Svimjarar liva longri

SwimNews.com skrivar her um kanning hjá “International Journal of Aquatic Research and Education”, av deyðiligheitini hjá monnum millum 20 og 90 ár, sum regluliga svumu, gingu, runnu ella gjørdu einki. Deyðiligheitin millum teir 562 svimjararnar var umleið 1.9% í granskingartíðarskeiðnum, í mun til 6.6% av teimum 20356 rennarunum, 7.8% av teimum 3746 sum gingu regluliga, og 11% av teimum 15883 sum ongan ítrótt íðkaðu.

Eysturkommuna ætlar at niðurleggja hylin við Gøtugjógv

Býráðið hjá Eysturkommunu ætlar sambært fundarskrá til fund 14. juni at niðurleggja svimjihylin við Gøtugjógv, fyri heldur at gera høllina til permanenta fimleikarhøll. Hesin fundur skuldi eftir ætlan vera í gjárkvøldið, men varð útsettur til 28. juni, har tey ætla endaliga at taka hylin frá evnaríku svimjarunum í Gøtu.
Continue reading Eysturkommuna ætlar at niðurleggja hylin við Gøtugjógv

Klaksvíkar Svimjihøll fær nú nýggju Omega-skamlarnar

Omega OSB11Tað frættist nú úr Klaksvík, at tey har norðuri hava bílagt sær Omega OSB11 skamlar úr Sveis, við tjóvstarts-detektori og øllum, sum eru somu ‘track’ skamlar ið verða nýttir til dømis á heimsmeistarastevnunum hjá FINA. Sum ikki einaferð, so eru klaksvíkingar fyrstir tá ið tað kemur til svimjing í Føroyum 🙂

Hug at vera við til at seta eitt heimsmet?

WLSLHósdagin 3. juni fara svimjihyljar runt um í heiminum at hýsa eini felags roynd at seta Guinness heimsmet í flest luttakarum til sama svimjitíma í senn. Endamálið er at økja um forstáilsið fyri hvussu týðandi tað er at børn læra at svimja, til at minka um vandan fyri at tey drukna. Venjararnir verða tiltikin fólk sum Rowdy Gaines og Janet Evans, ið bæði hava átt heimsmet og vunnið fleirfalt OL gull. Svimjitímin byrjar kl 15:00 føroyska tíð, og skásetingarskjalið til at kunna hýsa tiltakinum er her.


Continue reading Hug at vera við til at seta eitt heimsmet?

Gaza-geirin hevur fingið sín fyrsta 50 metra hyl

Gaza-geirin fekk hósdagin sambært palestinsku tíðindaskrivstovuni Ma’an sín fyrsta ‘Olympic-standard’ svimjihyl, sum merkir at hann millum annað er 50 metra langur. Gaza-geirin hevur sum kunnugt allar møguligar trupulleikar, sum millum annað umfata at tey hava ov lítið sement til kloakkir, skúlar og heim. Men hetta fingu tey tó so fyrr enn vit.

Cullen Jones um týdningin at duga at svimja

Tríggir olympiskir gullheiðursmerkjavinnarar ferðast í hesum døgum runt í USA og prædika um týdningin at duga at svimja. Í videoini her hoyra vit hvussu Cullen Jones kallar svimjing fyri eitt av teimum tingunum sum tú skalt duga her í lívinum – “a life skill”. Les wowt.com


Continue reading Cullen Jones um týdningin at duga at svimja

SwimTOOL – eitt online tól til venjarar og svimjarar

SwimTOOL er ein online skipan sum ger tað gjørligt hjá svimjivenjarum at skriva og útbýta venjingarskráir til lið og svimjarar, og sum svimjararnir so hinvegin kunnu brúka sum venjingardagbók. SuSvim er longu skrásett sum felag í skipanini, og aðrir føroyingar hava nokk eisini hoyrt um skipanina, annaðhvørt gjøgnum SuSvim, ella tí at Mads Claussen er primus motor har.

Danska svimjisambandið gjørt samstarvsavtalu við triathletarnar

Dansk Svømmeunion og Dansk Triathlon Forbund undirskrivaðu í gjár eina sambært svoem.dk serstaka og søguliga samstarvsavtalu, til at styrkja menning og varðveitslu av talentum í báðum ítróttagreinum. Tey hugsa at tað verður lættari at fasthalda fólk í svimjiítróttinum, um tilboðið er bæði svimjing aleina, og svimjing sum partur av triathlon. Tey ætla at bjóða inn til hvønn annan, við til dømis venjingarfelagsskapum og luttøku á stevnum hjá hvørjum øðrum. Og ein av fyrimununum hjá danskari svimjing, verður millum annað her og nú at fáa eyka know-how um havsvimjing, frá teimum í sovorðnum ógvuliga royndu triathletunum.

Amerikanarar imponeraðir av føroyskari svimjing

Amerikanski svimjivenjarin Chris DeSantis skrivar her á theathletevillage.com um føroyska svimjing, við ógvuliga rósandi orðum. Eitt er at vit hava Pál, sum var orsøkin til at hann byrjaði at fylgja við føroyskari svimjing. Men hartil kløkkast hann av høga støðinum á Meistarastevnuni fyri Ung herfyri, og av at okkara ‘konkurrerandi’ venjarar kunnu finna útav í felag at stuðla undir nýggjum svimjihyli í Runavík.

Learning from the little guy
Continue reading Amerikanarar imponeraðir av føroyskari svimjing

Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit

Ein nýggj norsk kanning bendir á, at pinkubarnasvimjing ikki bara er góð venjing og verja ímóti vatnskrekk, men eisini orsøk til varandi betri motorikk. 19 íslendskir pinkubarnasvimjarar vóru sum 5 ára gamlir sammettir við 19 onnur sum ikki høvdu gingið til pinkubarnasvimjing, men har umstøðurnar hjá børnunum annars vóru so líkar sum tað nú ber til, viðvíkjandi útbúgving og fíggjarliga støðu hjá foreldrunum og líknandi. Úrslitið var klokkuklárt, siga granskararnir, at børnini sum høvdu gingið til pinkubarnasvimjing vóru nógv betri fyri motoriskt, enn tey sum ikki høvdu svomið sum baby.

DSC_0296
Continue reading Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit