Skulu foreldur halda seg vekk frá svimjivenjingini?

Bretski svimjilærarin og venjarin Shev Gul heldur sambært About.com:Swimming, at fólk eiga at skilja, virða og skipa fyri, at svimjivenjing gongur fyri seg í einum tryggum og ikki órógvaðum umhvørvi, bæði til at tryggja trygdina og frálæruna. Venjarin eigur at hava eitt fullkomiliga friðað “learning space”, sum bara verður órógvað um onkur vanlukka hendur, og foreldur eiga so vítt gjørligt at bíða ella hyggja at frá eini rímiligari frástøðu, sum er longur enn um tey standa ella sita við kantin.
Continue reading Skulu foreldur halda seg vekk frá svimjivenjingini?

Tú kanst svimja skjótari við einum mundstykki?

Ávaring, hetta virkar sum tað reina hokus-pokus fyri meg: Amerikanski tannlæknin Anil Makkar pástendur, at tú her og nú kanst verða sterkari, liðiligari og hava betri kroppstøðu og balansu, umframt at stressa minni og tola meira pínu, við bara at umganga at bíta tennirnar heilt saman. Søguligu dømini eru rómverskir soldátar og hermenn undir amerikanska borgarakrígnum, sum bitu í leður ella eina byrsukúlu, tá ið teir skuldu tola pínu. Ítróttardømið er Michael Jordan sum altíð stakk tunguna út millum tennirnar tá ið hann ‘dunkaði’, og 100 metra rennarar sum slappa av í andlitinum tá ið teir sprinta. Og í NY Times verður ein motionistur kallaður Dena Gardner endurgivin fyri at siga, at hon fór frá at renna ein amerikanskan míl uppá 10 minuttir til bara 8 minuttir, einans við at brúka ein ‘tannbeskyttara’ frá Under Armour.


Continue reading Tú kanst svimja skjótari við einum mundstykki?

GoSwim bjóðar nú videoanalysu yvir netið

Svimjisíðan GoSwim.tv bjóðar nú eina áhugaverda nýggja ‘sosiala tænastu’ kallað Upmygame.com, har svimjarar kunnu senda upp video av sínum svimjiteknikki, sum venjarar síðani kunnu gera viðmerkingar til og átekna við vinklum og líknandi. Tú kanst tekna teg annaðhvørt sum svimjari ella venjari, og har er so eitt gjald á $15 fyri hvørja evaluering av svimjarum, og okkurt slag av ‘credit’ til okkum venjarar. Eg síggi at har er okkurt tey kallað “Paid With Credits” á brúkaraflatuni aftanfyri, so til ber kanska at gjalda fyri eftirmeting, við at gera aðrar sjálvur. Tænastan sær rættiliga ambitiøs út, við tað at har ikki bara er gjørligt at velja ítróttin “swimming”, men eisini alt frá “running” og “curling”, til “Australian rules football” og “rock climbing”.

Rís og rós til føroyskar svimjarar

Tíðindi frá SSF um Haljand vitjanina 23. – 25. januar 2010

Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.

CIMG1994

[Myndatekstur: Rein Haljand og Sonni Eliasen hyggja at endaspurtinum hjá Jonnu B. Thomsen, meðan hjálparmaðurin hjá Haljandi filmar Jonnu framman í frá]
Continue reading Rís og rós til føroyskar svimjarar

Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma

Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com

Rygg-teknikk-øvilsi við Nick Thoman

Nick Thoman er amerikanskur ryggsvimjari sum rættiliga óvæntað setti heimsmet í 100 rygg, á “Duel in the Pool” stevnuni í Manchester í desember. Her greiðir venjarin David Marsh frá teknikkinum hjá Thoman, sum millum annað er eyðkendur við at hann svimur við rættiliga strektum ørmum. Og so vísir Thoman eini tvey teknikkøvilsi eisini.

Sandingar fáa nú svimjihyl árið runt

Hetta hoyrdist í tíðindunum hjá Kringvarpið Føroya, nú á døgverða, tá ið Sigmar Bláberg tosaði við borgarstjóran á Sandi. Brandur Sandoy kallar nýggju ítróttarhøllina sum skal byggjast í Sandoynni fyri “størsta frambrotið í langa tíð”, og sigur víðari í samrøðuni at “við hesum fáa vit faktiskt tvær flugur við eitt smekk: Vit fáa eina svimjihøll alt árið runt, og har afturat fáa vit eina ítróttarhøll at spæla vetrarítrótt í”. Lurtið á http://uf.internet.fo/2101101220.mp3