Van der Burgh greiðir frá nýggja firvaldasparkinum í bringu

“The Morning Swim Shop” hevur her eitt ógvuliga áhugavert prát við suðurafrikanska Cameron van der Burgh, um hvussu hann tekur hatta éina loyvda firvaldasparkið í bringusvimjing, allarfyrst í takinum. Vit sóu fyrr at bringusvimjarar gjørdu hetta firvaldasparkið nokk so seint í undirvatnstakinum, men síggja nú at teir flestu eru farnir at gera tað heilt tíðliga í takinum, á markinum til at tað er áðrenn at armtakið er byrjað, og meðan armarnir enn eru útstrektir í ‘streamline’ framman fyri kroppin.


Continue reading Van der Burgh greiðir frá nýggja firvaldasparkinum í bringu

Pál og Jón nevndir á SwimNews.com

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru veruliga við at sláa síni nøvn føst í svimjiheiminum, nú bretsk-kanadiska heimasíðan SwimNews.com aftur nevnir Pál og Jón, í forleingilsi av greinini um landsdystin millum Bretland og Týskland.

Craig Lord skrivar tá um venjingarleguna í Potsdam, og nevnir millum annað:

Among the visitors are: Riaan Schoeman, Heerden Herman, Chad Ho and Natalie Du Toit (all RSA); Australians Robert Hurley and Trent Grimsey; Italians Samuel Pizetti and Luca Puce; Spain’s Marco Rivera; and from the Faroes, rising European distance star Pál Joensen.

He has his coach, Jón Bjarnason, with him, as do others. The idea is that Hoffmann leads this camp, not just for swimmers but for coaches, who feed in their own ideas to a gathering aimed at providing a tough training environment of world-class talents that some of those swimmers would not otherwise get because back home they are often head and shoulders above their squad-mates.

Video frá svimjidegnum í Sørvági

Hendan videoin er eitt sindur misvísandi, við tað at tað kanska tykist sum vit høvdu ógvuliga nógvan skund har vesturi. Men hetta var altso allarsíðsta kapping, eftir at tey fleiri ferðir høvdu fingið at vita at nú var tað tann síðsta, og áðrenn vit líka tóku nakrar allar allar allarsíðstu riðlar afturat. Annars imponerandi av teimum báðum Sørini og Jon, at avgreiða 8 riðlar uppá 6 minuttir, íroknað innleiðandi fund við svimjararnar og leypandi riðlabýti.

Steðga nú Lotte, sigur Wildeboer

Landsliðsvenjarin hjá Danmark, niðurlendski Paulus Wildeboer, er eitt sindur illur inn á Lotte Friis, nú hon brúkti tríggjar dagar uppá at taka ímóti heiðrinum sum “Årets Sportsnavn 2009”, heldur enn at vera á venjingarlegu í Suðurfrankaríki. Ekstra Bladet hevur tosað við báðar partar, og skilur at hon nú hevur fingið at vita (og skilur), at hetta altso verður síðstu ferð at hon fer at gera sovorðið, um hon vil hava tað optimala burtur úr sínari svimjikarrieru. “Jeg har flere gange talt med hende om, at hun skal være mere seriøs, men hun fortsætter bare med at løbe rundt som et fjols med journalister og gå til alle mulige kåringer, siger Paulus Wildeboer og opfordrer den danske stjerne til for fremtiden at servicere pressen med et månedligt pressemøde”. Les t.d. SwimNews.dk

Jan Wolfgarten videobloggar úr Potsdam

Týski Jan Wolfgarten hevur eina videodagbók úr Potsdam her á bloggu síni, har man kann hoyra ymiskt um venjingarleguna, og fylgja við gongdini hjá honum persónliga. Wolfgarten er hann sum yvirraskaði tey flestu av okkum, við her í desember at gerast evropameistari í 1500 frí, á EM í Istanbul. Videobrotini eru tíverri á týskum, og hartil er hann bæði móður og snotforkølaður nú, so tað kann vera rættiliga torført at skilja hann. Men skeg allíkavæl 🙂

Schlafen!!!! from Jan Wolfgarten on Vimeo.

Continue reading Jan Wolfgarten videobloggar úr Potsdam

Tíðindi frá SSF: Super svimjidagur í Sørvági

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar.

CIMG1883
Continue reading Tíðindi frá SSF: Super svimjidagur í Sørvági

Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi

Ja, Sonni og Karina hava fingið tað geniala hugskot, at lata svimjararnar skiftast um at skriva í eina dagbók, frá venjingarleguni í Íslandi. Hetta verður heilt víst gull vert, bæði nú og í framtíðini.

Fríggjadagur 08-01-2010

Vit fóru til Íslands kl 11:00 við flogfarðinum. Vit komu til Reykjavík kl 12:30. Aftaná vit vóru komin upp á pláss, fóru vit á “ Pizza Hut” at eta (man fær eisini sunnan mat har). Vit fóru í svimjihøllina kl 17:30, venjingin gekk fyri seg inni í 25m hyli, frá 18:00 til 20:00. (5000m). Aftaná venjingina fóru øll í “pottarnar” og Sofus stuttleikaði sær í rustjibananum. Pylsivognurin verður tømdur aftaná venjingina av dreingjunum. Aftaná var eti, so ein túr út at keypa. Áðrenn vit fóru í song, fóru vit í kamarið hjá dreingjunum. Har fortaldi Jóhann sína lívssøgu. Annars, so stinkar vatnið av rotnum eggið.

heilsan

VIT 16 (Helena, Monika, Birita og Jóhann )

RIG063
Continue reading Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi

Nakrar myndir úr Potsdam

Jón Bjarnason hevur sent mær hesar myndir frá “Battle Training Camp” í Potsdam, við ymiskum stuttligum og áhugaverdum viðmerkingum.

Respekt!!!

[Respekt: Pál hevur nú víst sínar sterku síður. Eg veit ikki hvat hann sigur við teir, men teir tiga allir og lurta væl eftir tá ið tann annars so tigandi vágbingurin tosar]
Continue reading Nakrar myndir úr Potsdam