjá Dale Oen

Danski bringusvimjarin Chris Christensen bloggar her á SwimNews.dk, um eina vitjan hjá honum uppi í Norra, har hann vandi saman við Alexander Dale Oen. Niðurstøðan er stutt sagt, at venjingin ikki er so nógv ørvísi hjá Dale Oen enn hjá Christensen, men at Alex tó allíkavæl onkunsvegna klárar at hála betri úrslit upp úr hattinum, tá ið tað kemur til avgerandi kappingar.

Så det væsentlige jeg har fået ud af mit ophold er nok at jeg har set at den internationale elite også er almindelige mennesker, at de laver stort set det samme som os andre og at skellet mellem at være en marginalsvømmer, og være med til at kæmpe med om medaljerne måske ikke er så stort som man skulle tro. Så bestemt ny gejst og gåpåmod herfra!

Árið í ár er tað týdningarmesta fyri OL 2012, sigur Sørensen

Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen fóru herfyri á 3 vikur langa venjingarlegu í Kolombia, formliga sum fyrireiking til HM á stuttgeil í desember, men í veruliganum til at eftirkanna hvussu tað riggar hjá teimum at venja og búgva í 2600 metra hædd. “Denne sæson er den vigtigste i forhold til OL. Det er nu, man skal teste sine forandringer og lave sine træningsskift. Man skal træffe de store beslutninger i år”, sigur danski sportsjefurin Lars Sørensen, um hetta at senda genturnar hægri upp enn tey nakrantíð hava roynt fyrr. Lesið her á sporten.dk.

Danir minka um klorið í svimjihallum

Danska stjórnin hevur sambært dr.dk avgjørt at minka um markavirðið fyri mest loyvda klorinnihald í svimjihylum, til at umganga at brúkarar av svimjihallum fáa ovurviðkvæmi. Frá nýggjárinum av má ph-virðið ikki vera meira enn 6.8, har tað í dag er 7.3. Eyvind Vesselbo frá Venstre sigur um avgerðina: “Det er meget vigtigt, at vi får nedbragt det klorindhold. Der er mange mennesker, som bliver allergiske, når der er for meget klor i. Samtidig kan det ikke nytte noget, at man bruger kloret og putter mere og mere klor i for at rense bakterierne væk, når man har nogle andre metoder, man også kan gøre det med.”

Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark

Politiken skrivar her, at til dømis svimjifelagið GI40Hermes í Keypmannahavn hevur 307 børn á bíðilista, sum vilja sleppa í svimjiskúlan. Tey hava trý lið koyrandi í senn í níggju ymiskum hallum frá kl 15, og hava tó so slettis ikki pláss fyri øllum. Og tey gerast fleiri og fleiri sum leita til felagið, av tí at svimjiundirvísingin í skúlunum nógva staðni verður skorin burtur, samstundis sum foreldruni hava fingið fokus á vatnítrótt og týdningin av at kunna klára seg í vatni.
Continue reading Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark

Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki

Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin setti herfyri fyrireikarnar av 50 metra hyli í Vági nakrar fyrispurningar í almennum brævi, týðiligvís ivasamur um verkætlanini. Hann vil vita hvussu tað ber til at byggja høllina fyri millum 12 og 13 milliónir, og brúkar annars vendingar sum til dømis at “hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum”, um tíðarætlanin hjá fyrireikarunum. Nú hava fyrireikararnir so svarað, millum annað her á Suðurrás.fo.


Continue reading Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki

Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion

Danska svimjisambandið ger nú eitt neyðarróp, eftir allar søgurnar um hvussu danskar kommunur steingja svimjihallir og niðurraðfesta svimjiundirvísing í skúlunum. “Dansk Svømmeunion frygter konsekvenserne og udsender i en pressemeddelelse et nødråb til landets kommuner om at tænke sig om en ekstra gang. Også i Danmarks Idræts-Forbund ser man på udviklingen med stor bekymring – en udvikling, der i værste instans vil resultere i flere drukneulykker på sigt.” Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion