Í Niðurlondum er breidd og úrval tvær síður av somu sak

Team Danmark sendi herfyri 40 úrvalssamskiparar úr 18 úrvalskommununum og nøkrum ítróttarsambondum til Niðurlond at heinta hugskot og inspiratión. Eitt sum tey serliga løgdu til merkis, var at niðurlendingar ikki á sama hátt sum danir (og føroyingar?) síggja úrval og breidd sum kappingarneytar hjá hvørjum øðrum, men heldur sum fyritreytir fyri hvørjum øðrum.
Continue reading Í Niðurlondum er breidd og úrval tvær síður av somu sak

Over & Under, ein sjónvarpsrøð um svimjing

Ontracc LCC lanserar í mai eina sjónvarpsrøð um svimjing, har fylgt verður við liðnum hjá Arizona State University (ASU), frá tí at tey byrja við landvenjing tíðliga um heystið, til tey fara til “spring conference” meistarastevnuna um várið. Umframt “their journey to rebuild the legendary swim program after a series of state-wide budget cuts threatened the team’s very existence”. Sniðið er sum í reality show sendingum, “but without the gimmicks”. Fylgið við á www.facebook.com/overandunder, og lesið Kast-A-Way Blog


Continue reading Over & Under, ein sjónvarpsrøð um svimjing

Haljand testar Nystrand og Lillhage í Svøríki

Eitt lítið videobrot her av svt.se, sum varð víst í svenskum sjónvarpi sunnudagin. Estiski professarin Rein Haljand testar her svensku svimjistjørnurnar Stefan Nystrand og Josefin Lillhage, við somu útgerð og mannagongd sum vit eisini hava sæð her heima. Eftir øllum at døma var Nystrand upprunaliga bedrøviligur til at svimja firvaldabein undir vatni, men klárar nú teir ætlaðu 10 metrarnar uppá 4 sekund. Og Lillhage skal læra at svimja títtari.

Havsvimjiskeið í mai og juni

Havnar Svimjifelag fer í mai og juni at skipa fyri havsvimjiskeið í høllini í Gundadali og á sjónum, til at menna førleikan hjá luttakarunum at svimja langtein á sjónum í drakt. Vant verður tvey kvøld um vikuna – við venjarum – umframt at tey ráðgeva um útgerð og samskipa keyp av hesari. Kostnaðurin er 300 kr fyri alt skeiðið. Lesið her á hs.fo.

WatrWing hjálpir svimjarunum at spæla undir vatni

Bjarnason vísti mær á hetta, ið er okkurt slag av róður til svimjarar, so at tey lættari fáa hildið seg undir vatnskorpuni. Á heimasíðuni www.watrwing.com lýst sum fyrst og fremst eitt stuttligt amboð, so at børnini kunnu spæla delfin, men eisini gott til venjing og at styrkja um koordinatiónina.


Continue reading WatrWing hjálpir svimjarunum at spæla undir vatni

Nýtt rørslutilboð til krabbameinssjúklingar

Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag og Krabbameinsfelagnum

HS, KMF og Borgarst

Tórshavnar Kommuna samstarvar við Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag, ið eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð. Talan er um eitt svimjuskeið á Eysturskúlanum. Skeiði verður fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein. Eftir ætlan byrjar svimjuskeiði fyri summarfrítíðina.
Continue reading Nýtt rørslutilboð til krabbameinssjúklingar

Myndir frá vitjanini í Sørvági í dag

Pál Joensen og Jón Bjarnason vóru sum kunnugt við Slóðaraskipanini í Sørvági í dag, at venja og kappast saman við børnum har vesturi. Ein fínur dagur, har børnini millum annað sloppu at kappast eini 18 í stafett ímóti Páli (tey 33 metrar í part, hann 800 uppá einar 8:14). Og so í stovuna hjá fyrsta flokki at fáa diplom og práta um svimjing.

Svimjitiltak við Pál Joensen í Sørvági í dag

CIMG0186Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í dag, mikudagin 7. apríl er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Hesuferð luttekur Pál Joensen eisini. Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við Páli.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, og við hesum tiltaki vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan.
Continue reading Svimjitiltak við Pál Joensen í Sørvági í dag

Krabbameinsfelagið og HS undir felags átak til at fyribyrgja sjúku

Týsdagin 27. apríl skipa Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag fyri temadegi um rørslu og fyribyrging, við fokus á hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum, sukursjúku (typu2 diabetes) umframt øðrum sjúkum. Hartil eru tey farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð fyri fólk ið hava krabbamein. Sí viðfesta tíðindaskriv, lesið á hs.fo, krabbamein.fo ella víðari her niðanfyri.
Continue reading Krabbameinsfelagið og HS undir felags átak til at fyribyrgja sjúku