Nýggj gransking í Brasil bendir á, at svimjing hjálpir væl uppá fibromyalgi. Hetta er sjúka ið rakar serliga kvinnur, har kroppurin er í kroniskari pínustøðu. Tey bóðu 75 kvinnur um at meta um hvussu nógva pínu tær høvdu, og góvu teimum síðani boð um at annaðhvørt ganga ella svimja tríggjar ferðir 50 minuttir um vikuna í 12 vikur. Pínan fall frá 6.2 til 3.6 hjá teimum sum gingu, og frá 6.4 til 3.1 hjá teimum sum svumu, har 10 er ringasta hugsandi pína. Lesið her á Aquatics International.
Category: venjing
Svimjiundirvísingin í norskum skúlum verður nú betrað
Norska skúlaskipanin sjósetur nú eina røð av átøkum, til at betra um svimjiundirvísingina í yngstu skúlaflokkum. Millum annað verður ein roynd innførd sum við deilmálum skal kanna svimjiførleikan hjá næmingum frá fyrsta til fjórða skúlaflokk, umframt at lærararnir fáa bjóðað skeið í svimjing og lívbjarging.
Continue reading Svimjiundirvísingin í norskum skúlum verður nú betrað
Venjing 4 tímar aftaná læring styrkir langtíðarminnið
Nýggi gransking bendir á, at tað hjálpir uppá langtíðarminnið at venja aftaná skúla, men tó ikki um venjingin er beint aftaná undirvísingina.
Tey býttu 72 luttakarar upp í 3 bólkar, har ein bólkur ikki vandi, meðan hinir báðir bólkarnir vandu annaðhvørt beint aftaná undirvísing, ella 4 tímar aftaná.
Og her vísti tað seg so, at tey mintust best 2 dagar seinni sum høvdu vant 4 tímar aftaná undirvísing, meðan hinir báðir bólkarnir eftir øllum at døma kláraðu seg líka illa í mun til hesi.
Lesið her á sci-news.com
LEN og ES vísa á nyttuna av lívslangari svimjing
Lifelong Swimming er ein Erasmus Plus ítróttarverkætlan hjá ES til at vísa á virðið av svimja ella á annan hátt at røra seg í vatni, eisini á ellisárum. Verkætlanin er samskipað av italska svimjisambandinum FIN, í samstarvi við evropeiska svimjisambandinum LEN, háskúlanum í Coimbra og øðrum, at koyra í tvey ár, millum annað við fyriskipan av sonevndum H2OpenDays, har svimjisambondini skipa fyri ókeypis svimjitiltøkum fyri fólk yvir 60 ár.
Swimspire prátar við Ben Proud
Swimspire prátar her við bretska svimjaran Benjamin Proud, sum vann bronsu í 50 frí og 50 firvald á EM í London 2016.
Svimjing styrkir um evnini hjá børnum at rokna
Nýggj gransking á enska UCL Centre for Longitudinal Studies bendir á, at børn sum ganga til ítrótt tá ið tey eru 5, 7 og 11 ára gomul, hava hálva aðru ferð betri kjans at fáa betri úrslit enn væntað, tá ið tey sum 11 ára gomul fara til ensku KS2 (Key Stage 2) rokniroyndina. Og, hetta er væl at merkja eisini galdandi fyri børn frá fíggjarliga sperdum familjum. Lesið her á The Telegraph
(Image courtesy of matt.herzog, CC BY 2.0)
Continue reading Svimjing styrkir um evnini hjá børnum at rokna
Kappingarhyljar eru eisini breidd
Útvarpsrásin R7 viðgjørdi aftur í gjár spurningin um svimjihyl í Runavíkar Kommunu, og skulu teir tríggir mentanarleiðari Sølvi Reinert Hansen, mentanarnevndarformaður Terje B. Vestergaard og borgarstjóri Torbjørn Jacobsen hava stórt rós fyri góða og sakliga viðgerð av málinum. Lurtið frá umleið helvtina inni í sendingini her.
(Almenn svimjing í Páls Høll. Páls Høll eigur myndina)
11 dagførdir lívbjargarar hjá Páls Høll og SuSvim
Hetta er eitt sindur gamalt – men hin 4. og 5. mars 2016 skipaði Sørin S. Djurhuus úr Svimjisambandi Føroya fyri lívbjargararoynd suðuri í Vági, har tilsamans 11 fólk tóku prógv, sum starvast í Páls Høll og/ella fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Continue reading 11 dagførdir lívbjargarar hjá Páls Høll og SuSvim
7 dagførdir lívbjargarar í Svimjihøllini í Gundadali
Svimjisamband Føroya skipaði í dag í samstarvi við Svimjihøllini í Gundadali, fyri endurnýggjan av lívbjargingarroynd hjá teirra lívbjargarum. Tey vóru 7 sum fóru ígjøgnum rulluna, undir leiðslu av Sørini S. Djurhuus, nevndarlimi í Svimjisambandi Føroya og primus motor fyri okkara lívbjargingarát, og Rúnu Mortensen sum er lívbjargingardómari hjá Svimjihøllini í Gundadali.
Baðiland byggjast uppí Páls Høll
Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi týskvøldið at gerast partur av uppíbygging í Páls Høll, soleiðis at eitt baðiland nú verður bygt uppí Páls Høll.
Grunnurin Páls Høll hevur vent sær til Vágs kommunu við uppskoti um at byggja út Páls Høll við einum baðilandi, og hevur Grunnurin í hesum sambandi heitt á Vágs kommunu um at gerast partur av ætlanini, og hetta samtykti Vágs Býráð á býráðsfundi týskvøldið.
Talan er um eina útbygging á umleið 400 m2, har m.a. rutsibanar, smærri hylur, boblibað og annað verður. Útbyggingin fevnir eisini um at økið til venjingarmiðstøðina verður víðkað við umleið 100 m2.
Lesið meira her á vagur.fo