Micha Østergaard á venjingarlegu í Berlin

Danska Micha Østergaard greiðir her á svoem.dk frá sínari venjingarlegu í “Olympia Stütz Punkt Berlin“, har hon nú í eina tíð hevur vant saman við Britta Steffen og øðrum. Eitt áhugavert innlit í hvussu tey í løtuni venja “meget alternativ i forhold hvad de plejer”, við éinari venjing í hylinum um kvøldið, typiskt 7 kilometrar har høvuðsserian er 6 kilometrar, og so annars við styrkivenjing og eftirfylgjandi sprintvenjing í svimjikanal um morgunin, ella 1,5 tíma “fitness” í rúmi sum kann stillast til at simulera at tú ert í 3200 metra hædd. Alt ógvuliga professionelt, í umstøðum sum hon lýsir sum “en lille olympisk by”, har íðkarar úr ymiskum ítróttargreinum kunnu búgva, venja og fáa øll sløg av viðgerð, íroknað sólviðgerð ímóti vetrardepressión. Svimjihylurin er ein 50 metra hylur við 8 geilum, svimjikanal, spa og heitum pottum … bara til hesar olympisku svimjararnar.

Mads Glæsner á venjingarlegu í USA

Danski Mads Glæsner er í hesum døgum á venjingarlegu í USA, har hann venur saman við Zhang Lin og Oussama Mellouli, ið vunnu ávíkavist 800 og 1500 frí á HM í Rom í fjør summar. Teir venja í felagnum Trojan Swim Club hjá venjaranum Dave Salo, sum eisini venur amerikansku Jessica Hardy, og sum er kendur fyri at skipa fyri stuttum men hørðum venjingum, har næstan alt er ‘race pace’.
Continue reading Mads Glæsner á venjingarlegu í USA

Ungir danir svumu eitt marathon fyrradagin

‘Árgangsliðið’ hjá Lyngby Svømmeklub valdu her fyrradagin at brúka eitt døgn av sínari vetrarferiu uppá at svimja eitt marathon, 42195 metrar, í hylinum í Lyngby. Eitt videoinnslag sæst her á TV2 Lorry, har tosað verður við venjaran Martin Bank, og ein av teimum 13-16 ára gomlu svimjarunum. Svimjararnir gjøgnumførdu allir, tíðliga týsmorgunin. Les her á SwimNews.dk

Ryan Lochte skaddi seg av breakdance (!)

6-faldaði olympiski heiðursmerkjavinnarin Ryan Lochte hevur ikki luttikið á størri svimjistevnu teir 6 mánaðirnar, vegna knæskaða. Nú avdúkar Columbia Daily Tribune, at knæskaðin er eitt sundurskrætt liðband í knænum, sum kom tá ið hann í einum balli fór at dansa breakdance. Ja, breakdance, í 2009.

“You know how it is,” he said. “People go around in a circle and you start break-dancing. Someone comes in, someone comes out. So it’s my turn, I start dancing, my knee went one way, my foot went the other and I heard a pop.”

Danir mennt OL stigaskipan við tilmæli til framgongd

Danska svimjisambandið hevur eftir øllum at døma gjørt sína egnu OL stigaskipan, har 1000 stig eru tað sum tey vænta fer at krevjast til at koma í finalu á Olympisku Leikum. Hartil hava tey eina “anbefalet udviklingskurve”, sum lýsir hvussu svimjararnir kunnu røkka hesum málum tá ið mennirnir eru 22 og kvinnurnar 20, “via en naturlig og forsvarlig udvikling år for år fra årgangssvømmere til seniorsvømmere. Og alt er enntá gjørt soleiðis, at tú við einum interaktivum “OL pointberegner” kann tasta tíðir inn hjá svimjarum frá tí at genturnar eru 9 og dreingirnir eru 11, og so síggja hvussu tey fyrihalda seg í mun til viðmældu framgongdina. Sí her á svoem.dk

OL pointberegner

Aquaspinning er tann perfekti ítrótturin?

Jyllandsposten skrivar her um nakað nýtt og fantastiskt sum tey kalla “aquaspinning”, har ið rustfríar kondisúkklur verða settar niður í ein 1,30 metra djúpan hyl, og tey so súkkla á staðnum í 30-60 minuttir, undir leiðslu av einum instruktøri. Har eru bløð á hjólinum sum kunnu stillast til meira ella minni mótstøðu, og venjingin skal so nærmast sníkja teg inn, við tað at tú bara sveittar út í vatnið, og vegna tað lutfalsliga kalda vatnið ikki følir hvussu hart tað hevur verið fyrr enn aftaná. »Aquamotion er måske den sundeste form for træning, fordi den både beskytter kroppen og virkelig giver bonus for pengene«, sigur instruktørurin Søren Rune Andersen. Eeg spyrji bara, um tey ikki bara burdu roynt at svomið í staðin 😉


Continue reading Aquaspinning er tann perfekti ítrótturin?

Svimjingin hevur verið úti um seg, hesa vikuna

Hóast vit eru mitt í myrkastu tíð, so kann man ikki siga annað enn at nógv hevur verið at frætt um svimjing, hesa seinastu vikuna. Vit hava hoyrt um svimjing bæði í Útvarpinum og á Rás 2, umframt at eitt stutt innslag var í 3-2. Bæði Dimmalætting og Sosialurin hava skrivað vítt og breitt um serliga stuðulin frá Leif Mohr til Pál. Vit hava verið í Barnaútvarpinum og Góðan Morgun Føroyar, og á flestu ‘portalum’. Og tað hevur verið rímiliga breitt, um úrvalsítrótt, kappingar og útbúgving, og svimjing frá teimum heilt ungu, yvir rørslusvimjarar, til gamlar damur sum leypa á bláman.
Continue reading Svimjingin hevur verið úti um seg, hesa vikuna

Wolverines fáa nú telemetri sum í Formel 1

Amerikansku Wolverines hjá University of Michigan fáa nú eitt spildurnýtt slag av telemetriskari útgerð frá Avidasports, ið ger tað gjørligt hjá venjaranum at fylgja við øllum møguligum parametrum hjá svimjarunum, og práta við teir ímeðan teir svimja. Útgerðin mátar til dømis ferð, tal á tøkum, longd per tøk, frekvens, tal og ferð á spørkum, venditíð og tíð per longd. Venjarin hevur eina ‘touch pad’ teldu við yvirliti yvir parametrarnar hjá øllum svimjarum, og kann so geva teimum boð gjøgnum oyrasnigli, um okkurt ikki er sum tað eigur at vera. Les tíðindaskriv á avidasports.com


Continue reading Wolverines fáa nú telemetri sum í Formel 1

Japanar endurskapa svimjistjørnurnar á teldu

Onkur raskur rørslusvimjari hjá Havnar Svimjifelag er í leitan eftir svimjivideoum komin fram á heimasíðuna www.swimming.jp, har tey við 3D myndlum hava endurskapt eina røð av heimsins kendastu svimjarum. Her niðanfyri er tað japanski Kosuke Kitajima, ið vann gull í 100 og 200 bringu á OL bæði í 2004 og 2008 …
Continue reading Japanar endurskapa svimjistjørnurnar á teldu

Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.

foto

[Myndatekstur: Pálin Olsen, Rúni Gaardbo og Jórun Eið á ráðstevnu í Noregi]
Continue reading Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi