Í DK læra lívbjargarar børnini at svimja, tí at skúlaverkið svíkur

Den Nordsjællandske Kystlivredningstjeneste er nú farin undir at bjóða grundleggjandi svimjifrálæru á strondini, av tí at fleiri og fleiri ikki duga at svimja. Drukning er næststørsta orsøk til at danir doyggja av vanlukku, sambært lívbjargarunum ofta bara tí at fólk verða kløkk av at fáa eina aldu í høvdið ella vatn í munnin, og so fara í panikk. »Vi ved, at det går ned ad bakke med danskernes svømmefærdigheder, for flere svømmehaller lukker, og der skæres ned på skolesvømningen. Når vi lever i et land med så meget kyst, er det mig en gåde, at der ikke er flere tilbud om vandtilvænning.«, sigur kystlivredningschef Erik Bech. Les metroxpress.dk

Cullen Jones gjørdist svimjari, tí hann einaferð mundi druknað

Amerikanski OL-gullvinnarin Cullen Jones var herfyri í Chicago við “Make a Splash” tiltakinum hjá USA Swimming Foundation og ConocoPhillips, at greiða frá hví hann eisini heldur at svimjing er so alneyðugt. Sjálvur byrjaði hann tíðliga at svimja, eftir einaferð í einum vatnlandi at hava verið um at drukna. Sí chicagodefender.com

Cullen Jones

[Picture courtesy of myuzeme, cc by-sa]
Continue reading Cullen Jones gjørdist svimjari, tí hann einaferð mundi druknað

Í Bretlandi bera tey hyljar út til teir skúlar sum mangla

Meðan vit her í Føroyum niðurleggja svimjihyljar á skúlum, so hava tey í Bretlandi eitt átak kallað “Pools 4 School“, har tey seta fyribils svimjihyljar upp í skúlum har eingin er, og so læra børnini tað sum tey kallað “A Life Skill … something that is absolutely fundamental to your life going forward!”. Nevniliga at duga at svimja.


Continue reading Í Bretlandi bera tey hyljar út til teir skúlar sum mangla

Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv

Sum kunnugt skuldi Eysturkommuna nú á býráðsfundi 28. juni taka støðu til, hvussu vítt svimjihylurin við Gøtugjógv skuldi niðurleggjast, so at Skeggjar og aðrir svimjarar í Gøtu heldur skulu fara til dømis til Leirvíkar at svimja. Endin á hesum varð, at leirvíkingarnir Jóhan Christiansen, Terji Lervig, Elin V. Olsen og Joen Magnus Rasmussen atkvøddu fyri at niðurleggja hylin, meðan Tollakur Joensen og Hanna Jensen úr Gøtu atkvøddu ímóti, og Fríðgerð Heinesen úr Leirvík og Hans Mourits Foldbo úr Gøtu atkvøddu blankt.
Continue reading Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv

Super svimjihylur í Drammen

Sonni vísir á Facebook til hesa video á drammen.kommune.no, sum vísir hesa nýggju flottu svimjihøllina í Drammen við alduhyli, klatriveggi, barnahyli, vatnrusjibanum, venjingardepli, vippum, vælverudeild og 50 metra svimjihyljum bæði úti og inni. Eg havi ikki funnið akkurát hasa videoina í embed-útgávu, men í staðin hesa tónleikavideo, filmað í somu høll.

Leveaux í ferð við at skifta venjara igen-igen

SwimNews.com skrivar her, at franska sprintstjørnan Amaury Leveaux eftir øllum at døma aftur er í ferð við at skifta venjara. Seinasta árið hevur hann skift frá Lionel Horter til Frederick Vergnoux og víðari til Philippe Lucas, men nú er hann skal hann vera á veg til Maxim Cornillier, sum venur millum annað Frédérick Bousquet, tá ið hesin ikki er hjá Auburn í USA.

Masters hetja bjargaður tvær ferðir av lívbjargarunum

Teir eru kanska eitt sindur móðir av honum í Link Centre í Swindon, eftir at 75 ára gamli fyrrverandi bretski og evropeiski meistarin í masterssvimjing Ivor Pope tvær ferðir fekk hjartaslag í svimjihylinum, og mátti bjargast av lívbjargarunum. Fyrsti tanki hjá mær var, ‘hvat ger ein sovorðin maður í einum svimjihyli?’. Men hinvegin … hvar skal hann annars venja, um hann vil vera vísur í at fólk allatíð ansa eftir honum, og duga at hjálpa honum um hann fær trupulleikar? Les her á BBC News.

So er Alexander Dale Oen í Calella

Norski OL-silvurvinnarin Alexander Dale Oen er aftur í ár í Calella á venjingarlegu, sum tá ið hann fjør vandi har saman við Páli. Joensen ger tað eitt sindur ørvísi í ár, við venjing fyribils her heima, og síðani einum túri til “Great Swim” havsvimjing í London, heldur enn hasari stevnuni í París.

Came to Calella yesterday evening,gonna make this camp count!7 days of training before I fly off to Paris Open,then back to Calella againless than a minute ago via web

Continue reading So er Alexander Dale Oen í Calella

Stjørnurnar hava týdning fyri alt liðið

Danski parturin av www.simma.nu vísti í gjárkvøldið til áhugaverda PHD-ritgerð hjá ítróttarsálarfrøðinginum Kristoffer Henriksen, um menning av talentum. Henriksen hevur í ritgerðini “The Ecology of Talent Development in Sport” gjørt eina ’empiriska’ kanning av trimum úrvalsumhvørvum í Skandinavia, og er millum annað komin fram til at “miljøernes evne til at talentudvikle på højeste niveau er forudsat av tilstedeværelsen af internationale seniorer”. Altso, tað er gull vert at hava til dømis Pál Joensen heima í hylinum í Vági … og danska svimjisambandið hevur øvut fingið enn ein lúsing, fyri at taka stjørnurnar burtur úr upprunafeløgunum, til ‘det Nationale TræningsCenter’ at venja.

Stór succés við nakinsvimjing í Kolding

Slotsøbadet í Kolding hevur eina tíð haft opið tvær ferðir um árið fyri ‘naturistum’, sum eru fólk ið gjarna vilja sleppa undan at ganga í klæðum. Hetta hevur verið ein so mikið stór succés, at tey nú ætla at víðka við einum serligum “Sauna Night” tiltaki í august, við dampbaði, sauna og uttandura spa. Og so fáa tey okkurt gott at eta eisini. Lesið sjálvi her á P4 Trekanten (ahem, tíbetur uttan aðrar myndir enn nakrar naknar føtur)