Klor kann viðføra krabbamein (men svimjing er sunt)

Nýggj gransking bendir á, at svimjing í serliga innandura hyljum kann geva trupulleikar við andaleiðini, og skaða DNA sum so aftur kann føra til krabbamein. Trupulleikin er klor, og granskarnir skunda sær at siga at man ikki skal halda uppat við at svimja, men heldur at tað hevði verið sunnari at minka um kemikaliuni í vatninum. Nakað ið sum kunnugt ber til, har til dømis Bernstorffsminde Efterskole í Danmark hevur minkað um klorinnihaldið í svimjihylinum við 80 prosentum. Les WebMD.com

FINIS Swimsense telur tøk og strekki í øllum greinum

Amerikansku FINIS er nú á veg við einum uri sum kann telja tøk og harvið eisini strekki, tíð og pace í svimjing. Teir siga enntá at tað sær mun á svimjigreinunum firvald, rygg, bringa og frí, sum so vælsagtans merkir at man fer at kunna fáa nøgdina í hvørjari grein talda upp fyri seg. Og alt kann so leggjast yvir í serligt forrit á telduni gjøgnum USB, ella upp á eina serliga heimasíðu. Sí www.finisinc.com/swimsense

Íslendarar duga absolutt eisini at svimja á sjónum

Leygardagin 28. august svumu 16 svimjarar úr Sundfélag Akraness og venjari teirra Mads Claussen teir 22 kilometrarnar frá Reykjavík til Akranes, í tí tey kalla Faxaflóasund 2010. Talan var um stafett, har tey svumu 1 til 3 ferðir 10-20 minuttir í part, og so at enda teir síðstu metrarnar bara í vanligum svimjiklæðum inn á land.

faxafloasund2010a

[Pictures courtesy of Mads Claussen]
Continue reading Íslendarar duga absolutt eisini at svimja á sjónum

Løkke Rasmussen um Pál: “Vilje og talent der ikke kan holdes tilbage”

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen var í morgun at hoyra í sendingini “Café Hack” hjá Danmarks Radio P4, har hann millum annað lýsti Pál Joensen og Teitur Lassen sum “vilje og talent der ikke kan holdes tilbage”. Hann kendi týðiligvís eisini til væntandi svimjiumstøðurnar hjá Páli og restina av okkara svimjarum her heima á klettunum … so hvør veit, kanska vit kunnu fáa eina hond frá dønum, um føroysku politikararnir svíkja 😉

Cafehack 100829 Løkke Rasmussen um Pál og Teitur by svimjing
Continue reading Løkke Rasmussen um Pál: “Vilje og talent der ikke kan holdes tilbage”

Ein áheitan til Runavíkar Kommunu

Terje B. Vestergaard formaður í Neptun skrivar her á Vágaportalinum vegna ‘turrasta svimjifelag í Føroyum’, um royndirnar at fáa svimjihyl bygdan í Runavíkar Kommunu. Um gyltu vallyftini frá lokalpolitikarum á staðnum, og um hvussu teir so eftirfylgjandi allíkavæl søgdu seg ikki hava ráð, fyri síðani 2 mánaðir seinni at brúka pengarnar uppá mentanarhús í staðin. Eg loyvi mær at endurprenta greinina í fullari longd, her í tí fylgjandi …
Continue reading Ein áheitan til Runavíkar Kommunu

Vatn í einum røri er eisini venjing

Um tú nakrantíð hevur flutt eitt akvarium við vatni í, so veitst tú at tað ikki bara er tungt, men eisini kann gerast veruliga illtungt um fyrst vatnið byrjar at skvampla aftur og fram í tí. Á videoini niðanfyri sæst eitt venjingartól kallað Attitube sum brúkar hendan eginleika. Og bíða nú, fyri tað um tað er eitt sindur ‘TV Shop’ yvir tí, so kann tað kanska skapa hugskot til venjing á kantinum við spannum ella líknandi. Funnið her á gizmag.com.

Glæsner til USA at venja saman við Mellouli

Danski Mads Glæsner skiftir til University of Southern California, har hann skal venja saman við tunesiska Oussama Mellouli, sum er heimsmeistari og olympiskur meistari í 1500 frí. Glæsner hevur til nú vant hjá Wildeboer í “Det Nationale Træningscenter” í Brønshøj, men leggur stóran dent á at tað ikki hevur nakað við hørðu úttalilsini hjá Wildeboer á EM at gera. Sí innslag her á TV2 Video.

Eitt bókaviðmæli frá Bjarnasyni og teimum

Um tað var nøkur bók sum varð nevnd í Budapest, so var tað nýggja bókin hjá danska Rasmus Ankersen “Opdragelse af en vinder – pace dine børn til succes og selvværd“. Hon var við í Canet og Budapest, og lá á skift á borðinum hjá Bjarnasyni, Páli og Thurid. Og Bjarnason nevndi ferð eftir ferð, at hann kundi fyri tann skyld hava skrivað hana sjálvur, so nær lá hon at hugburðinum runt venjingina hjá Páli. Her niðanfyri er tað rithøvundurin sjálvur, sum greiðir frá hví hann ikki heldur at talent hevur týdning.