Marshall hjálpti til á Haiti í februar

Sum tit kunnu lesa um á t.d. swimnews.dk og swimnetwork.com, so hevði amerikanski Peter Marshall ein heldur serligan februar mánaða, enn toppsvimjarar við heimsmet plaga at hava. Hann hevur eftir øllum at døma roynt at venja sum vant, um enn mest á landi, men brúkti tó mestu tíð uppá at telja tablettir, á eini klinikk í býnum Hinche á Haiti. Her niðanfyri greiðir hann frá í eini av sjey videoum, sum tit kunnu finna her á Vimeo.

Haiti Part 2: Hinche from Peter Marshall on Vimeo.

Continue reading Marshall hjálpti til á Haiti í februar

Ná, Weber-Gale kokkast tí hann hevur høgt blóðtrýst

Garrett Weber-Gale avdúkar í kokkasendingini her, at hann veruliga byrjaði at kokkast tá ið hann fekk staðfest so mikið høgt blóðtrýst, at venjararnir eina tíð ikki tordu at lata hann venja, av ræðslu fyri at hann skuldi fáa eitt hjartaslag ella eina heilabløðing. Hann sigur at tey vita ikki hví at hann hevur so høgt blóðtrýst, men at tað hjálpir at eta ordiligan mat.

Gold Medal Olympian Garrett Weber-Gale cooks on Morning Blend from Garrett Weber-Gale on Vimeo.

Dale Oen hyggar sær á Svalbard

Tey sum fylgja við Alexander Dale Oen á Twitter, hava sæð nøkur eitt sindur serlig ‘tweets’ í seinastuni. Eftir øllum at døma ferðast hann á Svalbard, har hann m.a. hevur verið í spøkilsisbýnum Pyramiden, og nú er í russiska býnum Barentsburg og vitjar. Svalbard er eitt heilt serligt stað, har ein partur av upplivilsinum er at heinta sína meira ella minni kravdu ísbjarnabyrsu, umframt kavaskutara til at koma ímillum býirnar við. Men tað er eingin vandi fyri at Dale Oen ikki fær svomið har uppi, tí har er bæði 25 metra hylur í Longyearbýnum og ein ella tveir í Barentsburg, umframt ein vælsagtans turrlagdur í Pyramiden.

Barentsburg swimming pool, courtesy of Wikimedia Commons / Bachi-bouzouk, cc by-sa
Continue reading Dale Oen hyggar sær á Svalbard

Niðurlendingar keypt startanalysuskipan fyri 150.000 evrur

Videoin niðanfyri vísir nýggju startgreiningarskipanina hjá niðurlendingum, sum InnoSportLab Eindhoven hevur mennt fyri meira enn 1,1 millión krónur. Men so fylgja eisini einar smartar svimjibuksur við, sum hava ljósdiodur og alt. Og ja, hasin við hárinum er Pieter van den Hoogenband, í svimjibuksum. Les her á hollandswimming.nl

Svimjing er best dámda ítróttagrein í Bretlandi

Liam Tancock skrivar her á bloggu síni frá kanning hjá Sport England, at svimjing er tann ítróttagrein sum bretar íðka mest. Umleið 3.2 milliónir bretar fara regluliga í svimjihyl minst 1 ferð 30 minuttir um vikuna, tilsvarandi 7.63% av fólkatalinum í Bretlandi. Talið er vaksið nógv seinasta árið, serliga tá ið tað kemur til bretar ið eru 55 ár ella eldri. Og orsøkin til hetta er óivað átakið hjá bretsku stjórnini, at loyva øllum bretum frá 60 ára aldur og uppeftir at svimja púra ókeypis. Bretar íðka í dag sum heild meira ítrótt, soleiðis at tey nú eru 7 milliónir frá 16 ára aldur og uppeftir sum minst tríggjar ferðir um vikuna íðka onkran ítrótt. Liam Tancock er heimsmeistari í 50 rygg frá HM í Rom í fjør. Sí www.liamtancock.com

Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports

Kringvarpið vísti í gjár donsku sendingina “Ha’ det godt“, har tey royndu ymiskar alternativar ítróttir. Ein av hesum var “Jungle Sports“, har íðkarnir gera styrkiøvilsi við hjálp av stroppum sum hanga úr loftinum, og eftir øllum at døma trena kroppskjarnuna líka nógv sum armar og bein. Tað kravdi lítið og einki, annað enn at nakrar stroppar og so okkurt at hanga teir upp í. Og tað minnti øgiliga nógv sum okkurt sum vit á Clinic fyri árum síðani sóu Alexander Dale Oen og onnur gera í Bergen.

Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at millum annað Alexander Dale Oen stendur sum ein ið viðmælir venjingarháttin, saman við Bo Jacobsen høvuðsvenjara hjá WestSwim. Konseptið er danskt, eisini kallað “Slyngetræning”, og kann síggjast á www.jungle-sports.com, har tey millum annað hava eitt videosavn við í øllum førum 87 øvilsum, sum kunnu síggjast uttan at skula gjalda nakað.


Continue reading Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports

Nú kanst tú hava svimjihylin í stovuni (ella øvut)

Belgisku Hydrofloors bjóða gólv til svimjihylin sum kann flytast upp og niður, so at hann kann vera djúpur, grunnur ella bara eitt turt gólv. Sjálvt trappan kann leggja seg flata, so at garagan kann brúkast bæði til bil og svimjing 🙂


Continue reading Nú kanst tú hava svimjihylin í stovuni (ella øvut)

19 góð ráð frá Team Danmark, um tú vilt náa úrvalsstøði

Team Danmark gav í gjár út hendan bókling, við 19 handgrípiligum viðmælum frá ítróttargranskarum, til hvussu venjarar og íðkarar í “Elitesport med høj intensitet” kunnu arbeiða fram ímóti toppúrslitum. Svimjing er ein av hesum ítróttum, sum krevja stóra mongd av harðari venjing, við nógvum endurtøkum og eyka venjing afturat ítróttargreinini. Og har íðkararnir hava somu likamligu og sálarligu trupulleikar; at langt er millum kappingar, at tey ikki fáa hvílt nóg nógv og tí fáa skaðar sum tey ikki sleppa av við aftur, tí at tey eru von at venja við pínu, og at tey kunnu fáa etingarólag av tí at kroppsvektin hevur týdning fyri úrslitið.

Ráðini eru millum annað, viðvíkjandi sálarfrøðina, at ansa eftir at íðkarin inn í millum kann ‘løða upp aftur’, og at hugsa langt heldur enn ímóti úrslitum í allarnærmastu framtíð. Viðvíkjandi likamligu venjingina, at raðfesta tunga og eksposiva styrkivenjing høgt, og at minka venjingarnøgdina við 50% upp ímóti teimum mest týdningarmestu kappingunum. Og viðvíkjandi kost, at venja og kappast “á fullan tanga”, bæði tá ið tað kemur til kolvætu og vatn, og at fylla upp aftur við kolvæti og protein beint eftir venjing.
Continue reading 19 góð ráð frá Team Danmark, um tú vilt náa úrvalsstøði

Komi og svimji

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin 6. mars er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Svimjisambandi var har vesturi 9. januar, og hevði tá eitt sera væleydnað tiltak fyri vágafólki. Hesuferð er tiltakið skipað næstan sum seinast, einasti munur er at frálæran fyrrapartin er býtt í tvey, har kl. 10.00 er tað fyri tey minni royndu, har eru øll vælkomin, tað er bara at møta upp. So klokkan 11.00 verður venjing og frálæru fyri tey, ið eru meira roynd, her er neyðugt at melda til hjá Anniku ella Joan.

CIMG1847
Continue reading Komi og svimji

Brillurnar hjá Phelps kunnu eisini fyllast við vatni

Michael Phelps kemur við nøkrum góðum ráðum her á mensfitness.com, um at venja undirvatnsbein og ‘skodd’, at venja á landi eisini og minnast til at fáa svøvn. Og at venja seg mentalt, til at klára eisini óynsktar avbjóðingar:

“In Beijing, when my goggles filled with water, I didn’t panic,” Phelps says. “I went back to all of my training. I knew how many strokes it takes me to get up and down the pool, so I started counting my strokes. I didn’t reach the time I was aiming for, but I did win the race.”